Tá ein eyka omma ger allan munin
Lívsstílur
Tá ein eyka omma ger allan munin
Fyri átta árum síðani ringdi Linda á Stongunum til Vimu Leivsgarð. Tað varð ein avgerð, ið var avgerandi fyri lagnuna hjá teimum báðum, tí eftir at tær høvdu tosað saman, traðkaði Vima beint í ein ommu-leiklut, hon saknaði, og í ein mammu-leiklut, Linda saknaði
Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir Tróndur Dalsgarð 28.12.2024

Eg lati dyrnar upp heima hjá Vimu og Jóannesi Leivsgarð á Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík. Úr gongini hoyrist barnaprát og -látur. Eg lati hurðina upp inn í stovuna, og á gólvinum liggja Vima og Linda og práta og tosa við lítla, ársgamla Kaspar. Hann smílist og smæðist eisini eitt sindur, tá eg komi inn. Vima tekur hann í føvningin.  

 

– Kom upp til ommu, sigur hon, meðan hon bjóðar mær longur innar til spísiborðið, har hon við nýbakaðum bollum og drekka hevur gjørt klárt til samrøðuna, vit nú seta hol á – søgana um, hví Kaspar og hini børnini hjá Lindu so natúrliga kalla hana omma, hóast tey ikki eru í familju. Ikki biologiskt í øllum førum.

 

Vima setur lítla Kaspar í barnastólin við endan og setur seg við síðuna av at geva honum ein bolla við smøri og osti. Linda setur seg við síðuna av Vimu. 

 

– Linda hoyrir hoyma hjá okkum, sigur Vima natúrliga. Uttan Lindu, Kristian og børnini hjá teimum, hevði tað verið ómetaliga tómligt her.  

 

– Ja, og hjá okkum uttan tykkum, leggur Linda afturat.  

 

– Fleiri hava spurt meg, um eg og Linda eru í familju, tí vit faktiskt líkjast eitt sindur – og eg føli veruliga, at eg eigi hana. Tað biologiska hugsi eg ikki um.  

 

Og jú, tær líkast. Ljósa hárið, bláu eyguni, andlitsbragdið. Har er okkurt. Men tá eg spyrji, um tær eisini líkjast í medferð, bresta tær útúr at flenna báðar sum ein.  

 

– Nei. Vit líkjast als ikki í medferð, sigur Linda og hugsar seg um eina løtu, áðrenn hon síðani sigur, at Vima er fevnandi, ómetaliga gávumild, øgiliga ófør og arbeiðssom. Og so er hon bráð og eitt sindur kontrollerandi, sigur hon og flennir hart. 

 

– Gott onkur hevur kontroll, leggur Vima síðani aftrat við einum skálkasmíli.  

 

– Men eg veit væl, at eg eri fort og dámi, at ordan er í tingunum. Eg havi ikki so gott tol heldur. Eg geri tað, eg ætli mær, uttan at spyrja um loyvi fyrst. Viss Linda ikki ger okkurt, so geri eg tað! Soleiðis eri eg nokkso mammulig.  

 

– Ja, tú nøktar jú tørvin sum mamma, vermamma, omma – og eisini vinkona. Tað ger Jóannes eisini. Tit eru 100 prosent omma og abbi.  

 

– Linda er hinvegin ómetaliga rólig og nærverandi, sigur Vima. 

 

 

At biðja um hjálp 

Sambandið millum tær báðar er serstakt. Tað er stabilt, sterkt og praktiskt. Sum sambandið millum móður og dóttur. Men hjá teimum er tað tilvalt. Ein tilvald familja.

 

Linda var bert 13 ára gomul, tá hon misti mammu sína og stóð uttan eitt sterkt netverk í nærumhvørvinum. Hon búði tá í sama bygningi, sum Vima hevði tógvhandil, og gjøgnum ár og dag gekk hon nógv inn í handilin og tosaði við Vimu – ofta um binding ella onkra bindi-uppskrift, henni tørvaði hjálp við. Tá hon og unnustin, Kristian, gjørdust foreldur fyrstu ferð í 2008, kendi Linda seg ógvuliga einsamalla í leiklutinum sum mamma. Tað hevði Vima eisini lagt merki til.

 

– Eg hugsaði nógv um Lindu tá. Eg husaði serliga um, at hon onga mammu hevði, nú hon sjálv var blivin mamma. Tað helt eg vera synd. Eg minnist ikki, um eg so kanska segði við Lindu tá, at um tað var, so kundi eg veita eina hjálpandi hond, greiðir Vima frá. 

 

– Tað gjørdi tú. Eg minnist tað ordiliga væl. Eg minnist, hvussu nervøs tú vart, leggur Linda afturat og greiðir síðani frá, at hóast hon tá hevði hug at taka av tilboðnum hjá Vimu, gingu nøkur ár, áðrenn tær tosaðu um tað aftur. Síðani misti Kristian mammu sína, og elsta dóttir Lindu og Kristian saknaði ommu sína nógv. Tá Linda gekk við næsta barninum í 2012, og ommu-tørvurin vaks, hugsaði hon aftur nógv um tað, sum Vima hevði sagt – hon ivaðist nógv, áðrenn hon tók hornið og ringdi. 

 

– Oys. Ta løtuna minnist eg væl, sigur Vima og tekur seg um andlitið.  

 

– Hon ringdi og segði, hvør tað var, og so spurdi hon, um eg kundi koma heim at tosa við seg. Eg spurdi beinanvegin, um tað var gott ella ringt – tað, hon vildi tosa við meg um. Hon svaraði, at hon helt, at tað var gott. Eg hevði ikki meir enn lagt hornið á, og so stóð eg uttan fyri hjá Lindu. Hon stóð í vindeyganum við Døgg, sum tá var sjey mánaðir gomul, sigur Vima týðiliga rørd á málinum.  

 

Linda tekur yvir. 

 

– So segði eg við hana, at hon fyri fimm árum síðani hevði bjóðað mær hjálp og spurdi, um hon enn var áhugað. Eg sá gleðina í andlitinum á henni. Lítla løtu seinni ringdi Jóannes, og tá brast úr Vimu: “Vit eru blivin omma og abbi!” 

 

Tær flenna báðar hjartaliga.  

 

Lítli Kaspar gremur seg og grætur, meðan tær minnast afturá, greiða frá og flenna. Vima tekur hann upp og setur hann í fangið á Lindu. Hann gníggjar eyguni.  

 

– Burdi tú ikki farið eftir vogninum hjá honum, Linda? spyr hon.  

 

– Jú kanska, sigur Linda, og leggur hann til, meðan hon greiðir víðari frá um avgerandi løtuna, tá hon ringdi til Vimu.  

 

– Tað kendist, sum fór eg um mark hjá mær sjálvari, tá eg ringdi. Men tíbetur gjørdi eg tað ... tíbetur!  

 

– Ja, tað var gott, sigur Vima og hyggur at Lindu.  

 

Tær smílast báðar.  

 

Bandið styrkist 

Linda tekur tráðin uppaftur. 

– Sjálvandi var eg nervøs, tá eg tók hornið og ringdi til Vimu, men støðan var ikki ókend, tí alt mítt lív havi eg verið noydd til at biðja um tað, sum eg vil hava. Tað er ikki altíð komið av sær sjálvum.  

 

– Nú kemur alt av sær sjálvum, leggur hon síðani umhugsin aftrat. 

 

 

Tíðarskeiðið, Linda var í barsilsfarloyvi við Døgg – stutt eftir, at hon hevur ringt til Vimu fyri at vita, um tilboðið um hjálp enn stóð við – fekk hon staðfest angist. Óttin fylti nógv í gerandisdegnum, og hon tordi millum annað ikki at vera einsamøll inni. Tað var tí torført hjá henni, tá Kristian so skuldi uttanlands á messu nakrar ferðir um árið. Jóannes og Vima bjóðaðu henni og børnunum at vera hjá teimum, tá Kristian var burtur. Linda tók av. Hon greiðir frá, at tað var hesar dagarnar, hon búði hjá teimum, at tey ordiliga komu at kenna hvønn annan, og at tað eisini gjørdi, at forholdið millum tey styrktiskt.  

 

– Familjudøgurðar og onnur sosial tiltøk løgdust afturat. Soleiðis fluttust mørkini hjá okkum og hjá teimum spakuliga.  

 

Kaspar grætur aftur, og Vima nanar honum og letur hann í húgvuna, meðan Linda fer eftir vogninum. Hon leggur hann, og trillar vognin út á svalan.  

 

Onkursvegna hevur tað bara riggað teirra millum. Tær eru góðar við hvørja aðra og finna natúrliga væl útav tí saman. Tað merkist. Men hvussu mennist eitt slíkt tilvalt mammu-dóttur samband seg so natúrliga so sterkt og so inniligt? 

 

Tær greiða frá, at børnini hjá Lindu hava havt ein týðandi leiklut í hesi menningini. Vima traðkaði jú beint í ein ommu-leiklut, tey saknaðu. Og í ein mammu-leiklut, Linda saknaði. Síðani hava Linda og Kristian fingið tvey børn aftrat, og tey kenna bert Vimu og Jóannes sum ommu og abba og døtrar teirra sum mostrar. Serliga yngsta dóttir Vimu, Vivia, átók sær ein týðandi leiklut sum mostur, tí hon enn búði heima hjá foreldrunum tá.  

 

– Tá Linda hevur verið við barn, havi eg verið við henni til skanningarnar, og eftir at hon hevur átt, hava vit verið tey fyrstu, sum hava vitjað hana á føðideildini, greiðir Vima frá. 

 

– Heilt erligt, so høvdu vit ikki fingið okkum fleiri børn, høvdu vit ikki havt Vimu og Jóannes í lívinum. Tey eru og gera so nógv fyri okkum í gerandisdegnum. Tær eldru genturnar eru heima hjá ommuni dagliga, sova har í vikuskiftum, fáa eitt oyra ... og ja, alt hitt, sum ommur og abbar natúrliga geva børnunum.  

 

– Vit tosa saman í telefon um leyst og fast hvønn dag og síggjast eisini næstan hvønn dag. Eg plagi altíð at ringja fyri at vita, hvussu Kaspar hevur sovið ... Og so vil Linda altíð vita, hvar eg eri, hvar eg fari, og nær eg komi aftur. Tað er tryggjandi hjá henni, haldi eg.  

 

– Ja, ja. Eg vil helst hava hana í nærumhvørvinum, flennir Linda.  

 

Tær hugsaðu nógv um, hvat hini í familjiuni hjá teimum báðum fóru at siga, men hóast fólk hava verið forvitin eftir at vita hví og hvussu, so hava tey flestu verið glað fyri, at tær funnu hvørja aðra. 

 

– Eg havi onkuntíð verið spurd, um eg fái pening frá Almannaverkinum fyri hetta, flennir Vima. 

 

– Ha? Tað hevur eingin spurt meg. Men tað tora tey sjálvandi ikki, leggur Linda aftrat. 

 

– Eg havi jú eisini eina stóra familju. Eg var eitt sindur stúrin um, hvussu tey fóru at taka ímóti hesum, men har hevur heldur einki hóvasták verið sum so, sigur hon.  

 

Samanflættaðar lagnur 

Tú verður evnað til av teimum menniskjunum, tú hittir og ert saman við á lívsleiðini. Sjálvandi verður tú tað. Tær hyggja upp á hvørja aðra, og hugsa seg síðani um, tá tær verða spurdar, hvussu tær hava evnað hvørja aðra hesi árini. 

 

– Tá tú biður meg gera okkurt fyri teg, sigi eg altíð ja, hóast tað ikki er ofta, at tú spyrt. Soleiðis havi eg ikki altíð verið, tí eg gjøgnum ár og dag havi skulað verið rættiliga sjálvstøðug og einamest hugsa um meg sjálva. Eg havi ongantíð havt skyldur ella kent hesa natúrligu ábyrgdina av øðrum. Á ein ella annan hátt hevur tú lært meg um hjálpsemi.  

 

– Altso, hon tók øll tey skitnu klæðini hjá mær við heim at vaska í gjár, uttan at siga mær frá. Standa einir skitnir skógvar hjá einum barni í gongini, tekur hon teir í hondina á veg út og sigur mær tað seinni, tá hon hevur vaskað teir. Hatta er sovorðið, sum hon ger alla tíðina í gerandisdegnum. Hon keypir eisini børnunum klæðir, leikur og annað, teimum tørvar, og so hjálpir hon til, tá tey hava føðingardag. Ja, í veruleikanum ger hon meginpartin. Har kemur kærleikin hjá henni til okkum øll veruliga til sjóndar.  

 

Vima situr kvirr, meðan Linda greiðir frá og nevnir allar tær praktisku uppgávurnar, Vima hevur átikið sær sum eyka-omma at børnunum. Spurd, hvat hon hugsar, flennir hon bara. 

 

– Hatta er bara eg, og soleiðis fer tað altíð at vera, sigur hon spakuliga men avgjørd.  

 

– Eg haldi næstan, at vit hava betri samband og sterkari forhold enn nógvar aðrar familjur. So vit rigga eisini væl saman, leggur Linda aftrat.  

 

– Og vit eru eisini mentar og mýktar saman – og menninir finna eisini útav tí saman, sigur Vima síðani.  

 

– Fyri fáum árum síðani fóru vit báðar á ferð í ferðamannaskipi kring Vesturindisku oyggjarnar. Tað var ein ómetaliga góður túrur. Vit hava eisini verið niðri í summarhúsinum hjá okkum saman fleiri ferðir, og eg taki onkra av gentunum við næstan hvørja ferð, vit fara.  

 

Tá jólini og aðrar høgtíðir standa fyri durum, eru Linda, Kristian og børnini eisini nógv saman við Vimu, Jóannesi og gentunum hjá teimum. Enn hava tey tó ikki hildið jólaaftan saman, hóast tey síggjast bæði jólaaftansmorgun og seinni um kvøldið, tá gávurnar eru latnar upp. 

 

– Eg føli eisini, at børnini hjá tykkum eisini skulu sleppa framat viðhvørt, har vit ikki skulu fylla nakað, sigur Linda við Vimu.  

 

– Nei. Soleiðis hugsa vit ikki. Eg eri nógv upptikin í handlinum áðrenn jól, og jólini hava altíð bara verið hildin á ein ávísan hátt.  

 

– Vit eta tó altíð pannukøkur saman á nýggjárinum. Tað liggur fast, sigur tær.  

 

 

Fleiri hava tørv á hjálp 

– Eg havi næstan altíð hildið, at eg ikki ordiliga hoyri til nakrastaðni, tí tey, eg havi havt tætt at mær í lívinum, hava havt onnur, ið eru tættari at sær, enn eg havi verið. Eg havi í veruleikanum verið ógvuliga einsamøll. Tí øll hava síni. Og vit, sum familja, vóru eisini rættiliga einsamøll, áðrenn vit fingu Vimu og Jóannes.  

 

– Nú eru vit báðar sameindar, sigur Vima eymliga. 

 

– Ja, nú eru vit báðar sameindar, tekur Linda upp aftur.  

 

Í føroyska samfelagnum lena vit okkum nógv at einum netverki í gerandisdegnnum. Hevur ein barnafamilja ikki ommu, abba ella onkran annan at heita á, kann gerandisdagurin gerast ógvuliga tungur. Ofta ganga vit út frá, at øll hava onkran, men soleiðis er tað sjálvsagt ikki – av fleiri ymiskum orsøkum. Hevur tú hug at hjálpa, har tørvur er á tí, skalt tú veruliga meina tað og síggja tey, ið hava tørvin. Men tað snýr seg eisini um at tora at taka av, tá tú fært hjálpina bodna, halda tær báðar. 

 

– Hinvegin, so veitst tú ikki, um tað fer at rigga. Tað eru jú so nógvar ymiskar persónligheitir, sum knappliga skulu sameinast. Líkamikið hvat, er tað vert eina roynd, tí tað eru fleiri, ið hava tørvin og óivað fleiri, ið vilja hjálpa, siga tær.  

 

– Hatta er ikki bara nakað, tú líka spyrt um. Tú mást spyrja tína egnu familju fyrst, og øll skulu vilja tað. Tá tú hevur spurt, ert tú bundin. Tú gert ikki sovorðið til stuttleika, sigur Vima. 

 

Linda tekur yvir.  

 

– Eg minnist ein dagin, vit sótu í bilinum, at eg segði við Jóannes, at eg var so glað fyri at hava tykkum í lívinum, og at eg var bangin fyri, at tað fór at enda. Hann spurdi meg so, hví tað skuldi enda. Nei, tað visti eg ikki. Tað fer tað ikki, segði hann so.  

 

– Tað var tryggjandi. Vit høvdu sjálvandi klárað okkum uttan Vimu og Jóannes, men lívið hevði ikki verið tað sama. Eg dugi ikki at ímynda mær tað. 

 

– Soleiðis hava vit tað eisini. Her er nógv upp á spæl. Tað hevði verið ein jarðarferð, um tað ikki gekk, sigur Vima síðani álvarsom.  

 

– Ynskið er altíð at vera nógv saman, sigur Linda. 

 

– Og tað eru vit, leggur Vima aftrat.  

 

***

 

Fakta 

Linda D. á Stongunum er 41 ár og úr Klaksvík. Hon heldur saman við Kristiani Andreasen, og saman eiga tey børnini Emiliu, Døgg, Riu og Kaspar. 

 

Fakta 
Vima Leivsgarð er 59 ár og úr Klaksvík. Hon er gift Jóannesi, og saman eiga tey geturnar Mary, Hallgerð og Viviu.  

 

***

Hendan greinin varð prentað í JólaKvinnu í 2022