Mítt summar: Eg elski at ganga náttartúrar á Velbastað
Lívsstílur

Mítt summar: Eg elski at ganga náttartúrar á Velbastað

Frítíð og arbeiði er ofta ringt at skilja sundur, tá ein er háskúlastjóri við bústaði á skúlanum. Fyri at løða upp og koma niður í gear leitar Hedvig Westerlund-Kapnas tí ofta til Velbastaðar - ofta á náttartíð.
Eftir: 06.07.2020

Navn: Hedvig Westerlund-Kapnas

Aldur: 63

Starv: Stjóri á Føroya Fólkaháskúla

Bústaður: Tórshavn

Hvar í Føroyum heldur tú, øll eiga at uppliva ein góðan summardag?

Úti! Hvar sum helst í náttúruni. Sjálv elski eg at ganga náttartúrar á Velbastað. Tá eg havi feriu, dámar mær at rokast allan dagin við onkrum handaligum og at sita sum minst við telduni. Og tá eg havi málað og smíðað ein heilan dag, er tað so praktfult at koma út í náttúruna. Velbastaður er ein vøkur bygd við nógvari nátturu, ríkum djóralívi, góðum gøtum framvið sjóvarmálanum, vøkrum grótgørðum osfr. Her løði eg upp og komi niður í gear.

Um summarið eti eg...

ordiligan mat, við feskum rávørum. Í ár geri eg heilt nógvan griskan mat – kanska eg havi ein feril av útlongsli?

Hevur tú eitt serligt summarminni, sum fær teg at smílast?

Ja, og tað er púrasta privat😊

Hvat er altíð í tínum sminkupungi/tasku um summarið?

Sminku brúki eg ongantíð, men eina pinsett, tannsteytarar, deodorant og parfumu havi eg hjá mær. Umframt telefon, løðara og gjaldskort. Og so ymisk reinførislutir um eg t.d. skal yvirnátta.

Í summar fari eg...

at byggja, smíða og vera saman við familjuni. Sum háskúlalærari við bústaði á skúlanum noyðist eg at sleppa burtur fyri at halda frí, og tá fari eg ta longu leið til Velbastaðar at vera í okkara húsum har.

Er okkurt serligt, sum hevur fast pláss í tínum summarkalendara?

Fólkafundurin á Háskúlanum á ólavsøku gleði eg meg til, hóast hann verður øðrvísi í ár. G! hevur verið eitt hæddarpunkt hjá mær, men tað má verða næsta ár.

Er okkurt serligt summarplagg á tínum ynskilista?

Havi sett mær fyri eingi klæðir at keypa í eitt ár. Men eg havi seymað mær stakk úr endurnýtslutilfari til ólavsøkuna.




Viðkomandi greinar