Hjørdis vaknar á miðjari nátt. Tað er 3. juli 1989. Hon er 22 ára gomul og í sjeynda mánaði við næsta barninum. Hon veit, at okkurt er heilt galið, tí høgra síða er lammað. Hon vekir Dánjal. Hann heldur, at Hjørdis hevur ligið skeivt, so síðan er dovnað. Hon følir kortini, at tað er álvarsamt og biður hann ringja eftir hjálp. Støðan versnar, hon klárar ikki at siga tað, sum hon ætlar. Hon hugsar eitt, men tað, sum kemur úr munninum, er nakað heilt annað. Við sjúkrabili verður hon koyrd á sjúkrahús, har Dánjal fær at vita, at dóttirin í móðurlívi hevur tað gott og fer at klára tað, men verri er við Hjørdis.
Hondin skelvur, tá Hjørdis setur eitt fat við marsipanhornum á borðið í útistovuni í snotiligu húsunum á Argjum. Húsini keyptu hon og maðurin Dánjal, tá tey fluttu aftur til Føroya í 2014.
– Eg risti illa, tá eg havi okkurt í høgru hond, og eg fái ikki longur brúkt hondina at skriva við. Tá eg tali í samkomuni, biði eg altíð um headset heldur enn handhildna mikrofon. Skal eg hava mikrofon í hondini, rokni eg ikki við, at fólk fáa hugsavnað seg um tað, eg sigi, tí fokus er helst á armin, sum veiftrar aftur og fram, sigur Hjørdis flennandi.
Fakta
Hjørdis Háberg Petersen er 58 ár. Hon er gift við Dánjali Petersen, og saman eiga tey børnini Ísak f. 1987, Rebekka Rafael f. 1989, Hananja f. 1997, Sitri f. 2004.
Hon starvast sum visjónsberi, undirvísir í MEINING á eftirskúlanum Brúgvin, og so er hon fyrrverandi leiðari í City Church og stigtakari til kvinnustevnuna Empower
Gud, sum grøðir
Hjørdis Háberg Petersen er ættað úr Havn. Hon starvast á eftirskúlanum Brúnni í Skálavík, sum er hennara hjartabarn. Í dag býr hon á Argjum og hevur ein virknan leiklut í City Church í Havn, har hon hevur verið leiðari. Hon stendur eisini á odda fyri tiltakinum “Megnar kvinnur”, sum einaferð um árið savnar kvinnur úr ymiskum samkomum kring landið til kvinnustevnu.
Hjørdis og familjan hava búð nógv uttanlands, og orsøkin til trupulleikarnar, hon hevur við høgru síðu, er at finna handan lagnudagin á hásumri í 1989. Familjan búði tá í Onglandi - Hjørdis, Dánial og tvey ára gamli sonurin Ísak, har tey arbeiddu hjá kristna felagsskapinum Youth With a Mission.
Læknarnir hava ikki góðar vónir. Støðan er so álvarslig, at foreldrini hjá Hjørdis fara úr Føroyum til Onglands at vera um dóttrina. Í skannaranum síggja læknarnir arr eftir tveimum blóðtøppum í heilanum. 22 ára gomul, og uttan ávaring. Hon fór frísk í song, men nú er alt vent á høvdið. Fólk biðja fyri henni, og hon er í dag vís í, at bønirnar munaðu, tí hon kemur fyri seg aftur. Nakrar dagar seinni er hon so birg, at hon verður útskrivað av sjúkrahúsinum. Hon situr í koyristóli tað, sum eftir er av burðartíðini, og hóast kropsligar skerjingar gongur tað væl, tá dóttirin verður borin í heim tveir mánaðir seinni.
Lítla gentan fær navnið Rebekka Rafael. Rafael merkir “Gud, sum grøðir”, tí Hjørdis er sannførd um, at Gud er orsøkin til, at blóðtøpparnir ikki gera av við hana. Men tað er nú, at ein longri bardagi byrjar. Í tíðini eftir blóðtøpparnar hevur Hjørdis tað tungt. Hon hevur angist og stúrir fyri, at hetta skal henda aftur. Hon er bangin um at doyggja frá børnunum. Í heilum fer hon frá at kenna seg væl til ógvusliga hjartabankan, har hon grætur og er bangin.
– Tá eg hugsi um, hvussu eg hevði tað tá, so skilji eg væl, hví fólk taka nervamedisin. Tað er ótrúliga tungt at hava tað soleiðis.
– Tá eg hugsi um, hvussu eg hevði tað tá, so skilji eg væl, hví fólk taka nervamedisin. Tað er ótrúliga tungt at hava tað soleiðis.
Í dag eru sálarligu meinini burtur, men hon fekk blóðtøpparnar í eini tíð, har endurvenjing ikki er eitt tilboð, og likamligu meinini merkjast framvegis í gerandisdegnum. Men - sum Hjørdis sigur - alt kundi endað nógv verri.