Kvinna roynir húðrøkt frá Zo Skin Health
Lívsstílur
Kvinna roynir húðrøkt frá Zo Skin Health
Seinastu átta vikurnar hevur Maria Dalbúð frá Kvinnu roynt vøru frá Zo Skin Health, og úrslitini tala fyri seg. Les við her fyri at síggja fyri og eftir myndir og hoyra, hvørjar broytingar Maria kendi í húðini hjá sær
Eftir: Kvinnu / Greinin er gjørd í samstarvi við Ævi sum hevur latið Mariu vøruna, hon hevur roynt 16.07.2024



Húðin hjá mær er rættiliga vanlig, men hevur kortini altíð havt lyndi til at verða eitt sindur feittut. Tí havi eg eisini havt trupulleikar við óreinsku, serliga tá eg var yngri. Tað er nokk har mín áhugi fyri húðrøkt veruliga byrjaði, og hann er bara vaksin við árunum. Eg havi roynt nógva ymiska vøru gjøgnum ár og dag, og av tí at eg havi so stóran áhuga í húðrøkt, fylgi eg eisini væl við í, hvar rørir seg innan økið. Eg havi í longri tíð havt hug at royna væl umtóktu og dámdu húðrøktar røðina frá Zo Skin Health, sum Ævi umboðar. Herfyri fekk eg høvið at royna fleiri spennandi produktir.

Orsøkin til, at Zo Skin Health fangaði um áhuga, er, at eg ferð eftir ferð hevði lisið ómetaliga góð ummæli av røðini, og tí at húðrøðin er bygd á vísund, har málið er at tryggja gagnligar og varandi loysnir, soleiðis at húðin verður sunn alt lívið. Tað kanst tú lesa meira um her.

Myndir av Mariu áðrenn og aftaná royndartíðina við Zo Skin Health

Átta royndarvikur við Zo Skin Health
Dagliga rutinan hesar átta vikurnar hevur verið soleiðis: Hvønn morgun havi eg vaskað húðina við Exfoliating Cleanser, síðan Exfoliating Polish og til síðst við Complexion Renewal Pads – hetta ljóðar sum sera nógv vasking, og eg var eisini sjálv nakað ivasom í fyrstuni, tí tað tøktist í so ógvisligt til viðkvæmu andlitshúðina, men tá eg vandi meg við tað og merkti, at húðin tók sera væl ímóti hesum, so broyttust mínir tankar. Eg eri ikki nakar serfrøðingur innan húðrøkt, men eg dugi at ímynda mær, at jú betur húðin er reinsað, jú betur átti hon nokk eisini tikið ímóti teimum produktum, ið eftirfylgjandi vera smurd á.

Eftir at eg havi reinsað húðina, so havi eg nýtt Complexion Clarifying Serum og síðan bestseljarin Daily Power Defense, ið er dagkremið, og hesi bæði produktini hóska avbera væl saman og hava givið júst tað mongdina av vætu, ið húðini hevur havt tørv á dagliga.

Síðan havi eg eisini verið so heppin, at eg eri sloppin at royna meg við nøkrum eyka produktum, ið fara inn og arbeiða eitt sindur meira og aktivt við húðini. Her havi eg merkt ein serligan mun á, tá eg havi brúkt Wrinkle + Texture Repair, ein skal bara vera varug við, at hetta er ikki fyri sartar sálir. Og til hetta havi eg sum oftast nýtt Hydrating Crème eftirfylgjandi, hetta hevur givið mær ta eyka vætuni, ið eg havi havt tørv á, tá eg havi brúkt hetta.


Wrinkle + Texture Repair frá Zo Skin Health 

Tá eg havi merkt, at húðin ikki orkar Wrinkle + Texture Repair, havi eg ístaðin brúkt Recovery Crème, ið veitir eina rúgvu av vætu og hevur A - vitamin í, men kortini ikki er eins ‘sterkt’ sum Wrinkle + Texture Repair.

Myndir av Mariu áðrenn og aftaná royndartíðina við Zo Skin Health

Nærri frágreiðing um nýttu vørurnar

Exfoliating Cleanser

Eitt reins, ið hevur smáar perlur í, ið eksfoliera húðina á ein mildan hátt – ger andlitið vátt, og byrja síðan at skrubba varliga, her er gott at geva andlitinum eina góða massagu, ið setur blóðrenslið í gongd. Hetta kann nýtast tvær ferðir um dagin.

Exfoliating Polish

Eitt skrubb við smáum krystallum, ið veruliga fær húðina og eisini tekur ta deyðu húðina burtur. Hetta kann nýtast antin dag ella kvøld, men legg heldur eitt sindur spakuliga út og nýt tað annan hvønn dag at byrja við, fyri at venja húðina við tað.

Complexion Renewal Pads

Hetta eru smáir lappar, ið taka ta allar síðstu deyðu húðina burtur og harvið geva eisini leggja grundarlagið undir teimum næstu produktunum, ið vera smurd á húðina - og úrslitið er ógvuliga gott. Smáu lapparnir hava hava glycoliska og salicyliska sýru í, sum slættar og hjálpir húðini at fáa eina glóð. Hesir havi eg nýtt morgun og kvøld – onkuntíð havi eg bert nýtt teir um kvøldið.

Complexion Clarifying Serum

Eitt vætu-grundað serum, sum kennist sissandi á húðini. Tað fer inn og arbeiðir við porunum, og sissar eisini um húðin er reyð. Hetta havi eg brúkt morgun og kvøld.

Daily Power Defense

Dagliga dag- og kvøldkremið hjá mær, ið eg havi brúkt morgun og kvøld – uttan tá eg havi brúkt tey produktini, ið koma niðanfyri. Eitt dagkrem, ið eg føldi, hóskaði akkurát til mín og sum eisini arbeiðir við húðini, á tann hátt at hon minimerar tekinini, sum vit allar fáa av at gerast eldri.

Wrinkle + Texture Repair

Eitt A-vitamin produkt, ið vit eisini umtala sum Retinol. Hetta kennist sum eitt serum í tættleika. Produktið fer inn húðina og arbeiðir við teksturinum á húðini og, sum navnið eisini sigur, við okkara vælsignaðu rukkum - og so gevur tað eisini nógv glóð. Hetta er tað produktið, ið veruliga hevur latið eygu míni upp fyri, hvussu gott tað er at fáa A-vitamin á húðina. Hetta er eitt sera aktivt produkt, ið ein skal vera varin við, serliga í byrjanini. Eg vil viðmæla at bert nýta hetta eina ferð um vikuna tær fyrstu vikurnar og síðan spakuliga royna at fara upp á tvær ferðirnar um vikuna. Men ver tolin, og gev produktinum, ta tíðina tað tekur at virka – tú skalt nokk fara at síggja og merkja mun.

Hydrating Crème

Hetta kremið hevur verið serliga gott, tá eg havi nýtt ov nógv av Wrinkle + Texture Repair (Ja, eg eri kanska ein eitt sindur ótolin typa ;)
Tá hevur hetta kremið, ið er orduliga lekkurt og tjúkt, sissað húðina og eisini givið henni eina rúgvu av vætu.

Recovery Crème

Eisini eitt tjúkt og lekkurt krem, men sum eisini hevur A-vitamin í, so hetta er eisini gott og verjur fyri aldurseyðkennum, men hetta er ikki eins intenst sum Wrinkle + Texture Repair, so um eg havi ynskt at givið húðini eina pausu frá tí, so havi eg brúkt hetta kremið ístaðin.

Complexion Clearing Masque

Ein leirmaska, ið inniheldur 10% svávul, ið virkar kølandi, í tí hon kemur á. Ein lekkur maska, ið eg havi brúkt á leið eina ferð um vikuna. Eisini havi eg gjørt brúk av, at ein kann koyra maskuna á óreinsku um náttina, og eg haldi at tað hevur set ferð á tilgongdina.

Mín niðurstøða eftir átta vikur við Zo Skin Health
Eg haldi avgjørt, at eg merki og síggi mun á míni húð nú og so fyri átta vikum síðan. Serliga tá eg hyggi at myndinum. Har hevði eg ikki væntað at sæð so nágreiniligan og stóran mun. 
Eg havi fingið eina meira litjavna og slætta húð, og so eru porurnar týðiliga minni. Samstundis eru nakrar av mínum rukkum eisini minkaðar – og hetta er nakað, ið eg als ikki væntaði at síggja eina broyting í so skjótt, so eg gleði meg at halda áfram. Um eg skal leggja dent á eina av hesum vørunum, sum eg heilt vist ætli mær at halda áfram við at nýta, so er tað Wrinkle + Texture Repair, tí við hesum produktinum havi eg sæð, hvussu umráðandi tað er, altíð at hava A-vitamin við í húðrøktini.

Eg havi ikki havt stórvegis trupulleikar við óreinsku tey nógvu seinastu árini - annað enn okkurt útbrot eina ella tvær ferðir um mánaðin. Men eftir at hava roynt hesa røðina, havi eg merkt enn meira, at húðin hjá mær kortini hevur generað meg øll hesi árini. Helst er tí, at tað enn situr í mær, at ein kosmetologur einaferð segði við meg, tá eg var tannárinugur: “Íjøssus, íjøssus tú hevur ringa húð!” Eg minnist, at eg bleiv so sera kedd, hóast eg allarhelst havi bara smílst og svarað at ja, tað er nevniliga tað, eg havi.

Eg havi nokk ikki dugað heilt at rist hesa upplivingina av mær, tí eg minnist eisini at ígjøgnum árini havi eg nevnt hesa hending aftur og aftur fyri øðrum.

Onkursvegna, tá húðin hesaferð bleiv enn og betur, enn mín húð nokk nakrantíð hevur verið, so dugdi eg at síggja, at eg ikki var noydd at fjala mína húð hvønn dag við sminku. Eg elski sminku, og eg eri stórbrúkari av henni, men tað er ein ómetaliga lekkur kensla, tá heilin hevur skilt, at tað er heilt í lagi av avlevera børnini í barnagarði, uttan at noyðast at sminka sær fyrst, um so ein hevur óreinsku ella ikki.