Elinborg Pálsdóttir er 28 ár. Hon uppvaksin í Syðrugøtu, umgird av kreativum lívi við tónleiki og list. Vit hitta Elinborg til eitt prát um lívsins sváru løtur, vegamót, um at fara skeivan veg, um umvegir, um vegin til hjartað og aðrar vegir, sum hon er farin framvið á lívsins leið.
Hendan greinin varð prentað í Kvinnu 5 í 2023.
Hvør vegur var tann fyrsti, tú gekst?
Fyrstu fótafetini vóru í Syðrugøtu, har eg eri uppvaksin. Har havi eg gingið nógv fet uppi í haganum, niðri á sandinum og eisini í fjøruni. Náttúran var ein partur av øllum, og systir mín, Elisabet, og eg, høvdu bygdina sum spælipláss og komu altíð heim við einari rúgvu av upplivingum. Vit elskaðu at vera úti og plagdu at fara útferðir við einari kurv, sum mamma hevði fylt við vaflum, saft og einum teppi at sita á, vit runnu eisini nógv runt í urtagarðinum hjá ommu, sum eisini býr í bygdini, og vóru við pápa okkara til útróðrar og andaðu ta frísku havluftina í okkum. Eg droymi meg viðhvørt aftur til ta tíðina – hon var so trygg, einføld og góð.
Tann fyrsti vegurin, eg gekk sum vaksin, var, tá eg valdi at flyta til Danmarkar sum 21 ára gomul. Eg fangaði brádliga meg sjálva í, at eg ikki fylgdi eydnuni, og tveir dagar seinni sat eg í einum flogfari ávegis til Keypmannahavnar uttan nakra ávísa ætlan. Eg flutti inn til systur mína, Eivør, og búði hjá henni í nakrar mánaðir og gjørdi síðani av at søkja inn á Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Eg slapp inn, og tað er heilt víst eitt tað besta, ið er hent mær á míni yrkisleið. Dreymurin hevur altíð verið at liva av tónleikinum, og hendan avgerðin hevur havt stóran týdning hjá mær í mínum tónleikaævintýri.
Hvussu fanst tú tín vinnuveg?
Tónleikur hevur altíð fylt nógv í uppvøkstrinum, og eg havi altíð vitað, at tónleikurin skuldi vera mín vinnuvegur, tað hevur aldrin verið eitt ivamál. Eg minnist sum barn, at eg altíð var ótrúliga bergtikin av mammu, pápa og systi, nemliga tí tey høvdu ein so stóran alsk til listina. Tey lósu, skrivaðu, sungu, kvóðu og dansaðu, og tað smittaði á meg.
Sum smágenta plagdi eg altíð at standa framman fyri speglinum og spæla og droyma, at eg var poppstjørna. Viðhvørt fekk mítt hugflog veingir uppi í haganum í Syðrugøtu, har eg ímyndaði mær, at øll bygdin var komin á konsert. Eisini hevði eg altíð heimakonsertir fyri familjuni, og hvørja ferð eg hevði skrivað ein nýggjan sang, so rann eg út í stovuna, og vildi, at øll skuldu savnast, tí nú skuldi eg frumframføra mítt nýggjasta lag. Húskið hevur havt gott tol, tí hetta hendi rættiliga ofta.
Alt, eg minnist, havi eg droymt um at verið songkvinna, og tað kennist viðhvørt dreymakent, at eg veruliga í dag livi dreymin, eg einaferð droymdi.
Systir mín, Eivør, hevur sjálvandi eisini havt stóra ávirkan á meg, tá tað kemur til mína yrkisleið. Tá eg var smágenta, plagdi hon at taka meg við til sínar konsertir runt í Føroyum, og eg minnist, at eg sat við stórum eygum og eygleiddi, lurtaði og droymdi. Tað var soleiðis, at eg veruliga fekk innlit í, hvat tónleikaheimurin er, og hetta hevur uttan iva vakt mín áhuga fyri tónleiki enn meira og hevur verið við til, at eg sjálv havi valt tónleikin sum yrkisleið.
Hon hevur lært meg ótrúliga nógv og hevur verið og er ein fantastiskur vegleiðari at hava. Vit báðar fara altíð fyrst og fremst at vera systrar, men tað er eisini fantastiskt at kunna deila kærleikan til tónleikin.
Hevur tú nakrantíð mist vegfestið?
Í 2011 broyttist alt. Pápi mín doyði brádliga. Eg var 14 ára gomul, og alt, sum eg setti í samband við tryggleika, bleiv skrykt undan mær. Pápi mín var eitt fantastiskt menniskja og ein ótrúliga kærleiksfullur pápi og maður. Tankin um at missa hann var púra burturvið, men tað gjørdist veruleiki.
Hann doyði av meningitis. Tað hendi skjótt, so skjótt, at eg ikki fekk sagt honum alt, sum eg ynskti. Eg haldi enn í dag, at tað er ótrúliga órættvíst, at so góð menniskju skulu vera tikin frá okkum, og fangi meg ofta í at hava brúk fyri pápa mínum. Eg kundi nemliga ikki ynskt mær betri pápa, og eg gleðist yvir tey 14 árini, eg fekk saman við honum.
Bert tvey ár eftir, at pápi andaðist, fekk mamma mín staðfest krabbamein. Eftir at eg hevði mist pápa mín var eg serliga bangin um, at mamma mín eisini skuldi doyggja. Mamma visti um hendan óttan, eg hevði, og av somu orsøk helt hon boðini um sjúkuna loynilig í eina heila viku, fyri líkasum at verja okkum. Hesi boðini kollveltu mín heim, og eg føldi, at mín ringasta marra bleiv til veruleika. Eg fór beinavegin at gera mær tankar um, hvussu eg og systrar mínar skuldu klára lívið, foreldraleysar, og eg minnist, hvussu panikkurin vaks innan í mær. Alt kendist so hjálparleyst og vónleyst.
Mamma var ein sannur klettur hesa tíðina, hóast hon bardist við krabba, so gjørdi hon alt fyri, at vit systrar vóru tryggar og høvdu tað gott. Hon er ein sonn fyrimynd. Tvey ár eftir vann hon á sjúkuni.
Eg misti uttan iva vegfestið hesi árini, og tað var ótrúliga hart at finna røttu kósina aftur. Í ótrúliga langa tíð loyvdi eg ikki mær sjálvari at merkja gleði, tí eg mátti vera trúføst ímóti sorgini, og hetta er nakað, eg enn kann stríðast við. Eg havi tíbetur eina fantastiska familju, ið altíð var og er við mína lið.
Nær kennist tað, sum tú ert farin skeivan veg?
Eg eri heilt víst farin nakrar vegir í lívinum, ið kanska vóru ivasamir, og har eg aftaná havi hugsað, um tað yvirhøvur var neyðugt, men eg haldi eisini, at eg lærdi av teimum kanska skeivu gøtunum, og tær hava verið við til, eins og tær røttu gøturnar, at gjørt meg til tað, er eri blivin til í dag.
Nær hevur tú verið á einum vegamóti?
Tað kennist eitt sindur sum, at eg standi á eina vegamóti beint nú. Eg havi sett hol á síðsta árið á konservatorium og eftir lokna útbúgving byrjar jú ein nýggjur kapittul. Eg haldi, tað er fantastiskt, at vit ikki vita, hvar leiðin ber. Tað ger lívið onkusvegna nógv meir spennandi. Eg vóni sjálvandi, at mín tilvera verður fylt við tónleiki og góðum menniskjum, og at ferðin har til verður vøkur, men mær dámar væl, at ikki vita, hvar eg endi, tí tað merkir, at alt ber til.
Komandi árið skal eg fyri fyrstu ferð eftir fimm ár traðka út í verðina við eini master útbúgving í tónleiki. Tað kann kennast ótrygt til tíðir, men eg eri eisini spent at vita á hvørjum vegi, eg endi.
Hvussu kennist tað, tá fólk kenna teg aftur á gøtum og vegum?
Eg havi hitt nógv deilig fólk á míni lívsleið, og eg haldi, at øll menniskju, eg hitti á gøtunum, geva mær okkurt at hugsa um. Ein vinarlig heilsan á vegnum vermir altíð, og eg blívi altíð glað, tá fólk heilsa upp á meg.
Hvønn umveg minnist tú best?
Eg fór í student eftir 10. flokk. Eg minnist gott aftur á ta tíðina, men í tí stóru myndini var tað ikki neyðugt at taka studentsprógvið, tí eg visti allatíðina, at eg fór at velja tónleikin. Longu tá hevði eg eisini kannað, hvat skuldi til fyri at koma inn á musikkonservatoriið í Keypmannahavn, og har var miðnám ikki eitt krav. Eg haldi tó, at tað gav mær ótrúliga nógv, og trúgvi, tað hevur verið við til at ment meg sum menniskja, so tað var ein góður umvegur at taka – ein umvegur, eg ikki angri.
Hesa tíðina byrjaði eg eisini at fáa áhuga fyri føroyskum og føroysku mállæruni, og hetta hevur óivað verið við til at forma meg og mína tekstskrivning. Mær dámar sera væl at spæla við føroysku orðini, helst gamlar máliskur og hugløg. Studentatíðin hevur heilt vist givið mær størri innlit í mangt, sum eg ikki hevði nomið, um eg ikki hevði gingið har.
Hvør hevur verið tann mest umráðandi vegleiðarin í tínum lívi?
Tey fyrstu, ið koma mær til hugs, eru míni foreldur og systrar.
Ígjøgnum allan mín uppvøkstur hava míni foreldur altíð stuðlað upp undir mínar dreymar, samstudins sum tey hava vegleitt meg á røttu kós. Mamma mín hevur altíð staðið sum ein varði við mína lið, og ger tað enn. Eitt, sum hon altíð sigur við meg, er, at eg skal minnast til, at varðveita hjarta, fram um alt annað, og hetta eru orð, eg altíð vendi aftur til, tá eg standi í kroystum støðum, ella tá eg havi brúk fyri troyst.
Vit, systrar, eru eisini ótrúliga tættar, og eg haldi meg læra okkurt av teimum hvønn dag. Tær eru so fantastiska fríar og gevandi og geva mær íblástur at leypa inn í tað ókenda, tí tað er oftast har, tú lærir mest. Míni foreldur og systrar hava uttan iva verið mínir mest umráðandi vegleiðarar í lívinum, og eru tað enn.
Hvør hevur funnið vegin inn í títt hjarta?
Eg kenni meg hepna, nemliga tí eg eri umgird av fantastiskum menniskjum í mínum dagligdegi. Tey geva mær øll okkurt gott, á hvør sín hátt, og hava eitt gigastórt pláss í mínum hjarta.
Eg bleiv eisini í 2018 púra vekk í einum fuglfirðingi, og hann eigur enn mítt hjarta. Lívið saman við honum er fylt við tónleiki, kærleika og látri, og eg kenni meg sera hepna at hava funnið ein so deiligan mann og lívsvin at fylgjast við ígjøgnum lívið.
Hann eigur eisini ein son, sum hevur ríkað mítt lív ótrúliga nógv.
Hvar ert tú ávegis júst nú?
Eg arbeiði í løtuni fram ímóti míni fyrstu heildarútgávu, so tað næsta árið fer at snúgva seg um at skriva nýggjan tónleik. Umframt tað, so gongur leiðin eisini til Íslands, har eg fari at búseta meg í ein mánað fyri at fáa íblástur, bæði av nattúruni har, men eisini mentanini.
Eg havi eisini júst skrivað kontrakt við hollendska bókingarfelagið, Doomstar Bookings, sum fara at skipa fyri konsertum úti í heimi, so ætlanin er at fara út í heim við tónleikinum og liva dreymin til fulnar.
Hvør er vegurin til eydnu?
At fáast við tað, tú elskar mest, og at vera umgird av deiligum menniskjum.
Fert tú allan vegin fyri at náa tínum máli?
Absolutt. Tað er eingin loyna, at tað krevur hart arbeiði. Men eg ivist onga løtu í, at um tú veruliga vil, so røkkur tú tær hæddir, tú droymur um. Tá eg havi sett mær okkurt fyri, so skal tað gjøgnumførast, soleiðis hevur tað næstan altíð verið. Tú upplivir sjálvandi mótvind, men mótvindurin gevur eisini styrki. Tí er tað umráðandi at halda fram, tí vit megna nógv meir, enn vit halda.