Nú er 4. sesong av Emily in Paris klár at stroyma
Lívsstílur
Nú er 4. sesong av Emily in Paris klár at stroyma
Í gjár kom ein nýggj sesong av Emily in Paris út á Netflix. Minnist tú, hvussu sesong 3 endaði?
Eftir: Anniku Kunoy Im 16.08.2024

Endiliga var hon her - nýggja sesongin av væl umtóktu Netflix-røðini Emily in Paris.

3. sesongin av røðini við vælkløddu Emily Cooper í romantiska stórbýnum, París, endaði við, at Camille og Gabriel stóðu við altarið og skuldu geva hvørjum øðrum sítt ja, tá Camille brádliga sigur - frammanfyri øllum gestunum - at hon bert er saman við Gabriel, tí hon og Emily sínámillum hava avtalað ikki at vera saman við Gabriel, tí báðar hava gott eyga á honum - ein avtala, hon jú sjálv brýtur, tá hon jú stendur við altarið saman við honum - og at hon ikki kann gifta seg við Gabriel, tí hann er forelskaður í Emily, og at tey bæði hava verið góð hvørt við annað, síðan tey møttust.

Við liðina av Emily til vígsluna situr Alfie, sjeikurin hjá Emily, sum reisir seg og rýmir frá hátíðarhaldinum, tá ið hann finnur útav, at Emily er forelskað í Gabriel. Tá sesongin endaði, sótu Emily og Gabriel og tosaðu, og tá segði hann henni, at hann hevði fríggjað til Camille, tí hon var við barn...

Nú liggur sesong 4 klár at stroyma á Netflix, og nú fáa vit væntandi svar uppá spurningarnar, vit hava sitið við síðan desember 2022, tá sesong 3 kom út.

Fara Emily og Gabriel at finna saman, ella fara Emily og Alfie at finna útav tí? Hvussu við Camille, sum er við barn og eisini hevur fjasast við eini aðrari damu, meðan hon var saman við Gabriel? Og hvussu verður við sangkarrieruni hjá stuttligu og evnaríku vinkonuni, Mindy?

Tað er eitthvørt við hesi kostnaðarmiklu røðini, sum ger, at hon riggar. Sambært tølum frá Netflix varð røðin stroymað í 58 milliónum húsarhaldum um allan heimin í 2020, og røðin var mest sædda røðin á stroymingartænastuni í 2022, tá ið seinasta sesongin kom út.

Tað er vælkendi Darren Star, ið hevur gjørt røðina. Darren Star hevur eisini gjørt røðir so sum Beverley Hills 90210, Melrose Place og Sex and the City, so uppskriftina til eina bergtakandi røð, kennir hann óivað. Tað er navnframa Lily Collins, sum spælir høvuðsleiklutin sum Emily Cooper við viðurkenda leikaranum, Ashley Park, við sína lið. Camille verður leikt av virdu, fronsku sjónleikarinnuni, Philippine Leroy-Beaulieau.

Hóast hetta, so er røðin eisini ein røð, sum vit elska at hata. Ein sokallað ‘guilty pleasure’ ella ‘brain vacation’ sum fleiri ummælarar eisini málbera seg á enskum. Røðin snýr seg um eina púra vanliga amerikanska unga kvinnu, sum fær ein arbeiðsmøguleika í spennandi og titrandi franska stórbýnum, París - og harfrá halda ævintýrini fram, bæði tey romantisku og tey á karrieruleiðini. Og alt verður gjørt í spennandi og litríkum designaraklæðum, vit bert kunnu droyma um.