Soleiðis vaskar tú ovnin – tað riggar!
Ofta tykist tað troyttandi og óendaligt at vaska ovnin, men soleiðis skal tað als ikki vera. Lær hvussu tú lættliga - eisini uttan skaðilig evni - kanst vaska bæði ovn, bakiplátur og føt, sum matur hevur brent seg fastan í.
Vegleiðingin er til ovnar við slættari emalju, sum ikki eru sjálvreinsandi. Hevur ovnurin óslætta emalju og eina funku til sjálvreins, mást tú ikki nýta ovnreins ella brúnsápu at reingera sjálvan ovinin við.
Tú skalt nýta:
Tjúkka brúnsápu, eisini nevnd krystalsápa
Handskar
Ein klút
Vatn
Soleiðis gert tú:
Smyr eitt tunt lag av tjúkku brúnsápuni á sløttu emaljuna inni í ovninum. Minst til at nýta handskar. Set ovnin á 100 gradir og lat hann hita, til sápan byrjar at bløðra. Sløkk hann síðani aftur og lat køla niður, áðrenn tú vaskar sápuna burtur við vatni.
Til føtini og bakipláturnar kanst tú eisini nýta brúnsápu. Smyr eitt tunt lag á og pakka inn í ein plastposa. Lat standa í 24 tímar og vaska síðani sápuna væl burtur við vatni.