Sjónám kann leiða teg út í heim
Lívsstílur
Sjónám kann leiða teg út í heim
Eftir: Eftir Anniku Kunoy Im í samstarvi við Sjónám 19.04.2024

Vælumtókti skúlin, Sjónám, liggur niðri við havnarlagið í Klaksvík, og vindeyguni venda móti vágni, har skipini koma og fara. Sum ein lítil skúli hava nærmingarnir á Sjónámi tann fyrimun, at teir koma tætt upp at hvørjum øðrum - og stutt er frá lærara til næming. Tað skapar eitt heimligt skúlaumhvørvi í modernaðum kørmum, har trivnaður og samanhald renna saman í eina natúrliga eind. Tað heldur Malena Sivertsen, skipsførari, sum í dag arbeiðir í oljuvinnuni í Noregi.

Yrkisleiðin hjá 48-ára gomlu Malenu Sivertsen úr Hvannasundi á sjónum byrjaði longu í praktikk-tíðini í fólkaskúlanum. Malena greiðir frá, at hon altíð hevur havt ein áhuga í sjólívinum. Hon royndi seg fyrst sum praktikantur umborð á Tjaldrinum, men fann tá útav, at hon var ring í sjóverki.

Hon vildi sjógvin, og hóast sjóverkurin ikki batnaði, søkti hon kortini starv umborð á Nærabergi, tá hon fekk møguleikan í 2000. Hon royndi seg, og sjóverkurin var ógvuliga ringur hesa tíðina umborð, men hon valdi tó at fara við aftur næsta túr og túrin eftir tað. Hon helt á umborð, til hon so valdi at fara á skúlabonk fyri at nema sær betri vitan innan økið. Hon tók útbúgving sum skipsatstøðari á Sjónámi og fór síðan víðari at lesa til skipara og stóð við skiparaprógvi í hondini um ársenda í 2004.

Malena manglaði tó siglingstíð við farmaskipi, tí hon frammanundan bert hevði siglt við fiskiskipi. Hon fór sum dekkari við farmaskipinum Magn og fekk síðan vinnubræv. Eftir tað fekk hon bjóðað starv sum stýriskvinna umborð á Dúgvuni, sum tá sigldi millum Klaksvík og Leirvík. Starvið var avmarkað, tí undirsjóvartunnilin, sum tá var í gerð, skuldi lata upp mánaðir seinni. Síðan tá eru arbeiðsroyndirnar og ævintýrini á sjónum vorðin óteljandi.

– Tað var ordiliga stuttligt at sleppa at royna meg har, sigur Malena frá, sum síðan fekk starv við stórum bingjuskipi hjá Mærsk og seinni í nýggjum størri skipi hjá sama felag.

– Tað hevur verið ómetaliga spennandi og eisini førleikamennandi, men hesar útmynstringarnar vóru ógvuliga langar, og eg var burtur í 12 vikur, og tá var ringari at halda sambandið við tey her heima, sigur hon.

Lærari á Sjónámi
Hon sá síðan eina starvslýsing til skeiðslærara til Sjónám, og hon valdi at søkja tað starvið.

– Tað vildi eg royna, og eg fekk eisini starvið. Tað var eitt gott starv, og tað var langur bíðilisti til hesi ymisku skeiðini, Sjónám bjóðaði, fortelur Malena, sum eisini leggur dent á, at Sjónám er eitt gott val, tí bæði fakliga og sosiala støðið er høgt.

– Tað vildi eg royna, og eg fekk eisini starvið. Tað var eitt gott starv, og tað var langur bíðilisti til hesi ymisku skeiðini, Sjónám bjóðaði, fortelur Malena, sum eisini leggur dent á, at Sjónám er eitt gott val, tí bæði fakliga og sosiala støðið er høgt. Á stovninum eru umstøðurnar góðar, hølini nýggj og lærararnir góðir og ágrýtnir. Sjónám er ein lutfalsliga lítil skúli, og tað gevur eisini lærarunum møguleika til at geva øllum næmingum ta uppmerksemi, teimum tørvar, sigur hon.

Á Sjónámi er eitt sunt og livandi skúlaumhvørvi, har undirvísingin er lagað til altjóða sáttmálakrøv um upplæring av sjófólki. Endamálið er at menna og veita útbúgvingar og skeið á høgum altjóða stigi, har strembað verður eftir at halda uppi eina mennandi og dagførda undirvísing til sjófólkið. Umframt fleiri vælumtókt styttri skeið, so ber til at taka skiparaútbúgving og útbúgvingarnar skipsatstøðari I og skipsatstøðari II á Sjónámi.

Skipsatstøðari er tað, sum fyrr var ófaklærd deksfólk á handilsskipum. Tað er nú vorðið altjóða krav, at deksfólk á handilsskipum hava hesa útbúgvingina. Kravið er eisini galdandi í Føroyum. Sjónám bjóðar tvey skeið – eitt grundskeið og eitt endaskeið, sum bæði taka fimm mánaðir. Til ber at taka grundskeiðið og síðani sigla sum ófulltikin skipsatstøðari og so taka seinna skeiðið seinni.

Sprongdar minur og leitan eftir gulli

Eftir at tíðin í starvinum á Sjónámi var uppi, longdist Malenu aftur út á hav. Hon fekk starv í oljuvinnuni í Noregi við skipinum, Stril Merkur, við føroyskari manning, og sjálv lýsir hon ta tíðina sum eina óvanliga góða og spennandi tíð. Hon hevði tó frætt, at North Sea Giant, ið tá var størsta offshore skipið í heiminum, søkti eftir stýrimonnum.

– Eg søkti og væntaði ikki at fáa starvið, men eg fekk tað, og hóast mær dámdi væl, har eg var, kundi eg ikki frásiga mær ein so spennandi møguleika, greiðir Malena frá.

– Tað er so spennandi at taka við starvi á nýggjum skipi, tí tey skipini eru ikki royndarkoyrd, so tað er ymiskt, sum skal tillagast fyrstu árini. Og tá tú gert tær uppgávurnar, lærir tú ómetaliga nógv, sigur Malena, sum eisini fekk møguleika til at halda á sum stýrimaður á einum nýggjum skipi hjá sama felag nakað seinni. Har starvaðist hon í seks ár, áðrenn hon fekk nýtt starv við einum reiðaríi úr Dubai, sum skuldi sigla í Norðsjónum.

– Umborð har gjørdu vit ymsar spennandi og øðrvísi uppgávur. Millum annað ymisk arbeiði fyri norska herin, har við sprongdu gamlar minur í sjónum, og við einum enskum kavara-felag, sum leitaði eftir gulli og øðrum dýrgripum í gomlum soknum skipum á havsins botni. Tað var ein ómetaliga spennandi tíð, greiðir hon smílandi frá.

Eftir eina tíð segði Malena starvið frá sær og fór at ferðast ymsastaðni kring heimin. Tá hon so kom heim undir koronu-tíðini, kundi hon hvørki ferðast ella arbeiða á sjónum. Men hon fekk síðan starv sum stýrikvinna umborð á skipi tongt at oljupalli í Noregi.

– Hetta er eitt spennandi arbeiði, og lønin er so mikið góð, at tú kanst halda frí, tá tú ert heima

Hóast fakið er mansdominerað, heldur Malena ikki, at kvinnur skulu halda seg aftur, tí lívið á sjónum kann vera ógvuliga hugtakandi.

– Hetta er eitt spennandi arbeiði, og lønin er so mikið góð, at tú kanst halda frí, tá tú ert heima - og tú ert rættiliga nógv heima eisini. Her, sum eg arbeiði nú, eru møguleikarnir fleksiblir. Tað ber til dømis til at vera tvær vikur burturi og síðan vera fýra vikur heima, so eg hevði hildið, at um kvinnur vildu roynt seg, so høvdu tær eisini kunnað fingið tað at rigga.

– Fyrr var tað soleiðis, at umstøðurnar á sjónum vóru vánaligar, og arbeiðið var kropsliga tungt. Soleiðis er als ikki longur. Hinvegin fevnir arbeiðið nógv um umsiting og tilrættislegging, og tað duga kvinnur minst líka væl sum menninir, heldur hon.

***

 

Visti tú ...

Saman við 15 mánaða siglingartíð letur útbúgvingin sum skipsatstøðingur dyrnar upp til framhaldandi lestur til skipara.

Dugnaskaparroynd aftur at skipsatstøðara gevur rætt til vinnubræv sum stýrimaður upp til 99 brt á handilsskipi í heimasigling og sum skipari upp til 24 metrar á fiskiskipi í heimasigling.

Sjónam bjóðar eisini eina rúgvu av ymiskum skeiðum, so sum trygdarskeið, fyrstahjálparskeið og sjúkraviðgeri o.o.

Les meira á sjonam.fo