
Eg lærdi at binda sum smágenta. Omma, mamma og mostir hava lagt mær lag á. Eg bant ikki nógv sum tannáringur, tá fór tíðin serliga við ítrótti. Fyrsta troyggjan, eg royndi at binda, var, tá eg fekk ein lítlabeiggja, men hon bleiv aldrin liðug.
FAKTA: Sandra Sørensen er ættað úr Hoyvík, men hon býr saman við unnustanum, Boga, í Norðurjútlandi. Hon starvast sum sosialráðgevi, men eigur og rekur eisini heimasíðuna: binda.fo, har hon millum annað veitir bindihjálp og grundleggjandi vegleiðingar til óroyndar og royndar bindarar. Í 2022 gav Sandra, saman við Nám, bókina: BINDA út.
Tá eg flutti til Danmarkar aftan á student, og eg ikki longur fekk bindihjálp á bonkinum hjá ommu, kom eg í dýrastu neyð. Fyri meg var tað vónleyst at fáa hjálp ígjøgnum telefon, tí eg skilti ikki helvtina av bindiorðunum, og tolið í hinum endanum á telefonini var ofta uppi, áðrenn eg hevði skilt, hvat eg skuldi. Hetta bleiv byrjanin til mína heimasíðu binda.fo. Á síðuni eru grundleggjandi vegleiðingar til óroyndar og royndar bindarar. Og á vetri 2022 kom bókin, Binda, út, sum eg útgav saman við Nám.
Tað stuttligasta, eg havi bundið, er perlutroyggjan, sum eg bant mær ein vetur – hon var stuttlig, spennandi, tung og strævin at binda, og úrslitið var so flott, haldi eg.
Fyri meg er at binda ein fastur partur av gerandisdegnum. Í 2019 fekk eg staðfest tunglyndi, og tá var binding ein stórur partur av tí at koma aftur til ein sunnan og góðan gerandisdag. Tá eg byrjaði at fáa tað betur, tá hevði eg eitt mál hvønn dag, og tað var, at eg skuldi fara upp og seta meg at binda, og tað gjørdi eg. Hvønn einasta dag. Og so bygdi eg spakuliga meira og meira upp á gerandisdagin. Í dag havi eg tað nógv betri, men bindingin fylgir mær enn – eg bindi enn hvønn einasta dag. Mær dámar enn væl at byrja morgunin við at binda, tað er fyri meg ein rólig og góð byrjan upp á dagin, eg kenni tað, sum at tað onkursvegna tryggjar mær ein góðan dag. At binda gevur mær ró, haldi tú kanst siga, at at binda er eitt slag av terapi hjá mær. Eg klári betur at hugsavna meg, um tað sum gongur fyri seg rundan um meg, tá eg siti við stokkum.
At binda gevur mær ró, haldi tú kanst siga, at at binda er eitt slag av terapi hjá mær. Eg klári betur at hugsavna meg, um tað sum gongur fyri seg rundan um meg, tá eg siti við stokkum.
Og síðst men ikki minst, so gevur binding mær gleði. Gleði við at skapa klæði til mín sjálvs og míni kæru, tað er ein deilig kensla.
Eg bindi aldrin skóleistar ella hosur. Eg veit, at um eg læri meg tað, so bindur omma mær ikki skóleistar aftur.
Eg finni íblástur … serliga á Instagram. Tað eru so nógv dugnalig bindifólk, sum deila út av teirra kreativu bindiverkætlanuum. Mínir yndisvangar á Instagram eru @petiteknit og @laerkebagger. Petiteknit hevur veruliga fangað, at tað ikki noyðist at vera torført at binda eftir uppskrift, og tað eri eg stórur fjeppari av. Og Lærke Bagger er øðrvísi upp á tann kula mátan. Hon bindur við restum og festir ikki endar, tað er kul, stuttligt og inspirerandi.
At ganga í bindiklubba er hugnaligt, inspirerandi og besta sosiala samveran, eg veit um. Eg havi ymiskar bindiklubbar, eg gangi í. Í tí eina eri eg einasta konufólk – í hesum bindiklubbanum dámar okkum væl at ferðast og hava millum annað verið bindiklubbatúr í Føroyum og Norra. Á mínum arbeiðsplássi byrjaðu eg og ein onnur ein bindiklubba í 2019, nú er bindiklubbin vaksin, so vit eru heili átta starvsfelagaðar, sum javnan hittast til hugunalig bindiklubbakvøld. Tær flestu, sum eru í tí bindiklubbanum, havi eg lært at binda, tað plagar at vera kø til bindihjálp, tá vit hittast við stokkunum.
Mín yndislitur av tógvi er grønt, serliga dámar mær støvut grønt, eins og perman á mínari bók. Eg bindi tó allarmest í náttúrulitum, og kanska serliga skógarlitum, sum skifta eftir árstíðini.
Eg droymi um framvegis at geva øðrum íblástur til at binda, men eg vil hava, at binding er eitt ítriv, sum eg kann finna fram, tá eg skal hava ró.