Ruth Thomsen heiðrað við fyrstu kærleikskúluni í 2020
Lívsstílur

Ruth Thomsen heiðrað við fyrstu kærleikskúluni í 2020

Á hátíðarløtu í Listasavni Føroya varð kærleikskúlan 2020 hjá Dugna avdúkað. Listamaðurin Eli Smith hevur sniðgivið kúluna. Á hvørjum árið verður fyrsta kærleikskúlan latin einum persóni ella felagsskapi, sum hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum og hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna. Í ár varð Ruth Thomsen, ráðgevi í Sjóndeplinum og forkvinna í Blindafelagnum, heiðrað við fyrstu kærleikskúluni.
Eftir: 27.11.2020

Her er grundgevingin fyri, at júst Ruth Thomsen í ár varð heiðrað.

- Hon er ein góð, virðilig rødd, sum er ein fantastisk umboðan fyri tey, hon arbeiðir fyri. Hon ber eitt brek, sum er ein partur av henni, men hetta er tó ongin forðing fyri at gera eitt megnarverk fyri nógv onnur menniskju. Kortini sær hon ikki forðingar, men dugir at skapa møguleikar.

- Hon er altíð til reiðar at hjálpa, og so er hon sera arbeiðssom og íðin, og hon steðgar ikki, fyrr enn málið er rokkið.

- Henni hevur eydnast at varpa ljós á umstøður hjá fólki, ið eru blind ella sjónveik, og hon er ein góð og virðilig talskvinna.

- Hon er sera menniskjalig og hevur eitt gott lívsmót, sum smittar á okkum onnur.

- Hon hevur skipað fyri fleiri tiltøkum fyri at skapa eina fatan av umstøðunum hjá teimum, sum eru blind ella sjónveik. Júst henda fatanin er við til at betra umstøðurnar og víðka um møguleikarnar hjá teimum, sum hon umboðar.

Í Kvinnu 2 í 2018 høvdu vit eina størri samrøðu við Ruth Thomsen, sum væl tolir at verða lisin umaftur.

Ein lætti, tá sjónin fór heilt

Ruth Thomsen var síðst í tjúgunum og átti trý smá børn, tá hon gjørdist blind. Ruth hevði ógvuliga ilt við at góðtaka, at hon var um at gerast blind. Men tá síðsta sjónin fór, kendist tað sum ein lætti, tí hon skuldi ikki longur brúka alla sína orku til at royna at síggja nakað, sum hon kortini ikki sá. Í dag hevur hon eitt gott lív, men saknurin at síggja síni nærmastu og litspælið í náttúruni er enn stórur.

Blá bók

Navn: Ruth Thomsen

Fødd 1967 í Havn

Býr í Hoyvík

Útbúgvin sum handilsfólk í Griflinum

Starv: Ráðgevi hjá Føroya Blindafelag

Hjúnafelagi: Sólbjørn Thomsen

Børn: Ingibjørg, Thomas Juul  og Petur

Ruth tekur ímóti í hurðini í raðhúsunum í Hoyvík, sum hon og maðurin Sólbjørn fluttu inn í fyri einum lítlum ári síðani. Hon er vælklødd, og hárið situr snøgt. Hon smílist og rættir hondina fram.

Hon hyggur við eygum, sum einki síggja. Ruth hevur verið blind í tjúgu ár, men tað er kortini ikki nógv, hon ikki klárar. Og hóast hon hvørki sær seg sjálva ella onnur, hevur tað stóran týdning fyri hana, at hon sær ordilig út.

- Í dag havi eg ikki gjørt so nógv burturúr, men eg gangi øðiliga høgt uppí at vera pent ílatin, og vanliga leggi eg make-up hvønn morgun. Tað skal ikki vera tað, sum avdúkar, at eg ikki síggi, sigur hon og flennir.

Hon býður innar í køkin, har kaffi og smákøkur standa á borðinum. Trý sløg av smákøkum, sum hon sjálv hevur bakað. Og tær eru bæði snøggar og sera væl­smakk­andi.

- Eg elski at baka, og tað gongur sum eitt spæl, hóast eg einki síggi, sigur hon smílandi og fær sær eina smákøku á tallerkin.

Við pápa á møti

Ruth hevur eina arvaliga eygnasjúku, sum so líðandi hevur tikið sjónina frá henni. Hon sá illa longu sum barn, men tá hugsaði eingin, at hon hevði eina sjúku.

- Eg fekk brillur, tá eg byrjaði í skúlanum, men tá hildu tey bara, at eg var vanliga nærsýnd.

Ruth hevði ein tryggan og góðan barndóm. Øll barna- og ungdómsárini búði hon saman við foreldrunum og tveimum systrum inni hjá abba og ommu sínari í vesturbýnum í Havn.

- Tað var trygt og fjálgt og deiligt. Mamma gekk heima øll okkara barnaár, og tá vit komu úr skúlanum, hitaði omma okkum døgurða og gjørdi drekkamunn. Tað var ein onnur tíð og eitt annað tempo enn í dag, minnist hon.

Pápi Ruth, Thomas Juul Askham, var ógvuliga virkin í Tjaldmissiónini, sum skipaði fyri vekingarmøtum á Gøtueiði í sjeytiárunum undir heitinum “Kristus er svarið”.

- Hann var ein persónur, sum øll kendu tá, og sum øðiliga nógv høvdu eina meining um. Tað vóru ikki øll, sum dámdu tað, ið hann gjørdi, og hann var nógv í skotmála. Eg fekk ofta stikkpillarar í skúlanum, og tað kundi vera sárt, sigur Ruth.

Ruth var ofta við pápanum til møtir.

- Hann var mín stóra fyrimynd, og eg hekk øðiliga nógv uppi í honum. Eg elskaði at sleppa við honum og vera har, sum tað hendi. Eg sang og spældi til felagssang á møtunum og hevði eisini mítt fasta pláss í kafeteriuni í tjaldinum á Gøtueiði, minnist hon.

Tað vísti seg rættiliga skjótt, at Ruth hevði stórar trupulleikar við at klára seg, tá tað var skýmligt. Tí fekk eygnalæknin illgruna um, at hon møguliga ikki bara var vanliga nærsýnd.

Tá Ruth var 12 ár, fekk hon staðfest Retinitis Pigmentosa, ið er ein arvalig eygnasjúka.

Boðini frá eygnalæknanum vóru, at eingin viðgerð var móti sjúkuni, og at hon annaðhvørt fór at standa í stað ella versna.

- Eg minnist ikki, at eg sá so illa tá. Tá tað var ljóst, kláraði eg meg væl, men so skjótt tað gjørdist skýmligt, hevði eg brúk fyri at hava onkran at halda meg til, sigur hon.

Ein tung tíð

Ruth kláraði seg væl í fleiri ár. Hon tók FHS og fór í handilslæru í bókahandlinum Griflinum í SMS. Tá hon var útlærd, fekk hon arbeiði í Nýggja Bókhandli.

Um sama mundið giftist hon við Sólbjørn, sum hon hevði kent, síðani tey vóru børn.

- Hann visti væl, hvat hann hevði sagt ja til. Men hann hevur altíð havt tað gott við at vera eyguni hjá mær og traðka til fyri meg.

Hann visti væl, hvat hann hevði sagt ja til. Men hann hevur altíð havt tað gott við at vera eyguni hjá mær og traðka til fyri meg.

Sólbjørn og Ruth fingu eina dóttur árið eftir, at tey giftust, og tá gavst Ruth at arbeiða.

- Sjónin versnaði so líðandi, at eg legði ikki sjálv merki til tað. Men kommunulæknin helt, at sjónin var so nógv skerd, at eg átti at søkja um avlamispensjón. Tað gjørdi eg og fór ikki aftur til arbeiðis, eftir at dóttirin var komin í verðina.

Ruth og Sólbjørn fingu ein son árið eftir og ein afturat seks ár seinni.

Tá Ruth var í seinnu helvt av tjúgunum, fór sjónin av álvara at versna.

- Tað var ein ógvuliga tung og stravin tíð. Eg vildi heilt øðiliga illa vera við tað, at eg hevði ein trupulleika.

- Tankin um, at eg møguliga fór at gerast blind sum ung kona, kendist ógvuliga ræðandi og dapur. Eg gekk jú ímóti nøkrum, sum eg ikki visti, hvussu fór at verða. Eg visti ikki, hvussu eg fór at klára støðuna, og heldur ikki hvussu míni nærmastu fóru at klára tað.

Hóast hon næstan einki sá, megnaði hon tó at taka sær av børnunum.

- Børnini eru uppvaksin við mær sum mammu, og tað hevur verið innbygt í tey, at tey ongantíð hava runnið undan mær ella ikki svarað, tá eg havi rópt á tey. Tey hava leitt meg, tá vit hava verið úti, og eg minnist, at so seint sum tann dagin, tá álopið á World Trade Center varð framt, var eg í Miklagarði við yngsta soninum, sum var 4 ár. Tá var mestsum eingin sjón eftir, men eg minnist, at eg trillaði hann í einum innkeypsvogni.

Ruth brúkti ógvuliga nógva orku til at royna at síggja.

- Tað er ógvuliga stravið alla tíðina at royna at síggja nakað, sum tú ikki sært kortini. Eg var útlúgvað og sovnaði, so skjótt eg setti meg niður um kvøldið.

- Tá tann síðsta sjónin fór, kendist tað í veruleikanum sum ein lætti. Eisini tí at tað var lættari hjá umhvørvinum at skilja, at eg einki sá. Tá eg sá eitt lítið sindur, sá eg okkurt ein dag, sum eg ikki sá dagin eftir, og fólk høvdu lyndi til at mistrúgva, at eg veruliga sá so illa, sum eg gjørdi.

Góðtók støðuna

Ruth varð kannað hjá eygnalækna eina ferð um árið. Tá yngsti sonurin var 6 ára gamal, mælti eygnalæknin henni til at fáa sær ein førarahund. Hon fekk sum vátan vøtt frammaná og segði, at hon ikki var blind.

Eygnalæknin svaraði, at hon var minst líka illa fyri sum onkur annar, sum hevði førarahund í Føroyum, og bað hana fara heim og hugsa seg um.

Sólbjørn ráddi henni til at fáa ein førara­hund, meðan hon enn var ung og røsk.

- Tað helt eg vera ógvuliga flott av honum, tí eg visti, at hann ræddist illa hund. So eg gjørdi av at royna at fáa ein førarahund, sigur Ruth.

Treytin fyri at fáa førarahund var, at Ruth dugdi at brúka tann hvíta stavin.

- Eg hevði tað ikki gott sálarliga, og at fara út í havnargøtur við einum blindastavi og møta fólki, sum eg kendi, var meira, enn eg kláraði. Eg føldi, at so fóru fólk at hyggja at mær við samkenslu og hugsa, at nú var illa statt.

Eg hevði tað ikki gott sálarliga, og at fara út í havnargøtur við einum blindastavi og møta fólki, sum eg kendi, var meira, enn eg kláraði. Eg føldi, at so fóru fólk at hyggja at mær við samkenslu og hugsa, at nú var illa statt.

Ruth setti seg í samband við Sjóndepilin, sum hjálpti henni at koma niður á danska Blindastovnin í ein mánað at læra at brúka tann hvíta stavin. Tíðin har gjørdist byrjanin til eitt nýtt og betri lív fyri hana.

- Eg hevði einki annað enn meg sjálva at hugsa um. Eg lærdi at brúka tann hvíta stavin, og eg slapp eisini at royna at ganga ein túr við einum førarahundi. Tann túrurin sannførdi meg um, at ein tílíkan hund mátti eg hava.

Ruth fekk ein førarahund, ið æt Toke. Og hann broytti lívið hjá henni fullkomiliga.

- Eg havi altíð fingið góðan stuðul frá familjuni, men tá eg fekk hundin og fór at kunna ganga sjálv út til foreldrini og til Sjóndepilin, fekk eg eina frælsiskenslu, sum eg ikki hevði kent í nógv ár. Sjálvsálit og sjálvsvirði vuksu fyri hvørja ferð, eg fór út. Eg føldi, at eg kundi alt møguligt, sjálvt um eg einki sá, og at eg kundi liva eitt ordiliga gott lív, sjálvt um eg eri blind. Tað gjørdi allan munin hjá mær.

Ruth góðtók umsíðir, at hon var blind.

- Eg var ikki sjónveik, eg var blind. At brúka orðið blind var eitt ógvuliga stórt stig fyri meg. Men tá eg góðtók, at hetta var støðan, og soleiðis fer tað at verða restina av mínum lívi, hendi ein stór broyting við mær. Eg kundi jú næstan alt, sjálvt um eg einki sá, og eg gjørdi av, at eg vildi ikki heingja meg fasta í beiskleika um, hví hetta skuldi henda mær, sigur hon.

Eitt gott lív

Ruth hevur eitt gott lív í dag. Børnini eru vaksin, og hon klárar seg væl bæði heima og úti.

- Eg gleðist um alt tað, sum mín gerandisdagur er fyltur við, og sum gevur lívinum innihald, og at eg geri mun og fái viðurkenning fyri tað, sum eg geri.

Ruth er forkvinna í Blindafelagnum og arbeiðir sum ráðgevi hjá felagnum. Hon heldur fyrilestrar á stovnum og skúlum um sítt lív og sín gerandisdag, og hon er millum annað við til at skipa fyri tiltøkum í myrkri, sum skulu geva síggjandi eina fatan av, hvussu tað er at vera blind.

- Tað hevur stóran týdning fyri meg at økja tilvitanina hjá teimum, ið síggja, fyri, hvussu tað er at vera blind. Nógv kenna seg ótrygg, tá tey eru saman við blindum fólki, tí tey eru bangin fyri at siga ella gera nakað skeivt. Men vit eru bara blind. Annars eru vit sum øll onnur.

Sum ráðgevi hjá Blindafelagnum hittir Ruth javnan fólk, sum eru um at blíva blind.

- Eg royni at vísa teimum, at tað ber til at hava eitt gott lív, sjálvt um sjónin fer. Tá fólk fáa at vita frá eygnalækna, at nú eru ongar brillur meir, sum kunnu hjálpa, so er fyrsti tankin hjá teimum flestu, at so kunnu tey einki. Men tá tey síggja, at eg havi eitt gott lív, sjálvt um eg einki síggi, so hugsa tey, at um eg kann, so kunnu tey eisini. Tey tora at spyrja meg um ymiskt, sum tey til dømis ikki vilja spyrja ein síggjandi ergoterapeut um. Tað, sum eg sigi, hevur eina aðra tyngd, tí eg sjálv eri blind.

Í heiminum hjá Ruth og Sólbjørn sæst einki til, at her býr ein blind kona.

Ruth gongur høgt uppí at halda heimið ruddiligt, og henni dámar sera væl at stákast í køkinum.

- Eg elski at baka, serliga smákøkur. Eg geri alt sjálv, og tað gongur sum eitt spæl. Eg veit, hvar alt stendur í skápunum, og eg brúki hendurnar og luktisansin. Einasta hjálpitól, eg havi, er ein talandi vekt.

- Sólbjørn dámar ikki so væl, at eg manereri við pannuni, so eg geri bert døgurða, tá hann ikki er heima, sigur hon.

Ruth hevur lært seg at brúka aðrar sansir meira, so hvørt sum sjónin er farin.

- Tað sigst, at sjónin stendur fyri 86 prosentum av øllum inntrykkum. Tá tú hevur sjónina, liggja hinir sansirnir í dvala, tí sjónin tekur sær av øllum. Tá sjónin fer, lærir tú teg at brúka hoyrnina, følisansin og luktisansin.

Ruth ger sær myndir í høvdinum av umhvørvinum.

- Mær dámar væl at fáa at vita, hvussu fólk síggja út, so eg kann gera mær myndir av teimum og vera eitt sindur við.

- Eg eri glað fyri, at eg havi sæð, tí tað ger tað lættari fyri meg, at eg veit, hvat alt er, sum tosað verður um. Tey, ið eru fødd blind, mugu læra alt á ein heilt serligan hátt. Men tey hava hinvegin ikki tann longsulin, sum eg havi eftir at síggja, tí tey kenna ikki til annað enn at vera blind.

Longsulin eftir at síggja

Ruth hevur enn tungar dagar, tá hon saknar sjónina.

- Eg gangi altíð við einum longsli, tí eg veit, hvussu fantastiskt tað er at síggja. Tað er sum oftast um summarið, at eg havi tungar dagar. Tá er veðrið so gott, og øll gera alt møguligt og fara alla møguliga staðni. Tá føli eg meg ofta øðiliga skerda, tí eg ikki bara kann fara.

Ruth hevur eitt forrit á telduni og á telefonini, sum lesur tað, sum stendur skrivað. Hon kann samskifta við telduposti og á facebook, men myndirnar sær hon ikki.

- Serliga um sumrarnar er facebook yvirfylt við vøkrum myndum, og tá føli eg ordiliga mína blindheit. Fólk leggja myndir út og skriva, at í dag er ein ógvuliga vakur dagur.

- Eg sakni nógv at síggja vakra náttúru. Føroyar eru jú so avbera vakrar, og uttan mun til hvussu væl fólk duga at greiða frá, hvussu tað sær út, so er tað ikki tað sama sum at síggja litspælið í luftini, tá sólin rísur, við sínum egnu eygum.

Ruth hevur livandi eygu, og tað kennist, sum hyggur hon í eyguni á tí, hon tosar við.

- Tað eru ikki øll, sum skilja, at eg veruliga eri blind, tí eg royni altíð at hava eygnasamband, og eg havi øðiliga góð evni at føla, tá eg havi samband. Men eg síggi jú einki, og tað er ein stórur saknur, tí eygnasambandið hevur sera stóran týdning í nógvum førum.

Tað ringasta er tó, at hon ikki sær síni børn.

- Eg havi sæð tey bæði eldru sum smá, men tann yngsta havi eg ongantíð sæð ordiliga. Kortini kenni eg tað, sum um eg havi sæð hann.

Eg havi altíð fingið loyvi at hava tey tætt at mær, og sjálvt um tey í dag eru vaksin, hava tey einki ímóti, at eg klemmi tey og nerti við andlitið á teimum. Eg havi gjørt mær myndir inni í høvdinum av, hvussu tey síggja út, men eg havi ikki sæð tey sum vaksin, og tað er uttan iva tann størsti missurin.

Ruth setir orð á sína sorg og sín longsul við at skriva.

- Eg havi eitt skjal, sum eg skrivi í, tá eg havi tungar løtur, og tað hjálpir mær øðiliga væl. Eg havi skrivað í hetta sama skjalið í fleiri ár, og tað er nokkso stuttligt at blaða aftur og lesa, hvat eg skrivaði fyri einum ári síðani. Ofta havi eg verið kedd av onkrum, sum eg ikki føli sum ein trupulleika í dag, tí eg havi arbeitt við tí.

Hon tosar við Sólbjørn um sínar tankar og kenslur, men hon ansar eftir ikki at flyta sínar sorgir ov nógv yvir á síni nærmastu.

- Tað er ræðuliga sárt hjá teimum at hoyra, hvat tað er, sum ger meg kedda, tí so fegin tey enn vildu, so kunnu tey einki gera við tað.

Hundurin má bíða

Ruth hevur ongan førarahund í løtuni.

Tann fyrsta hundin, Toka, hevði hon í 9 ár, til hann bleiv sjúkur og mátti avlívast. Síðani fekk hon ein annan hund, sum hon bert hevði í hálvtannað ár, tí hann var so ófriðarligur, at hon mátti lata hann frá sær aftur.

Fyri einum lítlum ári síðani søkti Ruth um at fáa ein nýggjan hund. Men ætlanin er fyribils útsett, tí í summar fekk Sólbjørn ein blóðtøpp í heilan, og í løtuni hava tey ikki orku til at venja upp ein nýggjan hund, sum er rættiliga krevjandi.

Síðani Sólbjørn bleiv sjúkur, eru tey bæði farin at ganga nógvar túrar, tí tað er umráðandi fyri heilsuna hjá honum.

- Eg gangi so nógv nú, at eg ikki havi brúk fyri einum hundi. Eg havi valt túrarnar, sum eg og Sólbjørn ganga saman, fram um tað frælsi, tað gevur, at kunna ganga úti sjálv.

Ruth er ikki longur bangin fyri at møta fólki, sum hon kennir, tá hon er úti og gongur.

- Eg føli ikki longur, at fólk hyggja at mær við samkenslu. Eg føli, at fólk nú hyggja at mær við virðing fyri, hvussu væl eg klári hesa avbjóðingina, sum tað er at vera blind, sigur hon.




Viðkomandi greinar