Telur tú niður til uttanlandsferðina?
Lívsstílur
Telur tú niður til uttanlandsferðina?
Áh lekkurt at sleppa at ferðast! Men áðrenn tú byrjar at pakka, átti tú at kannað nøkur viðurskifti. Tí samstundis sum vit gleða okkum og droyma um alt tað, vit skulu síggja og uppliva, so vita vit jú eisini, at tað ikki altíð gongur, sum ætlað…
Eftir: Kvinna í samstarvi við Betri Trygging 28.06.2024

Kanna ferðatryggingina
Ímynda tær, at onkur í ferðalagnum verður sjúkur á ferðini, so tit mugu ringja eftir lækna – ella onkur má innleggjast? Hvat um okkurt hendir her heima, so tit mugu skunda tykkum heim? Hugsa tær, um tit eru fyri stuldri, um viðførið ikki kemur fram ella seinkingar gera, at tit koma ov seint til næsta flogfarið?

Tá er tað, at tað er snilt at hava eina ferðatrygging. Hvørt einasta summar loftar ferðatryggingin nevniliga hópatals føroyingum, sum enda í omanfyrinevndu støðum.
So áðrenn tú pakkar, átti tú at kannað, um ferðatryggingin er í lagi - og um hon fevnir um tað landið, tit ætla tykkum til. Um ikki, má hon tillagast.

Kanna Avlýsingartryggingina
Skuldi okkurt hent, áðrenn ferðin byrjar, sum ger, at tú mást avlýsa, er gott at hava avlýsingartrygging. Tað kann vera sjúka í næstu familjuni, sosial viðurskifti ella annað, sum ger, at tú kortini ikki kanst fara avstað. Avlýsingartryggingin rindar tær tá pengarnar fyri ferðina aftur, so at tað – afturat vónbrotinum - ikki eisini verður ein fíggjarligur smeitur.

So áðrenn tú pakkar, átti tú at kannað, um ferðatryggingin er í lagi - og um hon fevnir um tað landið, tit ætla tykkum til. Um ikki, má hon tillagast.

Kanna passið
Nær ganga passini út? Eru tey útgingin mást tú skunda tær at bíleggja nýggj. Gev gætur, at fleiri lond seta sum krav, at passið skal vera galdandi minst tríggjar mánaðir eftir, at ferðin er endað.

Í neyðstøðu ber til at fáa eitt forleingjandi stempul frá løgregluni, sum tryggjar, at tú sleppur avstað.

Hav Bláa kortið við
Ert tú kundi hjá Betri Trygging, skalt tú altíð hava Bláa kortið við uttanlands. Skuldi tú havt tørv á hjálp, ringir tú beint til SOS-International. Tlf-nummarið hjá teimum stendur á kortinum. Á kortinum stendur eisini eitt annað nummar, sum tú skalt upplýsa, tá ið tú ringir til teirra.
Hevur tú appina ”Mín Trygging” á telefonini, hevur tú altíð Bláa kortið við hondina, tí tað liggur inni á appini.

Fert tú á bilferiu – kanna so Reyða og Grøna kortið

Fert tú á bilferiu, eru – umframt Bláa kortið – tvey onnur kort, ið tú skalt hugsa um. Annað er Reyða kortið og hitt er Grøna kortið.

Í ávísum londum skalt tú altíð hava Reyða kortið við, um tú koyrir við egnum bili. Tað prógvar, at bilurin er skrokktryggjaður í føroyskum ella donskum tryggingarfelagi. Kortið skal eisini við, um tú fert við húsbili ella húsvogni, sum er skrokktryggjaður.

Í ávísum londum skalt tú hava Grøna kortið – tað er prógv um, at bilurin er ábyrgdartryggjaður.
Set teg í samband við títt tryggingarfelag fyri at hoyra nærri um Reyða og Grøna kortið, áðrenn tit fara avstað.

Góða ferð <3

ynskja vit á Betri Trygging




Viðkomandi greinar