Styrkivenjing er umráðandi fyri kvinnur í øllum aldri, og ikki minni umráðandi, tá vit gerast eldri. Her eru fimm ágóðar, tú fært, tá tú styrkir kroppin við venjingum.
Styrkivenjing er umráðandi fyri kvinnur í øllum aldri, og ikki minni umráðandi, tá vit gerast eldri. Her eru fimm ágóðar, tú fært, tá tú styrkir kroppin við venjingum.
Betri úthaldni og sterkari hjarta – kanningar vísa nevniliga, at styrkivenjingar kunnu vera eins góðar fyri hjartað, sum konditiónsvenjingar.
Sterkari knø og liðir – tá tú spakuliga byggir styrki í vøddunum upp, verða liðir og knø undir minni trýsti og harvið eisini sterkari og betri vard.
Sunnari beinagrind – við styrkivenjing heldur tú sterku og sunnu beinagrindina við líka, og tað er sera umráðandi, tá vit gerast eldri, og beinini verða veikari
Betri lag og sálarheilsu – vit vita, at hýrurin verður betri við styrkivenjing, men kanningar vísa eisini, at eyðkenni fyri tunglyndi minka munandi.
Hjálpir tær at lætna og at halda vektina – hevur tú størri vøddar, gagnnýtir tú eisini kaloriur og gloymda orku/feitt betur. Og vit vita eisini, at tá vit venja, hugsa vit sum heild meira um, at tað, vit eta, er heilsugott og gagnligt.