Á Kvinna.fo varpa vit ljós á hugtakandi, inspirerandi, stuttligar ella øðrvísi Instagram-vangar. Hesu ferð hava vit fingið orðið á @serligmamma, sum er ein dulnevndur Instagram-vangi, sum ein mamma í 40'unum eigur. Hon er mamma at dóttir við ADHD og Autismu við PDA. Hon brennir fyri at gera ein mun fyri familjur, sum hava børn í somu støðu sum hon, familjur við børnum sum stríðast.
–Eg vil so gjarna, at fólk gerast varug við, hvussu strævið tað er at kempa fyri at geva sínum barni eitt gott lív. Vit eru nógv foreldur, sum eru rættiliga niðurslitin. Her deilir hon
Bústaður?
Tórshavn
Arbeiði/útbúgving?
Hægri útbúgving og starvist innan sosialøkið
Nakrar linjur um teg sjálva?
Eg eri mamma fyrst og fremst, kvinna, kona og nørd. Mær hevur altíð dámt væl at skriva, undirvísa og kunna um ymisk evni. Eg gangi høgt upp í, at tað eg leggi út á vanganum, er gjøgnumhugsað og helst fakliga vælgrundað.
Hví velur tú at vera dulnevnd?
Tvær orsøkir. Føroyar eru eitt so lítið land, at eg haldi fólk ofta tosa meira um, hvør man er og hvørjari familju man er frá, enn at lurta eftir, hvat man sigur.
Og so hevur tað týdning fyri meg ikki at deila, hvør dóttirin er og leggja ymiskt privat út um dóttrina. Hugsi eisini um at verja privatlívið hjá okkum sum familja.
Eg havi fingið fleiri positivar afturmeldingar uppá tað. Nógv siga, tað er deiliga befríandi at tey ikki vita, hvør er handan vangan @serligmamma, tí so hugsa tey ikki um meg, men um tað eg leggi út. Evnini, eg skrivi um, eru ofta følsom, og nógv av mínum fylgjarum hava tað virkuliga trupult, og tey skriva eisini til mín, hóast eg eri dulnevnd. Spurningurin er, um tey høvdu skrivað so opið, um eg ikki var dulnevnd. Sjálvandi havi eg fingið nøkur boð frá fólki, sum vilja vita, hvør eg eri. Nøkur hava eisini roynt at gitt, men gitt skeivt.. haha.
Hví byrjaði tú hendan vangan?
Fleiri orsøkir. Eg helt, her manglaði føroyskt tilfar, og tað vildi eg gera nakað við. Og eg meti eisini sjálv, at eg havi okkurt uppá hjarta, sum onnur kunnu brúka til nakað. Eg seti meg væl inn í ting og tími væl at deila tað, eg læri. Og so er vangin næstan sum ein dagbók fyri meg, ella sum terapi í summum førum. Tá eg eri frustrerað, kedd, ill og troytt, kann eg deila tað her. Og við at skriva tað niður og gera uppsløg, so føli eg, sum eg fái luft. Tað lættir um.
Autisma, ADHD og alt serøkið er eisini mítt seráhugamál, so eg elski at sita og nørdast við hesum. Eg vil so gjarna, at fólk gerast varug við, hvussu strævið tað er at kempa fyri at geva sínum barni eitt gott lív. Vit eru nógv foreldur, sum eru rættiliga niðurslitin. Og tann størsti taparin av tí er barnið, sum vit stríðast fyri - og familjan.
Eg havi fingið eitt netverk herinni og lært nógv góð fólk at kenna. Vit hava eisini ein fb-bólk fyri okkum øll, sum hava børn við skúlaaftran. Tað er so strævin støða og krevur nógva orku. Og eingin skilur so væl sum onnur foreldur í somu støðu.
Hvussu nógva tíð brúkar tú til at gera innihald til tín vanga?
Ógvuliga ymiskt hvussu nógva tíð eg brúki. Onkrar dagar siti eg kanska nakrar tímar og geri 2-3 uppsløg, sum eg kann deila komandi dagarnar. Aðrar dagar brúki eg kanska bara minuttir, har eg bara deili okkurt á story. Eg royni at veta aktiv og leggja á story hvønn dag, men nái ikki at gera uppsløg líka ofta.
Hvat gevur hetta tær?
Eg føli eg geri mun! Eg haldi sjálv, at tað eg havi skapt, er ein lítil vitanarbanki um alt hetta við at hava børn við ADHD og autismu. Nógv skriva til mín hvørja viku og spyrja ella fortelja um teirra børn. Nógv fakfólk fylgja eisini við. So eg røkki út til nokkso nógv - og tað gevur mær hug at blíva við! Tí eg haldi, vit eiga at vera meira rúmlig í Føroyum. Eg haldi, at øll sum arbeiða við børnum, eiga at vita nógv meira um hetta. Eg haldi, at foreldur eiga at fáa nógv meira vitan, stuðul og hjálp, og tað royni eg so at gera. Onkuntíð kann eg gott blíva politisk og royna at ávirka tann vegin, men sum heild snýr vangin seg um at gera kunning um, hvussu man stuðlar børnum við ADHD og autismu best.
Hvar finnur tú íblástur/vitan?
Eg fái íblástur nógva staðni. Fyrst og fremst fái eg íblástur av gerandisdegnum hjá okkum. Eg lesi eisini fakbøkur, eg lurti eftir podcasts, og eg fylgi nógvum viðkomandi vangum á bæði fb og Instagram. Mær dámar serliga væl at fylgja teimum, sum sjálvi hava diagnosu, tí tey kunnu fortelja frá heilt øðrum sjónarhorni. Tað hevur stóran týdning at lurta eftir.
Hvørjir vangar á Instagram vilt tú viðmæla?
Teir vangar, sum eg eri glaðast fyri at fylgja, eru teir, sum eru stuðlandi og uppbyggjandi. Also teir, sum ikki døma og grenja, men deila sínar royndir og koma við hugskotum.
Ein av mínum yndis er @pernillehebsgaard. Hon hevur sjálv autismu og leggur øgiliga nógv gott tilfar út.
Annars vil eg viðmæla hesar:
@Lifeofsivertsens
@Anitahentzehardlei
@Pda_neurodivergent_familie
@Autistensdagbog
@Neurowild_
@Dengodenokmoedresklub
@Relationsformidlerne
@Sinnisbati og @sinnisbati_ung
@Adhd_felagid
Og eg kundi nevnt fleiri.