Kanning avdúkar: Góðar relatiónir eru lívsneyðugar
Lívsstílur
Kanning avdúkar: Góðar relatiónir eru lívsneyðugar
Longsta kanningin, ið nakrantíð er gjørd um menniskju og gleði avdúkar hugtakandi innlit í, hvat tað er, ið veruliga hjálpir okkum á leiðini til góða kropsliga heilsu og nøgdsemi gjøgnum lívið - og tað eru sambondini vit hava við onnur menniskju.
Eftir: Anniku Kunoy Im 22.08.2024

Vit hava allar vónir og dreymar um eitt gott lív, bæði fyri okkum sjálvar og tey, vit eru góðar við. Spurningurin, hvat tað er, sum ger og heldur okkum glaðar og nøgdar gjøgnum lívið, er ein gamal spurningur, sum heimspekingar í øldir hava grundað á. Er tað pengar? Er tað at gerast kend? Flottari bil ella størri hús? Boðini eru óivað individuell og mong ... men vit kenna faktiskt svarið, og tað er einki av omanfyrinevndu boðunum.

Í 86 ár hevur lærdi amerikanski háskúlin Harvard kannað, hvat fær okkum menniskju at trívast gjøgnum lívið. Hvat ger okkum glað og fremur góða heilsu, og svarið er sára einfalt. Vit gerast glaðari og sunnari av at hava góðar, gevandi og tættar relatiónir við onnur menniskju. Tað vísir seg, at vit verða glaðari gjøgnum lívið av at hava tøtt sambond við onnur, enn vit verða av at eiga nógvar pengar ella status. Tað eru hesi bondini, vit gjøgnum lívið knýta við onnur menniskju, ið verja okkum fyri misnøgdsemi gjøgnum lívið, fyribyrgja mentala og kropsliga afturgongd og eru sum heild betri vegvísarar fyri einum góðum og lukkuligum lívi enn stætt, IQ ella enntá genini vit eru fødd við, sigur Robert Waldinger, lækni í psykiatri, og professari í psykiatri á Harvard, og leiðandi granskari fyri kanningini í grein í The Harvard Gazette.

Relatiónir minka um sjúku
Heimurin í dag er ein heimur, har vit lættliga hokna undir samfelagsligum trýsti á øllum økjum, men hendan kanningin kann broyta mátan, vit hugsa um okkara egna lív uppá, tí hon vísir, at tættar relatiónir og sosial sambond eru altavgerandi fyri trivnaðin, sum vit gerast eldri. Stuðlandi og mennandi forhold virka sum stoytdoyvarir, tá vit verða rakt av trýsti og strongd, og tey verja soleiðis eisini heilsuna.

– Sosial sambond eru ógvuliga umráðandi fyri okkum, og einsemi kann gera enda á okkum. Tað vísir seg, at menniskju, sum hava tættari sosial sambond við familju, vinir og nærumhvørvið eru glaðari, betri fyri heilsuliga og liva longri enn tey, sum ikki hava sterk sosial sambond. Menniskju, sum eru meiri avbyrgd, enn tey vilja vera, eru ikki eins glað, hava fleiri heilsutrupulleikar miðskeiðis í lívinum, hava verri heilafunktión og tey liva styttri lív enn menniskju, sum ikki eru einsamøll, sigur Robert Waldinger í eini Ted Talk framløgu um kanningina.

Vit gerast glaðari og sunnari av at hava góðar, gevandi og tættar relatiónir við onnur menniskju

Kanningin vísti ítøkiliga, at fólk við sterkum relatiónum høvdu færri tilfeldi av diabetes, gikt, kognitivari afturgongd og øðrum kroniskum støðum. Granskararnir halda, at orsøkin kann vera, at tøtt forhold kunnu regulera strongd, og at tey hjálpa kroppinum at slappa av og finna javnvág, eftir at vit hava upplivað avbjóðingar.

– Tað, sum yvirraskaði okkum við hesi kanningini er ikki, at tættar relatiónir gera okkum glaðari, tí tað er einki løgið í, at vit gerast glað av at vera saman við øðrum menninkjum. Men tað yvirraskaði, at vit eisini verða kropsliga sunnari av at hava sunnar og góðar relatiónir - vandin fyri blóðproppi í hjartað og fyri diabetes 2 minkar, greiðir hann eisini frá í nýggjari samrøðu við Mel Robbins í poddvarpi hennara við sama navni.

– Orsøkin er, at tættar relatiónir við onnur menniskju minkar um strongd. Vit verða strongd av ymiskum orsøkum at kalla hvønn dag. Tá vit gerast strongd, merkja vit tað á kroppinum. Vit merkja til dømis at musklarnir verða spentir, hjartað fer at banka týttari, tankarnir fara í meldur og hendurnar sveitta. Men vit vita, at tá vit tosa við onkran, vit eru góð við, um tað vit uppliva, so minka fysisku teknini uppá strond í kroppinum. Tá vit ikki hava góðar relatiónir, verða vit verandi í strongdum støðum í longri tíð við fleiri sirkulerandi stongdar hormonum og reyðum blóðsellum, ið eru klárar at fara í hernað við vandan, vit uppliva, og tey tingini niðurbróta spakuliga ymiskar skipanir í kroppinum, sum tíðin gongur, greiðir hann frá í sama poddvarpi.

Vinaløg koma ikki av sær sjálvum - ver tí uppsøkjandi
Granskararnir hava eisini tosað við luttakararnir í kanningini, tá ið teir eru vorðnir gamlir og liggja til tað síðsta. Robert Waldinger greiðir frá, at tá ið eldru luttakararnir í kanningini reflektera aftur á lívið, tey hava livað, eru tað serliga tvey ting, tey nevna aftur og aftur. Eitt er, at tey vildu ynskt, at tey ikki høvdu arbeitt so nógv og vóru meiri saman við teimum menniskjunum, tey eru góð við, og hitt er, at tey vildu ynskt, at tey hugsaðu minni um, hvat onnur hildu um tey. Tað vóru serliga kvinnurnar, sum nevndu hetta síðsta.

Kanningin vísti eisini, at tað minkar um lívsgleðina, tá vit samanbera okkum við onnur. Tey, sum ikki samanbera seg eins nógv við onnur hava tað betri í teirra egna lívi og eru glaðari. Robert Waldinger leggur tí upp til, at vit brúka minni tíð á til dømis sosialum miðlum, har tað er lætt at samanbera seg við onnur. Tá ið tú gert okkurt annað úti í nátturuni samanbert tú ikki við onnur á sama hátt. Legg telefonina til viks og ger okkurt saman við veruligum menniskjum.

Tá tey vórðu spurd, hvat tey vóru stoltast av gjøgnum lívið vóru svarini oftast, at tey høvdu verið góð foreldur, góðir vegleiðarar fyri onnur, góðir leiðarar og so framvegis. Tað snúði seg altíð um relatiónirnar og ikki um ting, tey høvdu megnað at útynt, hóast fleiri teirra høvdu gjørt slóðbrótandi ting gjøgnum lívið, greiðir hann frá.

Eitt annað, sum kanningin hevur lært okkum er, at tað ikki snýr seg um at hava eina rúgvu av vinum, men at tað er meiri umráðandi, at góðskan av teimum relatiónunum, tú hevur, er góð.

Tøtt forhold kunnu regulera strongd, og at tey hjálpa kroppinum at slappa av og finna javnvág, eftir at vit hava upplivað avbjóðingar

Fleiri enn 40 prosent av vaksnum fólki siga, sambært kanningini, at tey kenna seg einsamøll av og á ella alla tíðina. Luttakararnir í kanningini, sum fóru tilvitað til verka og røktaðu relatiónirnar gjøgnum lívið, fingi ágóðarnar at merkja. Men hetta kom ikki av sær sjálvum. Tey løgdu ætlanir saman við vinfólki, settu seg í samband við fólk og luttóku í nærumhvørvinum og sosialum bólkum.

– Fólkini, sum kláraðu seg best í hesum, lótu ikki bara tilvildina ráða, sigur Robert Waldinger, og leggur aftrat, at tey løgdu seg eftir at hjúkla um tøttu sosialu sambondini.

Góð ráð frá Robert Waldinger til eitt betri lív

  • Být skíggjatíðina um við tíð saman við menniskjum
  • Ger relatiónirnar betri og sterkari við at gera okkurt saman øðrum
  • Set teg í samband við famliljulimir tú ikki hevur tosað við í áravís
  • Far út og keyp í lokala handlinum heldur enn at bíleggja á netinum
  • Tak lut saman við øðrum og í lokalsamfelagnum

Um kanningina
Kanningin, ið á enskum kallast 'Harvard Study on Adult Development' byrjaði í 1938 við tveimum bólkum av ungum monnum úr bæði priviligeraðum og undirpriviligeraðum korum í USA. Upprunaliga varð kannað, gjøgnum læknaligar kanningar, psykologiskar samrøður, eygleiðingar, samrøður við familju og ymiskt annað, hvat skapaði trivnað millum luttakaranar. Síðani vaks kanningin og makar og børn vórðu tikin við í kanningina, og sum tøknin mentist, vórðu nýggjar metodir eisini nýttar í kanningini.
Langa kanningin hevur verið fíggjað av privatum stuðlum, men hevur í størstan mun fingið langtíðarstuðul úr grunnum frá National Institutes of Health.

Keldur: The Good Life: Lessons from the World's Longest Scientific Study of Happiness / The Harvard Gazette / Ted Talk / Mel Robbins Podcast / Forbes