Serfrøðingurin svarar: Hetta mást tú vita um Botox og fillarar
Lívsstílur
Serfrøðingurin svarar: Hetta mást tú vita um Botox og fillarar
Brynhild Restorff, sjúkrarøktarfrøðingur, svarar spurningum frá lesarunum um vakurleika viðgerðir við Botox og fillarum
Eftir: Greinin er gjørd í samstarvi við Ævi 08.07.2024

Kosmetiskar viðgerðir verða alsamt meira vanligar - eisini í Føroyum. Tað kann tó kortini tykjast fløkjaligt at finna útav, hvat viðgerðirnar innihalda, hvat passar til eins egna tørv, og hvar ein skal finna kunningina. Í síðstu viku spurdu vit á story á Instagram vanga okkara, hvørjar spurningar tit høvdu um evnið, og nú tekur serfrøðingurin, Brynhild Restorff, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og við útbúgving og drúgvum royndum í kosmetiskari sjúkrarøktarfrøði, okkum í hondina og svarar hesum spurningunum.

***

Um serfrøðingin
Brynhild Restorff
Hon hevur B.Sc í sjúkrarøktarfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya umframt útbúgving í kosmetiskari sjúkrarøktarfrøði frá Inito Skin Academy.
Fokusøkini hjá henni eru kosmetiskar viðgerðir.
Hon eigur og rekur Ævi

Hvussu leingi heldur tað veruliga, og hvussu ofta skal eg halda við líka?
Botox
er kosmetisk viðgerð, sum hindrar bæði statiskum og dynamiskum vøddum, so at vøddarnir hvíla, sum so tálmar rukkum. Hetta javnar rukkurnar og 'lyftir' andlitið. Djúpri rukkur fara vekk aftan á nakrar fáar viðgerðir, og virknaðurin er á 3-6 mánaðir. Úrslitini eru ikki permanent, men vara leingi.
Fillarar er gelé, sum er gjørt úr vatni, stabilerandi hyaluronsýru og Lidocain. Tað er ymiskt, hvussu leingi fillarar virkar. Tú kanst vænta, at fillarar halda í 6-10 mánaðir. Hevur tú fingið 3-4 viðgerðir, kann tað halda longur enn 18 mánaðir.

Hvussu ilt far man av at fáa Botox ella fillarar? Og hvussu kennist tað, tá tú fært sproyturnar og aftaná?
Tá tú fært Botox, følir tú eitt prik, tá ið nálin fer í húðina, men sjálv haldi eg ikki, at tú fært ilt. Tá tú fært fillarnar, følir tú eitt sindur meira, tí tá verður ein mongd av fillara sproytað undir húðina, sum síðan fyllir út. Tá kanst tú føla spenning í húðini, men tað er eisini ymiskt, hvussu viðkvom økini í andlitinum eru. Áðrenn tú fært sproyturnar, fært tú tó krem á, sum doyvir húðina, og tí fært tú ikki ilt.

– Tú kanst fáa hjáárin, men hesi fara oftast vekk av sær sjálvum aftan á nakrar dagar. Tað er vanligt at fáa roða, gerast hovin og eym ...

Hvørji hjáárin eru?
Undanviðtala við húðlækna og sjúkrarøktarfrøðing er lógarkrav, áðrenn tú fært Botox og fillarar og laser. Viðtalan skal fara fram, 48 tímar áðrenn viðgerðin byrjar, og hendan viðtalan er eisini fyribyrgjandi, soleiðis at tú fært eina trygga viðgerð. 
Tú kanst fáa hjáárin, men hesi fara oftast vekk av sær sjálvum aftan á nakrar dagar. Tað er vanligt at fáa roða, gerast hovin og eym/ur. Summi fáa eisini høvuðpínu í eina tíð. Onnur fáa hjáárin, sum minna um influensu. Hetta fer burtur eftir nakrar dagar. Fært tú óvæntað hjáárin, eru vit at røkka á einum bráðtelefonnummari, sum tú fært aftan á viðgerðina.

Fer andlitið hjá mær at síggja ónatútligt út við ongum mimikki? Hvussu sleppi eg undan tí?
Vit tosa altíð saman, aðrenn viðgerðirnar verða gjørdar, soleiðis at vit vita, hvørji úrslit kundin ynskir. Tað er ógvuliga ymiskt, hvat kundarnir ynskja - summi ynskja at hava slætta húð, og summi ynskja bert at slætta eitt lítið sindur út í ávísum økjum. Tað ber væl til at viðgera við Botox, soleiðis at rukkurnar minka, men at tú samstundis varðveitir mimikkin.

Hvørjir eru langtíðar vandarnir við at fáa botox og fillarar við jøvnum millumbili í longri tíð?
Tað áttu ikki at verið nakrir langtíðar vandar við hvørki Botox ella fillarum.

Hvat kostar tað at fáa botox og fillarar?
Kostnaðurin er ymiskur, og tað veldst um, hvar viðgerðin skal gerast, og hvussu nógv verður nýtt. Hjá okkum fært tú ein fastan heildarkostnað, um tú velur fleiri viðgerðir, og annars kunnu prísirnir síggjast á heimasíðuni hjá Ævi.

Fara onnur at leggja merki til, at eg havi fingið mær botox og fillarar?
Ikki neyðturviliga, men hetta velst eisini heilt vist um mongdina, tú fært. Tað eru fleiri, sum siga, at tey ongar viðmerkingar hava fingið frá øðrum, eftir at tey hava fingið viðgerðir við fillarum og/ ella Botox, men at tey kortini merkja, at tey hava fingið eitt frískari dæmi og lættari útsjónd.

Hvussu veit eg, at vakurleikaviðgerin, eg velji, hevur røttu førleikarnar?
Á heimasíðuni hjá landslæknanum er ein listi yvir góðkendar kosmetiskar klinikkir í Føroyum. Listin kann síggjast her.

Hvat kann eg annars gera fyri at halda húðina hjá mær vakra, um eg ikki havi hug til at brúka botox ella fillarar?
Hetta kunnu vit eisini vegleiða tær í. Vit hava góð húðproduktir, sum kunnu gera nógv fyri at halda húðina sunna og vakra... men sum tað minsta er umráðandi at minnast til at reinsa húðina væl bæði morgun og kvøld og nýta húðkrem, ið hóskar væl til tína húð. Minst til eyka feitt til húðina um veturin og til sólfaktor 50 alt árið. Eisini í Føroyum.

Er tað ymiskt, hvussu æðrar liggja, hvat skal tann sum gevur botox ansa eftir, áðrenn koyrt verður í?
Ja, tað er ymiskt, men hinvegin eru tað eisini generellar vegleiðingar, sum vit fylgja. Ein viðgeri ansar væl eftir at raka rætt.

Sigur tann sum gevur Botox nei til at geva meira Botox, um mett verður, at kundin hevur ov nógv, ella verður altíð gjørt sum kundin ynskir?
Tað verður altíð fyrst og fremst gjørt eftir eini meting frá lækna og viðgera, sum skal fremja viðgerðina. Vit gera heldur ongantíð nakra viðgerð, sum kundin ikki vil hava - so alt verður gjørt í samráð við serfrøðingar og tey, sum ynskja viðgerðina.

***

Um Botox
Botox er kosmetisk viðgerð, sum inniheldur botulinumtoksin týpu A, sum verður víðkað frá bakteriuni Clostridioides difficile. Vistabel® hindrar bæði statiskum og dynamiskum vøddum, so at vøddarnir hvíla, sum so tálmar rukkum. Hetta javnar rukkurnar og "lyftir" andlitið. Djúpri rukkur fara vekk aftan á nakrar fáar viðgerðir. Her er ikki talan um lamning av musklum, har tú ikki longur hevur eitt "livandi" andlit. Vistabel er FDA-góðkent og eitt tann mest testaði kosmetiski tilbúningurin í heiminum. Vistabel® hevur eina hálveringstíð á 12 tímar, og longu 24 tímar seinni er tað úr kroppinum. Men virknaðurin er á 3-6 mánaðir. Úrslitini eru ikki permanent, men vara leingi.

Um Fillarar
Filler (Restylane og Belotero) er gelé, sum er gjørt úr vatni, stabilerandi hyaluronsýru (HA) og Lidocain. HA er eitt sukurevni (glykosaminoglycan) í kroppinum, sum er ein týðandi partur av húðini. HA dregur vatn til sín og víðkar harvið vevnaðin, sum so gevur húðini vætu, fyllu og gyrði (elastisitet). Úrslitini eru ikki varandi, men vara leingi.