Telefontænastan hjá Gigni: Fakligur stuðul til foreldur og børn hvørt gerandiskvøld
Lívsstílur
Telefontænastan hjá Gigni: Fakligur stuðul til foreldur og børn hvørt gerandiskvøld
Visti tú, at Gigni hevur eina telefontænastu, har ein heilsufrøðingur svarar telefonini hvørt gerandiskvøld millum 19-21?
Eftir: Anniku Kunoy Im /Greinin er gjørd í samstarvi við Gigni / Mynd: privat 21.07.2024

Visti tú, at Gigni hevur eina telefontænastu, har ein heilsufrøðingur svarar telefonini hvørt gerandiskvøld millum 19-21? Tænastan er ætlað tær, ið tørvar hjálp, vegleiðing og ráðgeving um eitthvørt, ið snýr seg um kropsliga ella sálarliga heilsu. Øll kunnu ringja - bæði børn, ung og vaksin. Nummarið er 56 23 23. Sólrun Foldbo, heilsufrøðingur og fakligur stjóri í Gigni, svarar her spurningum um tænastuna, tey kalla Spyr Heilsufrøðingin.


Sólrun Foldbo, fakligur stjóri í Gigni

Hvat er 'Spyr Heilsufrøðingin' fyri ein tænasta?
Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til, at foreldur ella børn hava brúk fyri at ringja og tosa við ein heilsufrøðing eftir vanliga arbeiðstíð - onkuntíð liggur ikki fyri at ringja fyrr enn seinni um dagin, og onkuntíð stingur ein bráðfeingis støða seg upp, har tú hevur tørv á at fáa fatur á fakfólki við tað sama. Hetta er ein telefontænasta, har heilsufrøðingar eru tøkir gerandiskvøld millum klokkan 19 og 21, um so er, at onkur hevur tørv á ráðgeving, einum práti ella hevur spurningar um eitthvørt, sum hevur við børn og familjuna at gera.

Hvørjum er hon ætlað?
Tænastan er ætlað øllum børnum, ungum og vaksnum, sum hava spurningar til heilsufrøðingin. Vit hava fyrr havt bróstagevings telefonráðgeving, men vit ynskja nú at víðka hesa tænastuna, soleiðis at bæði børn, ung og vaksin kunnu ringja, um tey ivamál, sum tey hava um teirra kropsligu og sálarligu heilsu. Tað ber til at spyrja um alt, sum heilsufrøðingar arbeiða við. Tað kann vera í mun til smábørn, skúlabørn og í mun til foreldrauppgávuna. Vit hava tosað nógv um, hvussu vit skuldu kalla hesa tænastuna, soleiðis, at navnið eisini fevnir um tað, vit ynskja tænastan skal vera. Við hesum navninum halda vit, at tænastan viðkemur øllum, tí vit heilsufrøðingar jú arbeiða við børnum, ungum og foreldrum. Vit hava tó upplivað, at foreldur ofta ikki hugsa um at spyrja heilsufrøðingin til ráðs, eftir at barnið er eldri enn 18 mánaðir, og regluliga viðtalan hjá heilsufrøðingi er endað, og aðrir fakbólkar, so sum námsfrøðingar, eru um barnið.
Børn og ung hava eisini møguleika til at ringja til 'Tú og Eg Ráðgevingina' hjá Barnabata og fáa góð ráð og vegleiðing um allar møguligar trupulleikar og ivamál har. Foreldur hava ikki hetta tilboðið, og tí hugsaðu vit eisini at kunna lofta foreldrunum við hesi tænastuni.

Onkuntíð kunnu foreldur vera í trýstum støðum, har tey hava tørv á hjálp her og nú - tað kann til dømis vera, at ein ivast  í, um ein ger alt rætt, ella at støðan er spent heima, og tørvur er á vegleiðing

Tænastan er ætlað spurningum um kropsliga ella sálarliga heilsu, hvat merkir tað? 
Heilsufrøðingar hava eina grundútbúgving í sjúkrarøktarfrøði og hava tí breiða og holla vitan um kropsliga, sálarliga og sosiala heilsu hjá menniskjanum. Vit vita eitt sindur um alt møguligt og kenna skipanina á tann hátt, at vit vita, nær og hvar vit skulu fara víðari við tí, vit ivast í. Vit arbeiða nógv við trivnaðinum hjá børnum - sálarliga og sosialt.

Hví er tað umráðandi at hava ráðgeving gjøgnum telefon á hendan hátt?
Tað er gott at vera tøk so nógv sum til ber. Vit eru sjálvsagt tøk í vanligari arbeiðstíð, men tað er eisini tørvur á okkum uttanfyri vanliga arbeiðstíð, tí tað tá kunnu vera aðrar støður, sum stinga seg upp, og tá eru kanska ikki onnur vaksin rundanum, sum ein kann spyrja um ráð. Onkuntíð kunnu foreldur vera í trýstum støðum, har tey hava tørv á hjálp her og nú - tað kann til dømis vera, at ein ivast  í, um ein ger alt rætt, ella at støðan er spent heima, og tørvur er á vegleiðing. Vit vita jú, at um man ikki hevur tað gott sum foreldur, so gongur tað lættliga útyvir trivnaðin hjá barninum.

Kunnu foreldur, sum kenna seg trýst, ringja og fáa ráðgeving?
Ja, tað er nevniliga júst tað, tænastan er gjørd til. Hetta er ikki ein dulnevnd ráðgeving, men tað kunnu vera eymar ella truplar støður, har tað er lættari at tosa í telefon vit onkran, tú ikki kennir. Serliga í einum lítlum samfelag sum okkara. Øll, sum eiga børn, verða trýst til tíðir. Eisini foreldur at størri børnum og tannáringum. Tí  kann tað vera gott at ringja og siga, hvussu støðan er, fáa luft og reflektera saman við einum fakpersóni um, hvat ein kann gera. Tað er eingin, sum er eitt perfekt foreldur alla tíðina. Tað er umráðandi at minnast til. Tí tað at vera foreldur kann vera ómetaliga hart og krevjandi til tíðir. Saman kunnu vit lofta nógvum av hesum stúranunum við at reflektera saman við einum fakpersóni, seta orð á ting og fáa hugskot til tað, sum kann gerast í støðuni.

Hvørjir trupulleikar kunnu foreldur renna seg í, sum ikki kann bíða, har ein heilsufrøðingur er góður at heita á?
Vit uppliva, at foreldur ringja mest um pinkubørn, sum millum annað gráta illa, hava ilt í búkinum ella ikki taka nóg væl uppá. Ella tað gongur illa við bróstagevingini, og foreldrini hava tørv á skjótari vegleiðing og onkrum, sum kann tosa við tey um hesi tingini.

Tí tað at vera foreldur kann vera ómetaliga hart og krevjandi til tíðir. Saman kunnu vit lofta nógvum av hesum stúranunum við at reflektera saman við einum fakpersóni, seta orð á ting og fáa hugskot til tað, sum kann gerast í støðuni

Hvør hevði tú vilja tók brúk av henni, sum ikki ger tað nú?
Hetta kann nevniliga gerast ein góð tænasta fyri foreldur at størri børnum - tí hesin bólkurin hevur ikki so nógva staðni, tey kunnu venda sær við sínum avbjóðingum, tá ið tey eru trýst. Tað kann til dømis vera ein sperd støða í mun til barnið, men eisini í parlagnum, tí parlagið er grundarlagið undir familjuni, og tað gongur eisini útyvir børnini, um tað ikki verður handfarið rætt.
Barnaverkætlanin arbeiðir eisini við einari nýggjari, felags telefonráðgeving, soleiðis, at foreldur hava eitt telefonnummar at ringja til, líkamikið hvørja hjálp teimum tørvar. Sum nú er, er hetta tað, vit bjóða foreldrum og børnum, og eftirfylgjandi tillaga vit okkara ráðgeving í tráð við teirra.