– Tað krevur dirvi at elska
Lívsstílur
– Tað krevur dirvi at elska
Ymsir eru vegirnir gjøgnum lívið – vit hava hitt klaksvíksdamuna Onnu Mariu Joensen til eitt prát um vegamót, um at fara skeivan veg, um umvegir, um vegin til hjartað og aðrar vegir, sum hon er farin framvið á lívsins leið.  
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen Myndir Amy Hansen  10.09.2024

Hvør vegur var tann fyrsti, tú gekst?

Í minninum hjá mær er ein fastfryst mynd av mammu og mær, sum fara úr einum bussi og ganga langa vegin til húsini hjá ommusystur míni í Noreg. Hendan myndin hevur verið í minninum alt mítt lív. Fyri nøkrum árum síðani spurdi eg mammu, hví eg mundi minnast hetta so væl, og hvussu gomul eg mundi vera. Mamma sigur, at hetta var í samband við eitt syrgiligt deyðsfall í familjuni hjá ommusystur, og at eg bert var 1-2 ára gomul. Eg havi ofta hugsað, um tað kann vera rætt, at eg minnist tað so væl, men av tí at umstøðurnar hava verið, sum tær vóru, so hevur tað allarhelst havt stóra ávirkan á eitt barn, og tí minnist eg tað so væl.

Fakta: Anna Maria Joensen er fødd og uppvaksin í Klaksvík, har hon eisini býr í dag saman við manninum Rógva Joensen. Tey eiga trý børn - Jonu (andaðist í 2009), Rebekku og Karl. Anna Maria starvast sum stjórnarfyrisitari í Klaksvíkar kommunu. Í frítíðini er hon hjálparvenjari í svimjifelagnum Ægi, og hon svimur og gongur eisini nógv sjálv. Hon og maðurin hava nýliga sett á stovn eina ferðavinnufyritøku og hava eisini Karlsá heimablídni, har tey millum annað borðreiða við pitsu.

Hvussu fanst tú tín vinnuveg?

Omma og abbi í Klaksvík høvdu egið virki, ein handil, sum seldi skrivstovuamboð og eisini var gávuhandil. Uppiá hevði abbi bókhalds- og reiðaravirki. Sum 11 ára gomul byrjaði eg at arbeiða - fyrst hjá ommu í handlinum, og tá eg varð 14 ár, segði abbi, at nú var tíð uppá, at eg kom at hjálpa honum við at gera lønir og avreiðingar. Abbi var nýhugsin, og hann fekk virkinum teldur tíðliga, og var tað um hesa tíðina, at hann helt, at eg eins væl kundi byrja at læra meg at brúka hesar teldur. 

Tá eg var liðug við fólkaskúlan, var ætlanin, at eg skuldi á HF, men eg var so skúlatroytt, at eg gav avboð til HF og spurdi abba, um eg kundi arbeiða hjá honum, og tað gjørdi eg so í eitt hálvt ár, tá eg spurdi, um eg kundi sleppa í læru. Ja, tað kundi eg koma, svaraði abbi. ‘Men eitt skalt tú vita, tú fært onga serbehandling her, tú ert undir akkurát somu treytum sum hinir næmingarnir’, segði hann so. Eg hugsaði, at ongin skuldi kunna siga, at eg slapp lættari enn nakar annar, so eg setti mær fyri, at eg skuldi arbeiða hart, so abbi ikki skuldi verða skuffaður av mær. Eg má siga, at vit komu sera væl út av tí og arbeiddu saman í nógv ár. Abbi hevði álit á mær og læt meg skjótt fáa ábyrgd, og má eg siga, at hetta kendist spennandi og gav mær áræði.

Virkið tókst við bókhald, roknskap og reiðaravirksemi. Mær dámdi øll økini, men allarbest dámdi mær tað, sum var innan reiðaravirksemi – at samskipa og finna loysnir, tað elski eg at fáast við. Seinni yvirtók mammubeiggi mín fyritøkuna, og helt eg áfram at arbeiða hjá honum, og hava vit arbeitt væl saman og hava enn eitt sera gott samstarv.

Síðani havi eg havt nógv ymisk størv, summi eri eg biðin til og okkurt havi eg søkt. Øll hava verið líka spennandi og mennandi fyri meg. Mær dámar kanska best at samskipa, at seta í verk og eg virðismeti høgt tænastustøði.

– Tá hann vendi aftur til lívið, bað hann meg um fyrigeving, og tað var als ikki lætt – eg føldi meg so bundna niður av øði, at eg var púra greið yvir, at eg í mær sjálvari ikki kundi fyrigeva honum. Men frá tí, at eg sum lítil lærdi um Gud, og hvussu Hann hevur áhuga í mínum lívi, havi eg havt eina langa samtalu við Hann, og eg vendi mær til Hann og segði, at eg klári ikki at fyrigeva, so tí mást tú, Gud, hjálpa mær at fyrigeva.

Hevur tú nakarantíð mist vegfestið?

Ja, tað hevur fleiri ferðir í lívinum kenst, sum eg havi mist vegfestið, 

Tá dóttir okkara doyði sum 20 ára gomul, misti eg so dyggiliga fótafestið, eg hevði tá sera trupult við at fóta mær aftur. Men eg eigi tvey elskulig børn, sum høvdu brúk fyri mær, og tað hjálpti mær aftur á føtur. Hendan hending var øgiliga ógvuslig fyri meg, tí sjálvt um vit vistu, at hon var álvarsliga sjúk, so var øll hendingin rundan um hana øgiliga dramatisk, tá hon doyði. Tá kendi eg veruliga, hvat sorg er, hvussu ómetaliga hart tað er at vera í sorgini. Tú heldur kanska tann eina dagin, at nú gongur framá, og so dagin eftir er alt bara svart, tú sært ikki ljósið. Tað følist sum at vera í eini myrkum tunli, men tú sært, at har er eitt ljós langt uppi; men tað er bara so langur vegur upp.

Ein onnur hending í lívi mínum, har eg veruliga føldi, at eg misti vegafestið, var tá maður mín, sum hevði verið bundin av rúsdrekka í nøkur ár, gjørdist álvarsliga sjúkur av hesum og legði av at drekka. Tú kundi hildið, at eg bara kundi vera glað, men tað var eg ikki. Eg gjørdist so skøkk av, at hann varð so sjúkur og kundi doyggja, at eg varð í øðini um, at hann voldi okkum hesa stúran og sorg. Tá hann vendi aftur til lívið, bað hann meg um fyrigeving, og tað var als ikki lætt – eg føldi meg so bundna niður av øði, at eg var púra greið yvir, at eg í mær sjálvari ikki kundi fyrigeva honum. Men frá tí, at eg sum lítil lærdi um Gud, og hvussu Hann hevur áhuga í mínum lívi, havi eg havt eina langa samtalu við Hann, og eg vendi mær til Hann og segði, at eg klári ikki at fyrigeva, so tí mást tú, Gud, hjálpa mær at fyrigeva. Eg stríddist við hetta í einar tveir dagar, og so føldi eg ein fantastiskan frið og kundi fyrigeva Rógva. 

Fyrigeving er heilt fantastiskt, tað er lætt at siga, at eg fyrigevi, men at meina og liva fyrigevingina er ikki lætt. Um tú fyrigevur, mást tú sleppa tí, sum tú fyrigevur, ella blívur tað við at fylla títt sinni. Eg veit ikki, um vit hugsa so nógv um tað, men eg haldi, at fyrigeving er minst líka stórt fyri tann, sum fyrigevur, sum fyri tann, ið verður fyrigivin.

Rógvi og eg avgjørdu, tá henda hending var okkum fyri, at tað, sum skuldi sigast um hetta, skuldi sigast her og nú, so vit ikki brikslaðu hvør øðrum nakað seinni. Vit laðaðu steinrúgvuna har og lovaðu hvørt øðrum at ganga frameftir, og skuldi nakað takast fram um hesi ár í okkara lívi, skuldi tað brúkast jaligt. 

Allarhelst havi eg mist fótafestið aðrar tíðir, men eg haldi, at hesar hendingar eru tær, sum hava lært meg mest. Eg hugsi, at tað at viðurkenna, at lívið ikki bert er ein lættur dansur á rósum, men at rósur hava tornir, sum tú stingur teg av viðhvørt, men tá tú hevur vunnið á stinginum, ja, so dansar tú aftur.

Nær kennist tað, sum tú ert farin skeivan veg?

Eg haldi, at eg ofta havi kent tað, sum eg fari skeivan veg, og í bakspeglinum eri eg heilt vist farin skeivan veg, men gjørd gerð fær ikki vend. Eg hugsi, at tá eg havi tikið tær avgerðir, sum eg havi, havi eg tikið tær út frá tí, sum eg helt vera best í teimum umstøðunum. Tá eg var yngri, kundi eg iðra meg um, at eg hevði gjørt, sum eg gjørdi, og tað fylti alt ov nógv hjá mær. Men sum eg eldist, so dugi eg betur at góðtaka, at tann vegurin, eg eri farin, sum kanska kennist skeivur, er ikki nakað, eg skal iðra meg um; eg hyggi heldur eftir, hvat eg kann læra av hesum, og má eg siga, at eg aloftast kenni meg ríkari, tá eg havi hugsað meg um.

Hvussu kennist tað, tá fólk kenna teg aftur á vegnum?

Eg eri ikki serliga almenn, so eg eri sum so ikki ein persónur, sum øll kenna.  Men gjøgnum mítt lív havi eg møtt nógvum fólkum, sum eg á ein ella annan hátt havi fingið eina relatión til, og er tað altíð gevandi at møta hesum fólkum. Eitt, sum eg haldi vera sera jaligt og ger meg glaða, er, tá eg møti fólki, sum siga hey “...ert tú mamma hjá ...?” “ert tú kona...?”, ”ert tú dóttir ella systir...?”, ”ert tú omma ...?”. Tað haldi eg vera stórt og kennist fevnandi, at tey kenna meg umvegis onkran annan og heilsa mær – tað er ein góð kensla.

Hvønn umveg minnist tú best?

Ein tann størsti umvegurin, eg hugsi um, er, tá eg bleiv mamma fyrstu ferð.  Eg hevði eina mynd av, hvussu familjulívið fór at vera, men hendan myndin bliknaði skjótt, tí lívið broytti fullkomiliga kós. 

Sum 21 ára gomul bleiv eg mamma at gentu, sum bar brek og hartil var rættiliga sjúk. Eg hevði glett meg til at blíva mamma og hevði so nógvar ljósareyðar dreymar um tað, men tá staðfest bleiv, at dóttir okkara bar brek og var so sjúk, var tað heldur trupult at finna nakað ljósareytt og jaligt fram í meldrinum av tonkum, sum fyltu meg tá. Alt, sum eg helt vera eina sjálvfylgju, var nú ein avbjóðing – ikki tí, eg kendi til børn og ung, sum bóru brek, og eg hugsaði ikki, at hetta ikki kundi henda okkum. Men tað var meira skelkurin av, at hetta var so ókent, og at eg ikki visti, hvussu eg skuldi navigera í hesum nýggja veruleikanum. Men vit komu tíbetur skjótt í samband við onnur foreldur í somu støðu, og eg fann útav, at hetta lívið stóð als onki aftan fyri tað lívið, sum, eg hevði ímyndað mær, skuldi verða okkara lív. Eg má helst viðurkenna, at eg havi verið og allarhelst eri “kontrol freak”, og tað er ikki lætt at vera, tá tú eigur eitt barn, sum ber brek og hevur álvarsliga sjúku at stríðast við – tá kann alt henda og til allar tíðir. 

Hvør hevur verið tann mest umráðandi vegleiðarin í tínum lívi?

Tað fyrsta, eg hugsi, eru ommurnar, tær vóru so ymiskar, men báðar fingu stóran týdning í mínum lívi á hvør sín hátt. Sjálvt um báðar vóru føddar fyrst í 1900, so vóru tær báðar tvær sera sjálvstøðugar kvinnur, sum vístu mær, at tú kanst tað, tú vilt – tú hevur onga forðing!

Men sum eg hugsi meir um týdningin av orðinum vegleiðari, so haldi eg, at eg havi havt so nógvar umráðandi vegleiðarar í mínum lívi. Sum barn og ung eru tað foreldur, ommur og abbar - tey hava virði, sum tey vilja geva víðari til tín og vegleiða út frá tí . Sum tú veksur og búnast, sært tú við egnum eygum upp á lívið - og lívsumstøðurnar broytast jú. Mítt lív er mítt lív, og tí leggjast fleiri og fleiri vegleiðarar afturat. Tá vit fingu dóttur okkara, vóru tað onnur foreldur í somu støðu. Í arbeiðslívinum møti eg eisini fólkum, sum eg  læri nógv av, og sum eru vegleiðarar á tí økinum. Eg havi ein fantastiskan mann, sum eg sparri nógv við. Míni børn eru so sanniliga eisini nakrir fantastiskir vegleiðarar – at lurta eftir, hvussu tey uppliva ymiskar støður, og at hoyra teirra meiningar gevur mær avgjørt nógv. Tey tora at geva mær mótspæl, og tað er mennandi, sjálvt í mínum aldri. Tey eru eisini vegleiðarar inn í eina tíð, sum eg kanska ikki kenni so nógv til.

Vinkonurnar eru eisini gull verdar; vit hava kenst frá tí, vit vóru heilt ungar, so vit siga hvørjari aðrari alt og vegleiða eisini, tá ið vit hava tørv á tí.

Hvør hevur funnið vegin inn í títt hjarta?

Tað fyrsta, sum fellur mær inn at svara, er: maður mín Rógvi. Mín stóri kærleiki. Vit møttust, tá eg var 17 ár, og hann var 21 tá. Vit giftust í mai 1987, so vit hava verið gift í skjótt 35 ár. Rógvi og eg eru sera ymisk, og tað kann geva nógv knubb á vegnum; men tað við kærleika haldi eg snýr seg um at rúma hvørjum øðrum og at duga at síggja kvalitetirnar hjá hvørjum øðrum. Tí haldi eg, at kærleikin er sum ein gáva innpakkað í nógv løg av gávupappíri - hvørja ferð tú skræðir eitt pappír, so fært tú kansa eitt sindur ilt, men tá pappírið er farið av, so sært tú bara eitt lag, sum er enn vakrari. Kærleikin gevur meira og meira, men bara um tú torir at skræða løgini og hyggja innum. Tað krevur dirvi at elska. 

Men sjálvandi eru fleiri, sum hava funnið vegin inn í mítt hjarta. Míni børn, barnabørn o.s.fr. Øll tey, sum eg havi kær. 

Men tað er nakað serligt við tí fyrsta kærleikanum, hann er so stórur og djúpur, og sleppur hann at liva seg út og vaksa saman við einum pari, so gerst hann bara størri og størri, og hann gevur so nógv; hann mennist og broytist. Fyrst eru tað bara tit bæði, so koma børnini og barnabørnini – og øll finna ein serligan veg inn í hjartað. Eg minnist, tá eg gekk við næsta barninum, at eg hugsaði, um eg mundi klára at elska tað líka nógv sum tað fyrsta - og ja, sjálvandi kláraði eg tað. Børnini eru heilt hvør sín og sjálvandi rúmar hjartað øllum.

– Torið at møta og liva lívið við øllum teimum fasettum, sum tað inniber. Livið í nú´inum og njótið tað, sum er júst nú; tað haldi eg, at eg havi dugað ov illa.

Fert tú allan vegin fyri at náa tínum máli?

Eg kundi hugsað mær at sagt ja, men tað geri eg nokk ikki, sjálvt um eg fari rættiliga langt. Men viðhvørt er neyðugt at endurhugsa málið, og kanska vegurin hevur verið ov trupul hartil, og tí má málið flytast.

Hvat er besta ráðið, tú hevur givið tínum børnum við á lívsins veg?

Torið at møta og liva lívið við øllum teimum fasettum, sum tað inniber. Livið í nú´inum og njótið tað, sum er júst nú; tað haldi eg, at eg havi dugað ov illa. 

Hvør er tín snarvegur til ein góðan gerandisdag?

Eg hyggi í speglið og sigi: ‘Góðan morgun, Anna Maria. Dagurin í dag er tín, tú hevur ávirkan á, hvussu hann hilnast. Tað, sum tú møtir, tak tað jaligt’. 

Eg fari ofta ein stuttan gongutúr hvønn dag, tað er absolutt nakað, sum ger undurverk, og sum eg raðfesti høgt. Annars elski eg at byrja dagin við at seta meg uttanfyri við einum kaffimunni og bara hyggja eftir hønunum og norður á Kunoyarfjall. 

Hvussu endaði tú á vegnum, tú býrt á í dag?

Ja, tað er ein avleiðing av, at eg møtti Rógva. Vit keyptu barnaheimið hjá honum og búgva mitt í Klaksvík. Ofta hava vit tosað um at flutt, men eg havi als ikki hug, eg kann ikki ímynda mær at búgva eitt betri stað. Mitt í býnum - stuttan veg til skúla, frítíðarvirksemi, innkeyp og alt. Og tó, so er hetta so friðarligt og bygdaligt, vit eins og onnur í grannalagnum hava hønur, og beint við síðuna av hjá okkum er eitt lítið fjós. Vit síggja beint niðan á Klakkin og Háfjall og norður á Kunoyarfjall. Vit búgva í hjartanum í Klaksvík við øllum tí lívi, sum har er, men eru tó mitt í náttúruni og kunnu njóta friðin og ljóðið av alskyns djórum.

Hvar ert tú ávegis júst nú?

Ja, tað er ein spennandi spurningur, eg eri sum sagt 55 ár, so teir dreymar, sum eg havi, teir má eg byrja at liva nú. Maður mín og eg hava júst stovnað okkara egnu fyritøku, sum fæst við ferðavinnu, og tað eri eg sera spent uppá at fara í gongd við. Eg elski góða tænastu, og haldi tað vera spennandi at geva fólki eina góða uppliving í okkara fanastiska landi.

Enda setningin: Vegurin til góða lívið ...

Havi hug at siga sum H.C. Andersen: ‘At rejse er at leve’. Eg elski at ferðast, og tað at uppliva aðrar mentanir ger nakað við mín hugburð til onnur, tað víðkar sjónarringin. Annars haldi eg, at tað at vera nøgd, tora at fyrigeva og tora at elska gevur gott grundarlag til eitt gott lív!

Greinin er úr Kvinnu 4, 2022.




Viðkomandi greinar