Reyðar vakrar og blómandi plantur til heimið
5 myndir

Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Myndir: Veitarar 08.07.2024

Plantur eru hugnaligar og geva eitt deiligt huglag í heiminum. Og við plantum í reydligum litbrigdum fært tú eisini eitt sindur av litspæli í innrættingina. Vit hyggja nærri at fimm vøkrum plantum, har bløðini eru hugtakandi og reydlig.

Myndir
5 myndir

Firvaldssmæra/Oxalis Triangularis

Serstøku bløðini og ljósu violettu blómurnar gera Oxalis Triangularis serstaka. Plantan verður eisini kallað firvaldssmæra, og sostatt er hon í ætt við sýrusmæru, sum eisini veksur sum ”ókrút” í fleiri urtagørðum.

Firvaldssmæran er løtt at fáa at trívast – um hon fær vatn og ljós, so veksur hon. Henni dámar ikki, at moldin gerst ov turr; men er moldin ov turr, so hanga bløðini, men eitt langt vatnbað fær hana aloftast at rakna við aftur.

Paletblað/Coleus

Coleus er ein litrík og hugtakandi plantufamilja, har bløðini hava eitt leikandi brá. Hon trívist væl í sólarljósi og dámar bæði væl hitan og ljósið frá sólini, og tá koma reydligu litbrøgdini á bløðunum fram. Setur tú plantuna á eitt stað við minni ljósi, so verða bløðini grønari.

Plantan skal vatnast, tá ovasta lagið av moldini er turt. Bløðini fara at hanga og verða veik, um henni manglar vætu. Tá plantan trívist, veksur hon skjótt og væl, og tí er lætt at taka avleggarar – klipp av einari grein og set í vatn ella beinleiðis í mold, og lat moldina vera slevjuta alla tíðina í byrjanini. Tað er eisini eitt gott hugskot at klippa plantuna eitt sindur av og á, so verður hon sterkari og prúðari.

’Elefantøre’/Caladium

Caladium hevur røtur í suðaramerikansku regnskógunum, og júst upprunin setur krøv til røktina av plantuni, um hon skal vaksa heima í stovuni.

Set plantuna ljóst - tó kann beinleiðis sólarljós skaða bløðini. Og kulda dámar plantuni als ikki, tí er týðandi, at plantan ikki stendur, har gjóstur er. Plantan trívist væl við høgari luftvætu, so fá tær ein sirmara, so bløðini kunnu fáa eitt lítið sirm av og á.

Plantan skal, sum nevnt, hava nógva vætu, og moldin skal aldrin vera heilt turr, men hon skal heldur ikki vera alt ov vát, tí so er vandi fyri, at røturnar rotna. Allarbest er at vatna við vatni, sum hevur stovuhita. Í summarhálvuni er gott at brúka tøð umleið tvær ferðir. Í vetrarhálvuni veksur plantan ikki, og av og á síggjast bløð leggja seg saman; men syrg fyri, at plantan verður vatnað, tá brúk er fyri tí, so raknar hon við, tá várið kemur.

Tað finnast 79 ymisk sløg av Caladium.

GG! Caladium er eitrandi

Eitrið er skaðiligt fyri bæði menniskju og djór. Um onkur hevur etið ella fingið okkurt av plantuni í munnin, so syrg beinanvegin fyri at drekka og tak restir av plantuni úr munninum. Ring til læknan og fá nærri vegleiðing.

Radiatorplanta/’Musehaleaks’

Tað er ikki av tilvild, at ’musehaleaks’ eisini verður kallað radiatorplantan, hon stórtrívist nevniliga nærhendis einum radiatori, har tað er fjálgt og heitt. Eyðkendu bløðini, sum eru tjúkk og næstan mynstrut á at líta, halda væl vætu, og tí er ikki neyðugt at vatna plantuna serliga ofta. Moldin skal turka, áðrenn tú vatnar plantuna.

Djúpu, reydligu bløðini vaksa tætt, og plantan krevur ikki stórvegis fyri at trívast, og tí hóskar hon væl til tín, sum ikki hevur so grønar fingrar.

Fiskabein/Calathe stromanthe

Vakra, tropiska plantan Calathe, eisini ofta nevnd fiskabein, finst í nógvum ymsum útgávum, har bløðini hava ymiska stødd, mynstur og lit. Navnið fiskabein kemst av sermerkta mynstrinum á nøkrum av bløðunum, sum minna um fiskabein. Bløðini eru so ymisk, at tú aldrin finnur tvey eins bløð á einari plantu. Á enskum verður plantan ofta kallað prayer plant, tí bløðini á nøkrum sløgum rulla seg saman um náttina.

Fiskabeini nýtist ikki nógv ljós, og tí er best, um hon ikki stendur í vindeygakarminum. Plantan

trívist best í vátligari mold og vátligum umhvørvi og hita, og tí er hon sera fegin, um hon sleppur at standa tætt at øðrum plantum.

Tropiskum plantum dámar væl høga luftvætu, og tí er gott at brúka ein sirmara hvørja viku – og av og á geva teimum eitt brúsubað.

Visti tú …

At flestu plantur hava tørv á tøðum í summarhálvuni, tá tær vaksa allarmest. Ein góð tummilsregla er at tøða fjórðu hvørja viku í summarhálvuni.

Visti tú …

at 80 prosent av plantum doyggja, tí tær ikki verða vatnaðar rætt?