Søgur úr Kvinnuhúsinum
Lívsstílur
Søgur úr Kvinnuhúsinum
Søgurnar, ið hava verið sagdar innan veggirnar í Kvinnuhúsinum, eru á hvør sín ræðuliga hátt fjølbroyttar, ymiskar og nógvar í tali. Ofta er torført at skilja, at kvinnur í okkara trygga landi, býi ella grannalagi eru fyri harðskapi. Men søgurnar úr Kvinnuhúsinum vitna um hendan veruleikan, sum er mitt ímillum okkum. Her eru brot úr nøkrum av frágreiðingum úr Kvinnuhúsinum frá kvinnum í Føroyum, sum hava verið fyri harðskapi í parlagnum. 
Eftir: Kvinnu 16.11.2023

– Hvønn dag var okkurt. Slag, spark, royt, spýtt, kvørkratak

“Hvønn dag var okkurt. Slag, spark, royt, spýtt, kvørkratak og mangt annað, og tað einasta, sum hjálpti, var at bíða, til tað var yvirstaðið. Um eg gjørdi mótstøðu, bleiv tað bara verri. Eg havi fortrongt nógv, og sumt kemur aftur, so hvørt sum tíðin gongur. Eg hómi, at andlitið á honum broyttist, tá hann bleiv óður, og eyguni blivu køld og myrk, men eg dugi illa at síggja tað fyri mær nú. Tað, sum situr eftir, er mest tað sálarliga. Tað ikki at vera nóg góð, ikki at duga nakað, at vera bangin fyri at gera ella siga nakað skeivt.”

– Hann skuldi vita loyniorðið, og hann skuldi altíð eygleiða

“Ta einu ferðina, tá eg hevði tosað við mammu mína, tók hann telefonina frá mær og breyt hana. Eg hevði ikki ráð at keypa mær eina nýggja telefon, so sjeikurin valdi at keypa mær ein bíligan iPad. Hann skuldi vita loyniorðið, og hann skuldi altíð eygleiða, hvat eg gjørdi, fyri at vita, um eg helt nakað loyniligt. Tá eg hevði skrivað við mammu í 2-3 dagar, tók hann iPaddin frá mær og breyt hann, tí nú helt hann, at eg hevði havt ov nógv samband við hana. Nú slapp eg bara at skriva til hennara eina ferð um vikuna við hansara telefon, og hann skuldi síggja øll boðini, sum eg skrivaði. Var tað okkurt, honum ikki dámdi, slapp eg ikki at skriva meir við henni.”

– Hann var illur við meg og vakti meg, hvørja ferð eg sovnaði

“Eg sá ikki, hvussu eg spakuliga bleiv niðurbrotin. Eg misti trúnna á og virðingina fyri mær sjálvari. Spakuliga misti eg sambandið við vinfólkini, ítróttin og eisini familjuna. Eg misti hugin at venda mær til familju og vinfólk, tá ið lívið var hart, tí eg væntaði, at tey øll hugsaðu “Jamen, hví ert tú ikki farin frá honum?” Tað, sum eg kom við, hendi jú aftur og aftur. Tey høvdu hoyrt tað fyrr og høvdu sagt sína meining”.

“Eg kom heim av einum fundi, og børnini vóru ørkymlað um, at internetið ikki riggaði. Elsta dóttirin gjørdi bólkaarbeiði á netinum, tá internetið knappliga ikki riggaði. Hann hevði opinbart givið mær eina ábending um, at hann hevði órógvað routaran við vilja, so tær ikki skuldu sleppa á netið. Eg hevði ikki skilt hesa ábending og segði elstu dóttrini, at “hann” allarhelst hevði gjørt okkurt, so tað ikki riggaði. Eg slapp ikki at sova ta náttina. Hann var illur við meg og vakti meg, hvørja ferð eg sovnaði.”

– Hann flenti og segði, at hann hevði ynskt, at armurin varð kvettur av

“Vit hildu føðingardagin hjá mær heima hjá okkum. Eg hevði verið uttanfyri, og hann var illur. Um eg ikki var í sama rúmi sum hann, ja, so var eg í song við ella á onkran hátt seksuelt saman við einum øðrum. Hann var ekstremt øvundsjúkur og stýrandi. Vit keglaðust. Hann tordi ikki at vísa okkara gestum, hvussu hann var. Øll hildu, at hann var so fittur og góður. Hann rann út á vesið undan mær. Og eg aftaná. Hann smekkaði hurðina, og armurin á mær lá ímillum. Eg fekk sera ilt, og eg helt, at armurin fór at brotna. Eg rópti og skríggjaði, og til endans læt hann hurðina upp. Armurin var hovin, bláur og eg bløddi úr einum sári. Hann flenti og segði, at hann hevði ynskt, at armurin varð kvettur av. Keðiligt. Tað var fyrstu ferð, hann var likamliga harðligur við meg. Tá skuldi eg verið farin frá honum, tí alt bleiv verri. Men tað gjørdi eg ikki.”

Kvinna x Mia Smith

Plaktin er í A3 (297x420cm) og kostar 149 kr, og 20% av vinninginum verður latin Kvinnuhúsinum.

Plakatin er prentað í avmarkaðari nøgd.

KEYP plakatina her!




Viðkomandi greinar