Lívsstílur
Hevur tú minst til at kanna bróstini?
Tað er pink oktobur, og vit seta sjóneykuna á bróstkrabba, ið rakar 10. hvørja kvinnu
Bróstkrabbi... eitt orð, ið smakkar okkum illa á tunguni, men kortini eitt orð, ið verður til meir enn bara orð hjá fleiri av okkum. Tíggjunda hvør kvinna fær nevniliga staðfest bróstkrabba. Ofta verður bróstkrabbin ikki staðfestur, fyrr enn hann hevur spreitt seg. Kannar tú bróstini sjálv, er stórur møguleiki fyri, at krabbin verður steðgaður í góðari tíð. Mælt verður til, at tú kannar bróstini hvønn mánað eftir menstruatión.
Í oktoburmánaði – ið eisini verður nevndur ‘Pink October’ - verður ljós varpað á bróstkrabba kring allan heim, og tað fara vit á Kvinnu eisini at gera við samrøðum úr savninum um bróstkrabba og at eggja til, at vit allar geva okkum stundir til at kanna bróstini.