Kvinnurenningin 2025 verður leygardagin 24. mai
Lívsstílur
Kvinnurenningin 2025 verður leygardagin 24. mai
Kvinnurenningin 2025 verður leygardagin 24. mai kl. 15.00 á Tórsbreyt í Havn. Melda til áðrenn 19. mai 2025 og tryggja tær luttøku fyri 345 kr. Eftir 19. mai hækkar prísurin til 395 kr.
Eftir: Kvinnu 16.02.2025

Vit gleða okkum og eru so smátt byrjaðar at telja niður til ársins Kvinnurenning, sum verður 24. mai á Tórsbreyt.

Melda til her!

Við luttøku fært tú stóran gávuposa við góðum gávum, avsláttrarkortum og ymsum lekrum at forkela teg sjálva við. Og sjálvandi luttekur tú eisini í stóra lutakastinum um nógvar góðar vinningar.

Tilmeldingin er bindandi. Renninummar og gávuposi kunnu heintast frá 22. mai kl. 10.00 til og við 24. mai kl. 13.00 í handlinum hjá Thomas Dam Intersport á Smyrilsvegi 5.

Nærrri kunning á kvinna.fo/kvinnurenning2025 

Høvuðsstuðlar til Kvinnurenningina 2025 eru Thomas Dam Intersport og Aqua d’Or.

Soleiðis verður Kvinnurenningin skipað:

  • Vit renna frá Tórsbreyt í Havn kl. 15.00
  • Bragdið og Kvinna skipa fyri upphiting á Tórsbreyt 10 minuttir, áðrenn farið verður avstað
  • Rennirutan verður kunngjørd á kvinna.fo/renniruta2025  nakrar dagar áðrenn sjálva renningina.
  • Lutakast og hugni verður í Hoydølum aftaná Kvinnurenningina.

Melda til her!

Sertilboð