Hildur Hermansen býr í Havn. Hon er gift við Høgna Hoydal. Mamma at trimum børnum og fosturmamma at tveimum børnum. Hon fekk bróstkrabba í 2021.
Eitt kvøldið eg sat við telduna og arbeiddi, legði eg til merkis, at eitt hol var undir ermuni á troyggjuni, eg var í. Sum hondin tók um holið á troyggjuni, føldi eg knútin í bróstinum. Eg ivaðist ikki í, at eg hevði fingið krabba, men eg helt á við arbeiðinum til út á náttina og fekk greiðu á øllum teim leysu endunum har. Tá ið læknaviðtalan læt upp, ringdi eg oman og slapp framat. Eg hevði í veruleikanum eisini verið hjá læknanum dagin fyri og tikið eitt móðurmerki. Læknin, ið var ein avloysari, helt, at hesin knykilin í bróstinum einki mundi vera at stúra um, tí talan óivað bert var um ein hovnan eitil eftir skurðin dagin fyri. Men eg var stúrin, og tað segði eg henni beinanvegin. Eg var ikki stúrin fyri at hava krabba, tí bæði foreldur míni og makar teirra hava øll hórað undan krabba á hvør sín hátt, men eg var stúrin fyri at koma inn í eina skipan, har eg skuldi bíða og kundi enda við at bíða, til tað gjørdist ov seint. Tí var tað av allarstørsta týdningi, at eg slapp framat til mammografi við tað sama. Tað vísti seg bara ikki at vera so lætt. Hetta var ein fríggjadag, og eg segði teimum, at slapp eg ikki framat komandi vikuna, so kundu tey vænta, at eg møtti upp á sjúkrahúsinum uttan innkalling. Vikuna eftir ringdi eg óteljandi ferðir á Landssjúkrahúsið og kravdi at sleppa framat, men hvørja ferð eg ringdi, fekk eg at vita, at eg mátti bíða. Eg rokni við, eg havi verið eitt samrøðuevni har úti tá, men eg vildi veruliga ikki bíða. Eg vildi framat. Einaferð eg ringdi, segði eg, at um tey ikki ringdu meg upp aftur innan tíggju minuttir, so kom eg út har til tey. Og eg var í øðini. Longu seinni sama dag varð eg biðin um at koma til samrøðu við lækna. Tað er ræðandi at hugsa um, at hevði eg ikki verið so miðvís og frek, hevði tað óivað tikið einar tríggjar-fýra mánaðir hjá mær at bíða. Tað haldi eg vera órættvíst, tá tú hevur funnið ein knút í bróstinum.
Einaferð eg ringdi, segði eg, at um tey ikki ringdu meg upp aftur innan tíggju minuttir, so kom eg út har til tey. Og eg var í øðini. Longu seinni sama dag varð eg biðin um at koma til samrøðu við lækna. Tað er ræðandi at hugsa um, at hevði eg ikki verið so miðvís og frek, hevði tað óivað tikið einar tríggjar-fýra mánaðir hjá mær at bíða. Tað haldi eg vera órættvíst, tá tú hevur funnið ein knút í bróstinum.
Minnist tú løtuna, tú fekst staðfest krabba?
Eg fekk so eina tíð til mammografi, og eg leyp avstað uttan at taka nakran við mær. Eftir mammografiina vildu tey gera eina ultraljóðskanning, sum er vanlig mannagongd undir slíkum umstøðum. Men tá tey spurdu, um eg ongan avvarðandi hevði við mær, skilti eg, at okkurt var áfatt, hóast eg ikki fekk nakað nágreiniligt at vita júst tá. Eina viku seinni tosaðu vit gjøgnum Skype við danska læknan, ið hevði hugt at biopsiini. Hon greiddi frá, at talan var um krabbamein, men hon segði eisini, at læknarnir har ikki vistu, hvat slag av krabba talan var um. Hetta var ikki nakað, tey høvdu sæð fyrr. Tí mátti eg til Danmarkar undir skurð beinanvegin, so læknarnir fingu kannað meg nærri.
Tá eg hevði fingið tað staðfest, valdi eg tilvitað at vera opin um støðuna og tilgongdina og segði tað fyri familju, vinum og starvsfelagum beinanvegin. Tað hevur verið ein góð avgerð bæði fyri meg og fyri tey, ið hava verið rundan um meg hesa tíðina, tí tað hevur gjørt tað lættari bæði hjá mær og øðrum at tosa um krabban.
Hvørjir tankar fyltu mest hjá tær?
Eg hugsaði nógv um, hví eg fekk krabbamein, og um tað vóru útvortis umstøður, ið høvdu elvt til krabban. Nakað áðrenn hetta hevði eg verið undir øgiligum trýsti til arbeiðis í longri tíð – eitt slag av trýsti, eg ikki fekk loyst ella arbeitt meg úr. Eg veit ikki, um tað elvdi til sjúku, men tað hevur óivað verið við til at minka um immunverjuna hjá mær. Vit eru øll ymisk, og tað eru ymsar orsøkir til krabba, men eg haldi, at vit kvinnur eiga at ansa serliga væl eftir, at vit ikki enda í órættvísum trýsti á arbeiðsplássinum, tí tað eru kvinnur ofta fyri.
Tá eg fekk krabba, herjaði koronufarsóttin kring heimin. Eisini her í Føroyum. Og tá tú fært kemoviðgerð, er immunverjan ikki góð. Tað var tí umráðandi, at eg ikki fekk koronu. Tað fylti rættiliga nógv, bæði hjá mær, familju og vinfólki.
Eitt annað, ið eg hugsaði nógv um, og sum eisini hevur fylt nógv alla hesa tíðina, er mammografikanningarnar, ið regluliga verða gjørdar í Føroyum av kvinnum yvir 50 ár. Læknin, ið kannaði meg niðri í Aalborg, greiddi mær frá, hvussu umráðandi tað er, at vit broyta aldursmarkið á mammografikanningunum og kanna kvinnur frá 30-40 ára aldri. Tað haldi eg eigur at verða raðfest av landsins politikarum, tí gjørdu vit tað, høvdu fleiri kvinnur yvirlivað bróstkrabba. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu eg hevði havt tað, fekk eg krabba, meðan børnini vóru smá.
Hvussu var reaktiónin hjá teimum, sum standa tær nær?
Maðurin hjá mær er bæði róligur og praktiskur. Hann vissaði meg alla tíðina um, at hetta ivaleyst fór at ganga. Men hann átók sær samstundis eisini nógv fleiri praktiskar uppgávur heima, tí hann helt, at eg skuldi taka mær av løttum. Tað var ringt at siga børnunum, at eg var sjúk. Eg merkti væl, at tey bæði vórðu kløkk og bangin. Tey hava av tí sama verið nógv meir heima hetta tíðarskeiðið. Men hóast vit hava verið nógv saman, hava vit ikki sitið og verið kedd alla tíðina. Heldur kendist tað, sum tíðin saman natúrliga varð raðfest fram um annað í eina tíð.
Hvussu var viðgerðin og tíðin, tú vart í viðgerð?
Eg avgjørdi beinanvegin, at eg skuldi lurta eftir læknunum og serfrøðini. Eg segði ja til alt, ið tey viðmældu mær. Eg valdi tilvitað eisini, at eg ikki skuldi googla nakað, ið hevði við bróstkrabba at gera. Tað visti eg, at maðurin og vinkonurnar gjørdu, so eg slapp eisini undan. Fyrst varð eg send til Aalborg, og har var eg tríggjar ferðir undir skurði og síðani tvær ferðir í PET-skannara, tí læknarnir ikki rættiliga vistu, hvat slag av krabba eg hevði, og hildu eisini, at eg møguliga hevði krabba í tarmunum. Tann tíðin, læknarnir ikki vistu, hvat slag av krabba talan var um, ella um krabbin hevði flutt seg, var ómetaliga hørð, og eg minnist, at eg tá hugsaði, at eg møguliga ikki yvirlivdi sjúkuna.
At enda søgdu læknarnir, at tey ‘betraktaðu’ hetta sum vanligan bróstkrabba. Eg minnist øgiliga væl, at tey brúktu akkurát tað orðið. Betrakta. Eg hugsaði nevniliga, hvat tað var fyri nakað at siga, men eg valdi so at góðtaka tað, sum læknafakligheitin legði fram og eisini sjálv at hugsa um tað sum vanligan bróstkrabba.
Eftir seinasta skurðin gingu nakrar vikur, áðrenn eg fór undir kemoviðgerð á Landssjúkahúsinum. Tað var tó ein góð uppliving, tí starvsfólkini vóru so ómetaliga dugnalig og umhugsin. Eg stúrdi eitt sindur fyri, hvussu eg fór at reagera upp á kemoviðgerðina, tí viðgerðin er so ógvuslig og fer so illa við kroppinum. Eg minnist væl, at eg sat til fyrstu kemoviðgerðina og hugdi at hesum ólekkra, appilsingula eitrinum, sum skuldi í kroppin á mær. Eftir fyrstu viðgerðina lá eg í songini og svav í næstan fýra døgn, men so var eg væl fyri til næstu viðgerðina. Tað var eisini um hetta mundið, at eg setti meg í samband við Fríðgerð – ein hárfríðkanarkvinna, ið hevur royndir við krabbameinssjúklingum. Tá eg tosaði við hana, segði eg henni, at eg vildi raka hárið av, tí eg hevði fingið mína fyrstu kemoviðgerð. Hon spurdi, nær eg hevði fingið kemo, og hvat slag eg hevði fingið. So taldi hon dagar og greiddi frá, at eg fór at fáa eina kenslu í hárbotnin av, at eg hevði havt ein stramman hesthala í hárinum. Tveir dagar eftir tað skuldi eg koma aftur, tí tá fór eg at missa hárið. Hon roknaði seg fram til ein ávísan dag, og løgið nokk var tað júst tann dagin, eg fekk hesa kensluna í kroppin, sum hon hevði lýst. Eg gekk við knýttum herðum hendan dagin, og eg tordi næstan ikki at flyta meg, tí eg væntaði, at hárið fór at detta úr. So fór eg aftur á hárfríðkanarstovuna, og hon gjørdi síða hárið á mær klárt at senda til Tailands at gera til parykk. Og eg fekk ein annan parykk. Tað var ein kensluborin løta, men eg græt ikki. Í staðin fyri fór eg heim, har vinkonurnar bíðaðu við sushi og drykkum. Tað bleiv ein hugnalig og stuttlig løta, har vit royndu parykkar og bíløgdu turrikløð á netinum. Men heilt erligt, so hevði eg tað eitt sindur torført við parykkinum, tí hann var so flottur. So flottur, at eg føldi meg ikki til passar í honum. Av og á fór eg út í parykki ella bandana, men eg hugsaði eisini, at eingin orsøk var til at fjala, at eg var skallut. Tað gjørdi so eisini, at tað varð lættari hjá teimum, sum vóru rundan um meg at viðgera støðuna – tí krabbin var beint har. Tað sóu tey, tí eg manglaði hárið.
Parykkurin kom tó til sín rætt, tá lítli ommusonurin kom heim. Hann helt seg eitt sindur aftur, tá hann sá ommu sína við ongum hári. Men so læt eg meg í hárið. Hann slapp at royna hárið. Og so hevði hann longu vant seg við tað.
Parykkurin kom tó til sín rætt, tá lítli ommusonurin kom heim. Hann helt seg eitt sindur aftur, tá hann sá ommu sína við ongum hári. Men so læt eg meg í hárið. Hann slapp at royna hárið. Og so hevði hann longu vant seg við tað.
Eg fekk 12 kemoviðgerðir tilsamans, tríggjar av einum slagi og níggju av einum øðrum slagi, og eg toldi tað rímiliga væl. Tað var umráðandi fyri meg, at eg rørdi meg hvønn dag, hóast tað stressaði mannin, at eg ikki hvíldi meg nóg nógv. Tað var praktfult at vera nógv úti í havanum hetta árið. Kanska havi eg eisini hildið meg virkna fyri at sleppa undan mínum egnu tonkum onkursvegna, men eg veit, at tað ikki hevði verið betri fyri meg at ligið á sofuni og hugsað ov nógv um mína egnu støðu. Og tilvitað havi eg eisini brúkt onkrar av teimum mekanismunum, eg kenni, fyri ikki at falla í negativ tankamynstur ella verða tunglynd og bangin.
Eftir kemoviðgerðina skuldi eg undir geislaviðgerð í Danmark hvønn dag í tríggjar vikur. Hetta var júst fyri jól í fjør, og eg væntaði, at eg fór at ganga í Danmark og hugna mær, drekka gløgg og keypa jólagávur, men soleiðis varð tað ikki. Geislaviðgerðin var tann harðasta viðgerðin hjá mær. Eg orkaði ikki at halda høvdinum uppi, tí eg var so móð. Maðurin og eg vóru einsamøll niðri og búðu í einum summarhúsum hjá eini vinkonu. Tað kavaði nógv, og vit sótu nógvar tímar í bili hvønn dag. Eg føldi tó, at eg varð væl móttikin á hospitalinum, og at tey merktu, at eg var troytt og illa fyri. Eftir seinastu geislaviðgerðina søgdu læknarnir, at nú mettu tey meg at vera fríska.
Hvat var tað truplasta hesa tíðina?
Eg havi altíð havt sítt hár, men á fyrstu Skype-samrøðuni við læknan spurdi maðurin, um eg fór at missa hárið. Tá fyltust eyguni á mær av tárum, tí tá viðurkendi eg, at krabbin fór at gera meg sjúka og ússaliga, og at talan ikki bert var um at fáa skorið krabban burtur.
Tað var eisini ógvuliga frustrerandi og trupult ta tíðina, læknarnir ivaðust í, hvat feilti mær, og hvussu umfatandi tað var. Vit høvdu 1000 spurningar, sum vit ikki fingu svaraðar. Tað var eisini provokerandi at skula navigera í tveimum læknaskipanum – teirri føroysku og teirri donsku – sum ikki altíð samskifta sínámillum. Onkuntíð fekk eg ikki svar upp á spurningarnar, eg hevði, tí tey í Føroyum til dømis ikki vistu svarið - ella øvut. Tað var eisini trupult at góðtaka, at læknarnir valdu at betrakta krabban sum vanligan bróstkrabba eftir at hava verið í iva í fleiri vikur. Eg visti ikki, nær eg fór at leggja tann ivan frá mær, men aftur har mátti eg veruliga bara velja at góðtaka niðurstøðuna hjá læknunum, hóast eg hugsi um tað enn av og á. Eg veit tó, at eg havi verið kannað væl, og eg havi fingið góða viðgerð. Eg gangi eisini regluliga til kontroll – tað ber ikki til at gera meir enn tað, ið gjørt er.
Hvat varðst tú tikin á bóli av?
Eg havi verið opin um støðuna frá byrjan av, og eg varð veruliga tikin á bóli av, hvussu stuðlandi øll vinfólkini hava verið. Frá fyrsta degi var ein manngarður um meg, og eg fekk hjálp og stuðul til alt. Eg verði ordiliga rørd av at hugsa um vinkonurnar, ið skiftust um at taka frí frá arbeiði og vitja meg. Vit vóru alla møguliga staðni saman hesa tíðina. Eg ætlaði at taka av onkrum av tilboðunum hjá Krabbameinsfelagnum, men eg hevði í roynd og veru ikki tørv á at tosa við nakran, tí eg hevði so góðan stuðul í vinaskaranum hesa tíðina. Vit høvdu nevniliga júst keypt eini gomul hús og vóru flutt, tá eg varð sjúk. Nógv var at fáa upp á pláss bæði inni og úti, men eg náddi næstan ikki at hugsa tankan, áðrenn vinfólkini vóru klár. Garðurin varð gjørdur, og tí var eg so nógv úti hetta árið og fekk frið á mær, tá eg arbeiddi uttanfyri.
Er lívið broytt eftir krabban?
Eg haldi ikki, at nøkur grundleggjandi virði eru broytt. Eg havi altíð hugsað nógv um, at lívið skal vera gott og burðardygt, og at eg skal vera góð við míni medmenniskju. Í dag eri eg tó vís í, at tað eru nøkur ting, sum eg ikki vil útseta meg sjálva fyri professionelt og privat.
Ein munur er, at eg ikki hevði so stóran áhuga fyri nøkrum øðrum enn tí, sum eg var í, tá eg var sjúk. Eg østi meg ikki um politikk og samfelagsviðurskifti. Tað var týdningarleyst. Men nú eri eg við aftur, og áhugin í samfelagnum er vaksin aftur.
Tað hevur eisini verið ein mental avbjóðing at góðtaka, at eg ikki altíð orki ella megni tað, sum eg gjørdi fyrr. Eg verði rættiliga irriterað inn á meg sjálva viðhvørt, tí eg ikki kenni meg aftur, tá eg ikki klári okkurt, sum eg fyrr lættliga kláraði.
Hetta hevur verið ein tíð, har eg ikki havi havt stundir til at verið kedd ella bangin, tí hetta var nakað, eg skuldi basa og yvirliva. Hóast eg ofta eru kenslulig um ymisk ting, so var eg tað bara ikki, meðan eg hevði krabba, tí eg vildi hava eitt annað fokus. Kanska hesar kenslurnar fara at koma seinni, men enn havi eg stríðsandan og havi fokus á at liva.
Hvørji orð hevur tú til kvinnuna, ið júst hevur fingið staðfest bróstkrabba?
Søgurnar, vit hoyra um menniskju, ið doyggja av krabba, eru tær, har tey eru komin ov seint til kanningarnar. Tað er umráðandi at seta tær fyri at liva lívið, gera tey tingini, sum eru tær sjálvari til gagns, og undir ongum umstøðum bíða eftir at verða innkallað til eitt ella annað. Koyr heldur á!