Ósemjur kring jólaborðið - hvat gert tú?
Lívsstílur
Ósemjur kring jólaborðið - hvat gert tú?
Hvussu hevur tú tamarhald á tær sjálvari, tá høgtíðin fær teg at kenna teg alt annað enn samlaða og sissaða? Her eru nøkur boð: 
Eftir: Anniku Kunoy Im Mynd Veitari 23.12.2024

Livandi ljós, hugnaligar løtur, jólatónleikur, mandarinir, karamellur, konfekt... og ja, familjusamvera. Høgtíðirnar kunnu vera hugnaligar, men tær kunnu eisini gerast stressandi, og summar gleðast um samveruna, meðan aðrar nærum øtast, tí ósemja og klandur ofta stinga seg upp kring jólaborðið. Og tá er vónbrotið tað størri, tí fyrireikingarnar til hugnaligu løturnar hava verið drúgvar.  

Onkuntíð eydnast tað, men onkuntíð er tað torført at liva upp til stóru væntanirnar kring borðið - kanska serliga tá bæði persónsmenskur og meiningar eru nógvar og ymiskar. Hvussu hevur tú tamarhald á tær sjálvari, tá høgtíðin fær teg at kenna teg alt annað enn samlaða og sissaða? Her eru nøkur boð: 

 

1. Tíðin áðrenn jólini er stressandi fyri fleiri. Nógv er at gera við at baka, vaska, keypa, pynta, møta til tiltøk, halda tiltøk, vitja fólk, bjóða fólki og so framvegis. Tað kann vera strævið og kennast tungt, tá gerandisdagurin frammanundan er pressaður. Góðtak, at tað er strævið, og at tey, sum tú ert saman við, kanska eisini kenna tað strævið. Tað er ókey, at øll ikki eru í jólahýri.  

 

2. Tú kanst vóna tað besta, men kortini vera fyrireikað upp á tað ringasta, um tú veitst, at tú um høgtíðina skalt til borðs saman við fólki, sum tú ofta ert ósamd við og ofta brestur saman við. Eitt tað besta, tú kanst gera fyri teg sjálva, er at vera fyrireikað og hugsa um møguligar keðiligar støður, ið kunnu stinga seg upp, og hvussu tú ætlar at svara aftur - um tú ætlar at broyta evni, halda teg uttan um samrøðuna ella fara frá borðinum. Eisini er gott at tosa við onkran annan í familjuni um hesar støðurnar, eftir at tú hevur upplivað tær, so tær ikki úldna og gera teg beiska.  

 

3. Ikki lata nøkur fá oyðileggja tær veitsluna, tí aloftast eru fleiri onnur í familjuni ella kring borðið, tær dámar væl at vera saman við. Fá yvirlit yvir rúmið, og halt teg til og hugsavna teg um tey upplyftandi fólkini, ið vilja tær væl.  

 

 

4. Finn tær eina at tosa við um tingini. Eru ósemjur ein afturvendandi trupulleiki, tá familjan kemur saman, er skilagott at finna onkran at tosa við í trúnaði í familjuni - mammuna, makan, svigarinnuna ella onkran annan. Til ber eisini at heita á viðkomandi, so tit kunnu fara til viks, tá á stendur, og tosa saman um ósemjurnar, áðrenn tær fáa syndrandi avleiðingar. 

 

5. Minst til at taka góða lagið við í veitsluna. Vit hava bara tamarhald á okkara egnu kenslum, og vit kunnu bara stýra okkara egna atburði. So kanst tú jú altíð vóna, at hini í rúminum ávirkast av góða lagnum, tú sjálv ert í.  




Viðkomandi greinar