Kvinnurenning 2024 - her renna vit
Lívsstílur
Kvinnurenning 2024 - her renna vit
Leygardagin 18. mai kl. 15.00 verður ársins Kvinnurenning, og her sært tú renniruturnar.
Eftir: Kvinnu 12.05.2024

Í ár fara vit aftur at renna somu vøkru rutuna, sum vit áður hava runnið. Á 5 kilometur teininum byrja vit á Tórsbreyt, renna undir Svartafossi, oman í Hoydalar, út ímóti Boganesi og so yvir við Strond og á málið á Vaglinum.

Barnavognsrutan er 3,8 kilometrar og byrjar eisini á Tórsbreyt, men tá ganga/trilla vit eftir vegnum forbí Magn, og síðan fara vit yvir við Strond og á málið á Vaglinum.

Tú kanst enn náa at koma við.

Melda til Kvinnurenning her.




Viðkomandi greinar