Korona og kavi - hevur tú eisini fingið nokk?
Lívsstílur

Korona og kavi - hevur tú eisini fingið nokk?

Lat okkum vera erligar! Hendan tíðin er myrk, long, og tung. Vit hava prátað við Katrina Jacobæus, okkara egnu “Mammasta,” og skemtarin Elisu Vang, um hvussu baldruta byrjanin á 2022 hevur ávirkað tær.
Eftir: Barbaru Hilduberg Myndir Privatar og Tóra Effersøe Mortensen 09.02.2022

Katrin og Elisa hava svarað okkum, hvat ið kavastormur, regn, myrkur, forkølilsi og korana ger við teirra…

1: Energi-niveau
2: Humør
3: Hug til at sosialisera

Katrin: Hendan tíðin ger meg rastleysa. Einki hendir, vit eru innandura non-stop, og eg føli, at eg dampi innaní. Korona hevur verið partur av familjuni on and off síðani á jólum, og eg eri fullkomiliga steðgað upp. Maðurin hevur virkað sum Florence Nightingale í fleiri dagar, og eg bíði nú bert eftir, at leiklutirnir skifta, og hann eisini verður raktur - sum tann síðsti í húskinum.

Elisa: Aftaná longu jólaferiuna vóru vit øll totalt klár til at koma út - og koma í gongd. Men alt húskið bleiv testað positivt á fyrsta gerandisdegi. So har stóðu vit… Og sóðu inn í enn eitt langt, myrkt heima-uppihald á sofuni. Korona er so møðsamt eftirhondini, og eg sigi nú tillukku við tey, ið blíva testaði positiv. “Yes, one down! Vit eru tættari floksimmuniteti!” 

Katrin: Sum so mong onnur, so hugsaði eg 1. januar, at NÚ skuldi vend koma í! Veðrið skuldi blíva betri, og eg skuldi renna og dyppa - hvønn dag! Men tey 10.000 fetini, ið eg setti mær fyri at ganga dagliga, blivu eftir einari viku skift út við bomm á sofuni. Og at hoppa í havið í hesum veðrinum - gloym tað! Ætlanirnar hjá mær um, at genturnar í tí nýggja árinum skuldu ganga í skúla, fóru eisini í vaskið. Eg eri simpelthen ov bangin fyri, at tær fara á flog. 



Elisa: Tankin um stearinljós og heimahugna tiltalar meg á hvørjum ári. Men tað er sum um, at eg á hvørjum ári eisini gloymi, hvussu leingi hesin heimahugnin heldur á… Hann blívur bara viiið - tekur ongan enda. Og tað nýggja er, at tað nú eisini er kavi á mínum føðingardegi - í mai mánaði. Myrka tíðin ávirkar meg, og eg føli meg eitt sindur down. Tað hevur td. verið mín túrur, at hildið bindiklubba í fleiri mánaðir, men einki hendir. Eisini havi eg verið sera tætt uppá at avlýst undirhald, tí eg ikki havi torað at koyrt úr túninum. Og tá ið eg eri komin fram, havi eg mest sum kravt av mínum áskoðarum, at teir hava verið eyka glaðir fyri at sæð meg. Tí eg havi jú bart meg ígjøgnum vind, regn og kavastorm!

Katrin: Eg havi sett alt møguligt í gongd í myrkrinum - eri byrjað uppá 1000 verkætlanir. Men eg eri erligt talt eitt sindur bangin fyri eini kulminatión í hinum endanum. Tí eg havi jú havt alt ov nógva tíð til at finna uppá… Men tað skal tó sigast, at vit hava verið røsk at fiksa ymiskt handaligt her heima, ímeðan vit hava verið avbyrgd. Vit búgva mitt í eini umbygging; uttandura arbeiðið stendur totalt í stað, og alt flýgur við vindinum, so har er einki at gera. Men inni hava vit fingið spartlað og gjørt við, og tað kennist gott at hava fingið ymiskt frá hondini. Ein fittur føstulávintskjóli er eisini sprottin úr langa heimauppihaldinum, og vit hava lisið nógv saman við gentunum.

Eg tvíhaldi um, at landið ikki er egnað til at búgva í alt árið. Vit eru bara so treisk!



Elisa: Eg fari niður í vikuskiftinum. Bara líka. Eg má. Men nú er alt húskið blivið bitturt og øll øvundsjúk, tí eg sleppi burtur og ikki tey. Hetta gav mær so ringa samvitsku við nátturborðið í gjárkvøldið, at eg lovaði teimum øllum ein túr til Mallorca tíðliga í summar - uttan at eg havi ráð, og uttan at eg havi kannað kalendaran. Men sjálvandi skulu tey eisini hava okkurt at síggja fram til í hesum myrkrinum. Man skal inn ímillum hava eina virðisløn fyri at búgva her. Eg tvíhaldi um, at landið ikki er egnað til at búgva í alt árið. Vit eru bara so treisk!


Katrin: Stuttligt, hvussu sólferiur eisini pludsliga eru blivnar høvuðsevnið við døgurðaborðið hjá okkum. Vit tosa nú so ræðuliga nógv um summar og sól - og Gran Canaria, sjálvandi! Og vit hava eisini lovað gentunum at fara suðureftir næsta ár.

Elisa: Ja, og tá ið alt hetta er sagt, so byrji eg eisini at merkja sólglottar her heima. Her verður ljóst eitt sindur fyrr, og myrkt eitt sindur seinni. Og hetta gevur um ikki annað eitt lítið skot av orku. Eg havi - í lítlu sólglottunum, tikið meg saman til aerobic, og eg havi fingið gongd á venjingina. Eisini havi eg fingið yoga niðan á arbeiðsplássið - deiliga nemt og ómakaleyst, og fólk sleppa undan at stríða seg ígjøgnum kava og vind fyri at venja.




Viðkomandi greinar