Mítt summar: Túrar vestur í Innandals er gott fyri likam og sál
Lívsstílur

Mítt summar: Túrar vestur í Innandals er gott fyri likam og sál

Hjá grafikaranum Suffíu Nón ganga tvey støð aftur á listanum yvir summarútferðir: Ein túr í Sandoynna at njóta serliga landslagið har, og ein - helst fleiri - túrar vestur í Innandals í Fuglafirði, sum er gott fyri likam og sál. 
Eftir: 16.07.2020

Navn: Suffía Nón

Aldur: 41 ár

Starv: Grafikari og eigari av grafiska virkinum FJORD

Bústaður: Fuglafjørður

Hvar í Føroyum heldur tú, øll eiga at uppliva ein góðan summardag?

Eg haldi, at øll eiga at uppliva ein góðan summardag vesturi í Innandals í Fuglafirði. Hesin dalur er ein perla, ið liggur eitt sindur ovarlaga vestan fyri bygdina. Nú er ein góð gongugøta við ljósum gjørd niðan í dalin, og er dalurin tí sera lættur at koma til. Í dalinum er ein breið á við hyljum, ið er góð hjá børnum at spæla og fanga síl í. Har er sera friðsælt og kann gott blíva rættiliga heitt ein góðan summardag. Ein kann ikki annað enn gerast hugtikin av nátturuni, ið er kring dalin. Serliga Blábjørg er hugtakandi, har tað stendur so reyst og hátíðarligt, sum ein alvitandi og elligomul drotning. Eg havi mangan sum barn - og vaksin - sovið í telti vesturi í Innandals, og er tað altíð eitt fantastiskt upplivilsi. Gott fyri likam og sál.

Um summarið eti eg...

Ofta jarðber, ís og aðrar kaldar dessertir. Smoothie við berum er eisini oftari á matskránni um summarið enn um veturin.

Hevur tú eitt serligt summarminni, sum fær teg at smílast?

Mín 40 ára føðingardagur varð hildin á Mallorca, vit vóru 9 fólk, børn og vaksin, ið vóru avstað. Hetta var ein heitur føðingardagur, ið varð hildin á strondini í bikini og sandalum. Deiligt summarminni, ið er gott at minnast afturá.

Hvat er altíð í tínum sminkupungi/tasku um summarið?

Eg eri sera ljósviðbrekin og havi tí altíð sólbrillur í taskuni. Eg fái høvuðpínu av ov nógvum sterkum dagsljósi, og eru sólbrillurnar tí sera góðar at hava, eisini um sólin ikki beinleiðis er frammi. Annars so havi eg altíð Aloe vera feittstift frá Dr. Melumad í taskuni - fantastiskt produkt.

Í summar fari eg...

saman við manni og børnum í summarhús í Skálavík. Eg havi einki tilknýti til Sandoynna og kenni sum so ongan, ið býr har, men tað er okkurt við friðinum og tí “sløttu” náttúruni har, ið tiltalar meg. Á Sandoynni kann ein síggja hús, ið daga móti luftini, og eri eg eitt sindur hugtikin av hesum. Hetta sær ein ikki líka ofta aðra staðni í landinum, serliga ikki her í Eysturoynni, har fjøllini eru so høg. Vit hava búð á Hotellinum í Skálavík nógv tey seinastu árini, men tá ið tað ikki er gjørligt í ár, hava vit leiga eini summarhús í staðin. Tað gleði eg meg nógv til, gott at fáa nakrar frídagar á Sandoynni.

Annars havi eg ikki verið á Tindhólmi, og kundi tí gott hugsa mær at sloppið út har í summar. Hvør veit? Kanska tað eydnast.

Er okkurt serligt, sum hevur fast pláss í tínum summarkalendara?

Hvørt summar gangi eg niðan á Skarð og Altarið, ið er oman fyri bygdina. Her er útsýnið heilt fantastiskt, eg verði líka bergtikin av náttúruni hvørja ferð.

Er okkurt serligt summarplagg á tínum ynskilista?

Eg hevði eitt ynski um einar appelsinlittar Adidas skógvar, men tær havi eg akkurát funnið og keypt. Troyggjur eru kanska ikki beinleiðis summarpløgg, men eg eri ein troyggjugenta og elski at vera í troyggjum. Mær dámar sera væl troyggjurnar hjá teimum føroysku sniðgevunum, og beint nú er ein troyggja hjá Shisa Brand, ið eitur “OVERSIZED GRÓTHÚS SWEATER” á mínum ynskilista. Hana kundi eg væl hugsað mær at átt til tær ljósu summarnæturnar.




Viðkomandi greinar