Mammulív: Sonurin hevur autismu
Lívsstílur

Mammulív: Sonurin hevur autismu

Jónatan fekk diagnosuna “infantil autismu” sum fýra ára gamal. Hann mentist sum flestu børn, til hann var um tvey ára aldur, men tá steðgaði alt upp.
Eftir: Annika Soll 10.06.2019

Sum 2-ára gamal gavst Jónatan við at tosa og hvarv longri og longri inn í seg sjálvan. Vit vóru longu greið yvir, at hann møguliga kundi hava autismu, men at fáa tað endaliga staðfest, var ein størri sorg enn vit høvdu fyrireika okkum uppá. Fyri okkum føldist tað, sum høvdu vit mist okkara barn. Vit kendu ikki nógv til autismu, tá vit hoyrdu um tað fyrstu ferð. Og vit fóru at googla okkum fram til ymiskt og hugdu eftir ymsum dokumentarfilmum, og tað gjørdi okkum bara enn meira bangin.

Jónatan hevur trupult við at vera sosialur og at lesa kenslur hjá øðrum. Tí endar hann lætt í konfliktum, og onnur børn tíma sum oftast ikki at spæla við hann. Men hann hevur eitt stórt ynski um at vera sosialur.

Fyri at Jónatan skal klára seg ígjøgnum dagin, hevur hann tørv á at hava dagin skipaðan og vístan í myndum (boardmaker). Hann fær betur konsentrera seg, betur spælt og er nógv glaðari tá. Hann trívist best við rutinum, og um hann verður væl fyrireikaður. Um tað er okkurt, sum hann er ónøgdur við, meðan hann er úti, so síggja vit tað, tá hann kemur heim, tí tá plagar hann at avreagera. Vit byrjaðu sjálvi at gera boardmaker-myndir til hann, og sóu hvussu væl hetta hjálpti. Aftaná hann fekk diagnosuna, fingu vit ein autismuráðgeva heim til okkara. Hon gav okkum alt tilfarið, og fortaldi okkum, hvussu vit skuldu brúka tað. Vit høvdu brúkt nógva tíð uppá at gera boardmaker-myndir til hansara, so tað var ein stórur lætti at fáa alt tilfarið frá henni.

Ein av størstu avbjóðingunum hevur verið, at hann er so hyperaktivur. Hann var so aktivur, og hevði trupult við at sita stillur til borðs. Hann kundi hoppa trampolin nærum heilar dagar uttan at gerast troyttur. Tað mesta av spælinum hjá honum var at renna runt og ýla ella at hoppa. Hann hevði eisini ringt við at sovna um kvøldarnar, og vit brúktu tað mesta av kvøldinum at liggja hjá honum, so hann fekk ligið stillur og sovnað. Eisini kundi hann vakja heilar nætur, onkuntíð hvørja nátt yvir longri tíð, so vit máttu skiftast um at sova um næturnar fyri at klára upp til arbeiðis dagin eftir. Hann er tíbetur byrjaður uppá heilivág fyri ADHD og fær eisini heilivág fyri at sovna. Tað hevur verið ein stór avbjóðing at fáa heilivágin í hann, men um hann ikki fær tað beinanveg um morgunin, so oyðileggur tað allan dagin. Hann broyttist skjótt, eftir hann fekk heilivág. Hann sovnaði beinanveg um kvøldarnar og svav betur um næturnar. Hann fór at spæla aftur. Tað hevði hann ikki gjørt í langa tíð. Hann bleiv róligari og byrjaði at tosa nógv meira.

Hann hevur ikki havt nógv mál, síðan hann var um tvey ára aldur, tá hann gavst at tosa í yvir tvey ár. Málið er ment nógv síðan, men er enn ikki aldursvarandi. Vit ynskja, at málið skal mennast enn meira, so tað verður lættari hjá honum at samskifta við onnur, og fyri at gera hann meira sjálvstøðugan.

Tá autisma er í familjuni, kann tað ofta tykjast einsligt og avbyrgt. Einføld ting sum at keypa inn ella at fara í føðingardagar, kunnu gerast ein stór avbjóðing og krevja planlegging. Og sum oftast velja vit at vera heima, ella bara annar av okkum fer. Flestu fólk eru øgiliga skiljandi um hetta, men fyri summi hevur tað tikið longur at góðtaka. Vit fingu nógvar viðmerkingar í byrjanini, um at ”hann sá so vanligur út”, ”allir dreingir eiga at vera soleiðis” og ”øll børn fáa diagnosur í dag”. Og fólk kundu hyggja, um vit vóru úti og hann bleiv illur, tí hann sá bara út sum eitt forkelað barn, sum fekk eitt rasaríannfall. Men sum oftast var tað, tí hann ikki megnaði øll intrykkini sum larmur, luktir o.s.fr., og bara breyt saman.

Í dag er hann sjey ára gamal og gongur á eini serstovu í Havn. Hetta hevur hjálpt honum nógv. Hann fær dagin skipaðan og lýstan í myndum. Vit hava fingið nógva ráðgeving og hjálp ígjøgnum tey. Tað hevur kravt nógva tíð og orku at koma ígjøgnum alla tilgongdina. Hann skilir enn ikki vandar, og kann tí ikki vera einsamallur. Annað av okkum má altíð halda eyga við hann. Hann er ofta rýmdur, og tá máttu vit sita við stongdari hurð fyri hansara egnu skyld. Vit hava uppliva einaferð, at hann rýmdi og var burtur í næstan 30 minuttir. Hann søkir ofta ímóti vatni, og tað kann skjótt blíva vandamikið, tá hann ikki dugir at svimja. Og tá hann ikki hevur so nógv mál, so fær hann heldur ikki biðið fólk um hjálpa sær heim.

Hann er ofta rýmdur, og tá máttu vit sita við stongdari hurð fyri hansara egnu skyld. Vit hava uppliva einaferð, at hann rýmdi og var burtur í næstan 30 minuttir.

Tað kann blíva øgiliga strævið, tá tú hevur eitt sjey ára gamalt barn, sum krevur líka nógva orku sum eitt tvey ára gamalt. Tað tekur hart uppá familjulívið. Tað er ikki nógv tíð til at vera par, og tað kann eisini ganga útyvir systrina. Hon lærdi seg skjótt at rýma inn á sítt kamar, tá stóribeiggin blívur illur. Og av tí at beiggin krevur so nógv, so má hon offra seg viðhvørt. Hetta er ofta ringt fyri eina fýra ára gamla gentu at skilja, men vit hava altíð tosa opið við hana, um at hann hevur autismu. Av tí sama er hon allarhelst eisini blivin nógv vaksnari, og er nú meira sum ein stórasystir fyri hann.

Vit hava tíbetur altíð havt góðan stuðul frá familju og umlætting, sum hann hevur tímað væl. Tað er stór hjálp at vita, at onkur annar heldur eyga við honum, ímeðan man fær løtt upp og gjørt ymiskt við systrini, sum man ikki hevur møguleika til, meðan hann er heima.

Annars liva vit sum flestu aðrar familjur. Vit royna at fáa autismuna at passa inn við arbeiði, familjulívi og frítíðini. Tað eru altíð nøkur ting, sum vit mugu velja frá, men vit hava valt at gleðast meir, um hvørt lítið framstig, ið vit fáa.




Viðkomandi greinar