Regin Marnersson – Kvinnur stríðast meira fyri tí, sum er rætt og rættvíst, og samstundis er kvinnan eisini fjálg og hjartagóð
Lívsstílur
Regin Marnersson – Kvinnur stríðast meira fyri tí, sum er rætt og rættvíst, og samstundis er kvinnan eisini fjálg og hjartagóð
-Kvinnur eru sum ein gáta fyri mær. Hetta er bæði ørkymlandi og argandi, men eisini hugtakandi og kann enntá vera tølandi, sigur Regin Marnerson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum. Vit práta við Regin Marnerson um kvinnurnar í hansara lívi.
Eftir: Ingrid Bjarnastein Myndir Amy Hansen  27.09.2023

Regin Marnersson er skúlastjórri í Skúlaanum á Fløtum í Havn. Hann er giftur við Marjuni, og saman eiga tey børnini Brá, Hóra og Gilla.

Tað besta við kvinnum er...
At tær eru heilt øðrvísi enn vit menn. Tað ber sjálvandi ikki til at generalisera, men kvinnur hava nakað annað enn menn. Kvinnur fara ikki altíð eftir teimum skjótu loysnunum. Tað er ein fella hjá mær, at eg hugsi skjótt og vil skjótt víðari. Har haldi eg, at kvinnur eru øðrvísi. Bæði heima og gjøgnum mítt starv og míni frítíðarítriv vísir tað seg ofta, at kvinnur koma við fleiri loysnum og um ikki við loysnum, so við teimum spurningunum, sum skulu til fyri at finna eina loysn.
Kvinnur hava eina styrki, sum vit menn ikki hava. Menn hava fysiska styrki, men kvinnur eru sterkar, tí tær megna at bera so nógvar kenslur. Ein styrki, sum eg altíð havi hildið vera hugtakandi.
Samfelagið hjá okkum er soleiðis háttað, at kvinnur skulu arbeiða harðari fyri at náa tað sama sum menn, og tað ger, at tað, sum vit fáa frá kvinnum, er betri. Fyrstu ferð, eg slapp á val – í 1998 – valdi eg ein mann. Men síðani havi eg bara valt kvinnur. Tí kvinnur gera sær størri ómak. Hyggur tú eftir nøkrum av torførastu árunum í føroyskum politikki, so sat Marita við stýrisvølin. Tá ið tað leikar á, hava vit brúk fyri eini kvinnu. 
Ein standmynd stendur mitt í Havn, har myndevnið er kvinna og maður. Tá eg síggi hana, lesi eg burtur úr henni, at kvinnan stendur fatt saman við manninum, men hon stendur eisini í sær sjálvari. Hinvegin stiðjar maðurin seg móti kvinnuni. Tókst tú hann burtur, stóð hon enn við sama lag. Men tekur tú hana burtur, koppar hann. Eftir mínum tykki er tað soleiðis, tingini ofta hanga saman. Hendan styrkin, sum so nógvar kvinnur hava, er heilt serstøk. Kvinnur stríðast meira fyri tí, sum er rætt og rættvíst, og samstundis er kvinnan eisini fjálg og hjartagóð. Tað, haldi eg, er hugtakandi.

Fyrstu ferð, eg slapp á val – í 1998 – valdi eg ein mann. Men síðani havi eg bara valt kvinnur. Tí kvinnur gera sær størri ómak.

Kvinnur og útsjónd...
Eg haldi, at kvinnur ganga hægri upp í sína útsjónd, enn menn ganga upp í sína, og tað er bæði ein styrki og ein veikleiki. Tá ið eg lati meg í um morgunin, so eru tað tey klæðini, eg lati meg úr um kvøldið, og tað ger næstan tað sama, hvat eg havi gjørt. Kvinnur kunnu fara í eitt sett av klæðum til arbeiðis, eitt at vera í heima og so eitt triðja, tá ið tær skulu út um kvøldið. Kvinnur kenna størri trýst á sær at skula síggja út upp á ein ávísan máta.

Tað ringasta við kvinnum er...
Kvinnur eru sum ein gáta fyri mær. Hetta er bæði ørkymlandi og argandi, men eisini hugtakandi og kann enntá vera tølandi. 
Fyri meg er tað torførasta við kvinnum, at eg skilji so illa hugsanarháttin hjá kvinnum. At tað skal tosast so nógv, áðrenn tað ber til at taka eina avgerð. Eg eri klárur at taka eina avgerð fleiri ferðir á leiðini, áðrenn eitt konufólk er komið har til. Og tað kann ørkymla meg rættiliga nógv, tí eg sleppi ikki víðari. Eg leiti eftir skjótum loysnum, vil sleppa at seta eitt flugubein og fara víðari. Marjun og eg eru ikki altíð samd, og viðhvørt gera vit tingini upp á mín máta og aðrar tíðir hennara. Og eg má viðganga, at tær ferðirnar, vit hava tosað tingini ígjøgnum, eru tær góðu loysnirnar funnar, men ofta tá ið vit hava tikið mínar skjótu avgerðir, eru vit bakkað, byrjað av nýggjum og hava síðani fylgt hennara hugskotum. Sjálvt um eg væl dugi at síggja hetta aftureftir, so dugi eg ikki at taka tað við mær frameftir.

Marjun hevur lært meg at dekka mín blindvinkul og ikki at taka ov skjótar avgerðir, tí kanska er fyrsta loysnin als ikki tann besta. Og tað hevur mangan tænt mær væl.

Tað týdningarmesta, ein kvinna hevur lært meg...
Er at toga í bremsuna og hugsa meg um. Tað hevur Marjun lært meg. Eg eri bráður, og onkursvegna havi eg eisini lyndi til at vera ov optimistiskur. Tað er ein styrki viðhvørt, men hon hevur lært meg, at tað er altíð gott at finna meira enn eina loysn upp á sama trupulleika. Havi eg fleiri loysnir, havi eg okkurt at velja í. At sova upp á tað, áðrenn eg taki eina avgerð fyri at siga tað heilt einfalt. Tað er ikki neyðturviliga skeivt at vera bráður ella optimistiskur, men tað kann gera, at eg komi til at taka onkra skeiva avgerð. Marjun hevur lært meg at dekka mín blindvinkul og ikki at taka ov skjótar avgerðir, tí kanska er fyrsta loysnin als ikki tann besta. Og tað hevur mangan tænt mær væl.

Um menn áttu kvinnur at vitað, at...
At fyri menn er rós bensin. Fyri rós renna vit upp á mánan og aftur. Vit hava tørv á, at onkur klappar – bæði fyri okkum og á ryggin á okkum. Eg dugi ikki at siga, hví tað er soleiðis, men í so máta eru vit rættiliga einfaldir.

Og so tað, at tað ber í roynd og veru til at hugsa um einki. Eisini rættiliga leingi. Tá eg seti meg við einum kaffikoppi og bara hyggi út, so geri eg einki annað enn at hyggja út og drekka kaffi. Kanska eg síggi ein fugl. Høvdið er bara tómt. Hetta hjálpir mær við at finna ein tráð aftur seinni, sum eg fyrr havi slept. Og júst hesum meti eg ikki, at tað er forstáilsi fyri í samfelagnum sum heild. So eg hevði ynskt, at kvinnur kundu góðtikið, at vit menn kunnu hugsa um einki. Tá vit siga, at vit hugsa um púrt einki, so er tað tað, vit gera.

Um kvinnur áttu menn at vitað, at...
Kenslustigin hjá kvinnum er nógv meira samansettur enn hjá okkum monnum. Hjá okkum er kenslan antin “small, medium ella large”. Tað eru umleið tey frábrigdini, vit hava. Eitt konufólk hevur ótrúliga nógv kenslubrigdi, bæði í køldum og heitum litum og í tølum frá 1-100. Tit kunnu føla okkurt alla tíðina og føla ofta alt samstundis. Mótstríðandi kenslur, fyri og ímóti og megna at fyrihalda tykkum til tað í nógv størri mun enn vit menn. Aftan fyri alt hjá tykkum liggur eitt ótal av kenslum, sum vit menn als ikki klára at ímynda okkum. Eisini har eru vit rættiliga einfaldir. Og tí síggja vit eisini einfaldar loysnir viðhvørt, vit síggja ikki øll brigdini, og tí verður ov nógv grátt. Eg haldi, at hetta í nógvum førum er við til, at kvinnur eru límið í familjuni.

Tann sterkasta kvinnan í mínum lívi...
Er uttan iva kona mín, Marjun. Hon røkir eitt fulltíðarstarv, meg og okkara heim. Tað er so nógv meira, enn eg megni.

Eg fái ofta rós fyri at vera raskur til arbeiðis. Ella tí eg arbeiði uttanfyri í túninum. Men tá er Marjun inni, ruddar, ger mat, koyrir børnini og ger alt tað “ósjónliga”, um hon ikki er við í túninum. Vit hava til dømis lagt alt túnið saman. Okkum dámar væl at arbeiða saman uttanfyri. Tað ger hon umframt alt hitt. Hon rúmar so nógvum. Leiðir bæði meg, okkara húsarhald og familjuna annars. Hon velur ongantíð løttu loysnina ella loysnina, har hon sjálv fær mest burturúr. Marjun hvørvur ikki úr samrøðuni, tá ið hon verður torfør. Hon megnar at vera í henni og eisini at halda meg har, og tað skal pínadoyð Jobs tol til viðhvørt, tí eg eri so tvørur. Og tá ið vit eru í hesi truplu samrøðuni, so argar tað meg óendaliga nógv, at vit skulu vera har. Tá vit so heysta fruktirnar av tí, so dugi eg væl at síggja, at tað var gott, at vit gjørdu tað. Men tá vit aftur eru í eini líknandi støðu, so dugi eg framvegis ikki at síggja, at tað er gott, at vit gera tað. Hon er heilt víst tann sterkasta, og tí eri eg í veruleikanum rættiliga stoltur av.

Fyrsta kvinnan...
Tað má vera mamma mín. Hon var heima saman við mær fyrstu barnaárini. Vit búðu í Tjørnuvík, har babba var lærari. Hon var altíð har, og tað man hava givið mær nakað gott, uttan at eg minnist tað ella kann eyðmerkja, júst hvat tað er. Kenslan, eg siti við, er, at míni fyrstu barnaár vóru trygg, og tað eigur mamma. Lívið hevur givið henni nakrar mótbrekkur síðani, men hon hevur altíð stuðlað mær í øllum, og tað er gott.

Elsta kvinnan... 
Hava verið báðar ommurnar. Tær høvdu hvør sítt lyndi. Omman á Sandi, Regina (Ginna), sum eg eiti eftir. Hon var ommulig, fjálg, heit og bleyt. Hon borðreiddi við tjúkkum franskbreyðsflísum við nógvum nuggeline. Tá eg var hjá ommu, so visti eg altíð, hvar hon var. Ein tryggleikakensla er knýtt at mínum vitjanum har. Um eg hevði nakað at spyrja um ella bara hevði tørv á eini ommu, so hevði hon tíð – ella tað kendist, sum hon hevði tíð. Henni dámdi væl at vera saman við mær og hinum ommubørnunum, so selskapið var altíð gott. Hon doyði bara alt ov tíðliga, tá ið eg var 8 ára gamal. Hon var tann fyrsta, eg misti, og eg minnist tað sum ein stóran, stóran sakn.

Omman á Sandi, Regina (Ginna), sum eg eiti eftir. Hon var ommulig, fjálg, heit og bleyt. Hon borðreiddi við tjúkkum franskbreyðsflísum við nógvum nuggeline. Tá eg var hjá ommu, so visti eg altíð, hvar hon var. Ein tryggleikakensla er knýtt at mínum vitjanum har.

Hin omman var omman í Vági. Hon var øðrvísi. Men á sama hátt sum við ommuni á Sandi, so visti eg altíð, hvar hon var. Hon var eitt sindur fínari, og henni dámdi væl, at tingini vóru fín. Hon hevði eina fínustovu, har vit børn ikki sluppu at vera, men sjálvandi sníktu okkum inn viðhvørt. Eg minnist, at hon hevði nips standandi frammi allastaðni. Eitt stórt stereoanlegg í barnahædd. Hon var av teirri sannføring, at børn skuldu læra, at tingini skuldu fáa frið, so onki varð flutt, tá ið ommubørnini komu á vitjan. So fyri foreldrini hevur tað verið strævið at vitja ommu. Eg minnist tað sjálvandi ikki sum strævið, men heldur, at omma hevði 1000 ting, sum vóru so spennandi.
Mær dámdi eisini so væl at eygleiða sambandið millum hana og abba. Tað var vakurt at síggja tey. Hóast tey kundu vera eitt sindur speisk viðhvørt, so var tað, sum vóru tey forelskað øll árini.

Omma doyði av Alzheimers, og tað var hart at síggja. Omman, sum eg kendi, hvarv, men kroppurin varð verandi.

Yngsta kvinnan…
Er dóttirin Brá. Tá ið hon var á veg, minnist eg, at eg ivaðist í, hvussu eg fór at klára meg í leiklutinum sum foreldur. Allir teir tankarnir hvurvu, tá hon so var her. Hennara nærvera broytti allan heimin fullkomiliga. So hon var ein stór gáva til mín og Marjuna. Okkara forhold byrjar næstan við henni, so hon hevur verið við alla tíðina. At síggja hana vaksa og mennast og gerast til tað sjálvstøðuga menniskjað, sum hon er nú, er spennandi. Brá hevur altíð havt ein sterkan persónleika. Hon veit, hvat hon vil. Hon er ikki ein larmandi týpa ella ein, sum trokar seg fram, men hon er týðilig í tí, sum hon ger og vil. Miðvís og setir mørk.

Hon hevur lært meg nógv. Millum annað, at tað, sum hevur týdning í lívinum, eru tey veruligu tingini. Familjan og fólkini rundanum. Hon er sprotin í okkara familju. Og so hevur hon lært meg, at eitt hjarta kann ikki gerast fult, tí har rúmast altíð meira, har er altíð pláss fyri einum afturat. Sjálvt um tú heldur, at nú er fult, so kanst tú altíð leggja meira afturat. Einaferð í framtíðini fer hon at leggja aftur at okkara familju, og tá veit eg, at tað er rúm fyri fleiri.

Mín kvinna... 
Er Marjun, og henni eri eg ótrúliga stoltur av. Vit hittust á Læraraskúlanum, har vit komu í flokk saman. Men tað rann ikki saman millum okkum beinanvegin. Eg haldi, at hon er so dugnalig, og so er hon mín besti vinur. Hon megnar so ótrúliga nógv. Tá ið samanum kemur, eri eg helst ikki so lættur at liva saman við. Eg tosi ikki nógv, hóast summi kanska halda tað, og tað kann vera strævið fyri hana, at eg tosi so lítið, sum eg geri.

Seinastu árini havi eg tikið eina leiðsluútbúgving umframt at vera skúlaleiðari á einum stórum skúla við nógvum avbjóðingum hvønn dag. Tað hevur merkt, at hon hevur borið ta tungu byrðuna heima. So kann onkur saktans siga, at eg eri raskur at hava eitt avbjóðandi starv og samstundis taka eina leiðsluútbúgving. Men sannleikin er, at hon er nógv raskari enn eg, tí hon ger tað møguligt. Eg kann bara tað, eg geri, tí hon er har. Vit eru sum standmyndin í miðbýnum. Um Marjun hevði verið tikin burtur, hevði eg koppað.
Tá tað gerst avbjóðandi ella torført, fer hon í føraratroyggjuna og leiðir okkum millum skerini. Tað er eitt sindur “øv”, at hon ofta situr í einum meira ósjónligum leikluti fyri uttanfyristandandi - sum so mangar aðrar kvinnur - tí ofta eigur hon nógv størri rós uppiborið, enn hon fær.




Viðkomandi greinar