Hon hevur tað allarhelst betri, enn hon hevur havt tað, men vit eru ikki komnar á mál. Als ikki. Í mínum starvi á Kvinnu hoyri eg javnan søgur, sum skelka meg. Søgur, sum eg ikki væntaði at hoyra í 2024, tí eg helt, at vit sum samfelag vóru komin longri. Komin tættari javnstøðu millum kynini.
Men …
Tíverri hoyrdi eg eisini í samband við hesa útgávuna eina kvinnu, sum er stjóri, greiða frá, hvussu hon hevði stríðst fyri at fáa ein tekniskan feil í einum tóli í rætt lag – viku eftir viku. Ein feil, sum veitarin átti ábyrgdina av. Men sjálvt um hon royndi við góðum og illum, so hendi einki – ikki fyrr enn hon fekk ein tilvildarligan starvsfelaga – ein mann – at ringja, tástani bleiv trupulleikin loystur. Eg trúði tí næstan ikki, men tíverri fær sannleikin okkum ofta at ógvast við. Hendan kvinnan greiddi frá, hvussu tað kendist, og fortaldi, at hon bleiv kedd og ørkymlað, men samstundis tvør og áhaldin. Hon vildi ikki geva upp.
Hetta átti ikki at farið fram, og júst av somu orsøk nevni eg hetta, tí í hesari ársins fyrstu Kvinnu heiðra vit 10 kvinnur, sum tora at ganga á odda – sum ikki geva upp. Kvinnur, sum vit sum samfelag so stórliga hava tørv á - undangongukvinnur, sum tora, hava dirvi og inspirera. Kvinnur, sum eru týðandi í tí bygnaðarbroyting og hugsanarhátti, sum skal til, fyri at javnstøðan verður røtt.
Summar eru fyrimyndir, summar bróta tabu, aðrar fáa okkum at smílast, og uppaftur aðrar geva okkum dirvi til at gera tað, vit hava ætlað okkum so leingi. Og so eru tað tær, sum so brennandi ynskja sær at gera mun – at hjálpa. Tað er hesum sterku, skapandi, sjálvbjargnu og arbeiðssomu kvinnum, sum vit geva eitt herðaklapp í Kvinnu hesa ferð.
Tað hevur als ikki verið lætt at velja hesar 10 burtur úr hópinum av øllum teimum spennandi og miðvísu kvinnunum, sum dagliga geva sítt íkast har, tær eru. Og hóast tær eru ymiskar og innan hvør sítt øki, hava hesar 10 sanniliga uppiborið eitt herðaklapp og ein heiður fyri tað, tær hvør í sínum lagi hava útint, tí tær hvør í sínum lagi eru fyrimyndir og undangongukvinnur fyri okkum allar. Og tí tær flyta okkum við teirra inspirerandi lyndi og smittandi dirvi. Føroyar hava brúk fyri undangongukvinnum, sum treiskast og trúgva upp á broyting. Og fara eftir sínum dreymum.
Tekniska tólið, sum eg byrjaði við at fortelja um, tað riggar í dag, og søgan um, hví tað riggar, eigur ikki at endurtaka seg.
Hjartaliga tillukku við heiðrinum, tit allar. Takk fyri tykkara týðandi íkast.
/Tóra