Ummæli: Ein drongur, eitt brotsverk – og ein skipan, sum svíkur
Lívsstílur
Ummæli: Ein drongur, eitt brotsverk – og ein skipan, sum svíkur
Tað er ikki ofta, at ein sjónvarpsrøð situr eftir í kroppinum - sum fekst tú nevan í búkin. Men mini-røðin Adolescence, sum liggur á Netflix, er júst tað slagið av sjónvarpi.
Eftir: Anniku Kunoy Im / ummæli 26.03.2025

Tað er ikki ofta, at ein sjónvarpsrøð situr eftir í kroppinum - sum fekst tú nevan í búkin. Men mini-røðin Adolescence, sum liggur á Netflix, er júst tað slagið av sjónvarpi. Ikki undirhald, men ein uppliving, sum letur upp tilvitið og tyngir. Ein spegilsmynd, vit ikki vilja síggja, men sum vit í veruleikanum ikki hava ráð at venda okkum frá.

 

Ein óhugnalig søga – og eitt ógvusligt hví
Røðin er fangandi frá fyrsta dramatiska minuttinum. Tvey løgreglufólk bróta seg inn í eini vanlig hús í einum enskum býi og handtaka 13 ára gamla Jamie Miller. Hann er ákærdur fyri at hava dripið 13 ára gomlu Katie Leonard. Lítla løtu seinni fáa vit at vita, at tað er hann, sum hevur framt brotsgerðina.

 

So hví skulu vit halda á at hyggja? Tí Adolescence setur ikki spurningin, um hann gjørt tað – men heldur setur røðin ein órógvandi spurning um hví.

 

Og tað er júst her, at røðin tekur okkum í hondina – og leiðir okkum gjøgnum eina søgu, sum følist alt annað enn fiktiv. Ein søga, sum er merkt av einum tættum samanspæli millum brotsgerð, sálarfrøði, sosialan harðskap og samfelagsligt svik. Jamie er ikki eitt ódjór. Hann er eitt barn. Eitt barn, sum brotnar – mitt í okkara egnu samtíð.

 

 

Jamie – eitt barn, sum hvørvur frammanfyri okkum
Gjøgnum fýra intensar og meistaraliga væl gjørdar partar fáa vit innlit í lívið hjá Jamie. Hann býr saman við foreldrum sínum og stórusystur síni. Hann gongur í skúla, hevur vinir og er fakliga væl fyri. Alt sær út til at vera normalt. Men undir yvirflatuni er hann í einari kreppu, sum ongin vaksin hevur borið eygað við.

 

Tað, sum Jamie stríðist við, er eitt eitrandi mannfólka-ideali – tað, sum ofta verður kallað The Man Box. Ein hugsan um, at ein veruligur maður skal vera kynsliga virkin, sterkur, dominerandi og uttan kenslur. Jamie er bara 13. Hann veit ikki, hvat hann skal gera við seg sjálvan. Men samfelagið krevur longu, at hann skal vera ein "rættur" maður.

 

Tá ið hann verður kallaður ein “incel” – ein, ið er stakur uttan at vilja tað – av einum floksfelaga, er tað byrjanin til eitt innara kollaps. Og tá Katie, gentan hann hevur gott eyga til, ger grin við honum á sosialu miðlunum, verður tað ov nógv. Hann verður ikki bara avvístur – men útihýstur, spottaður, skammaður. Og í honum veksur sjálvshatur og vónloysi, meðan sjálvsvirðið brotnar.

 

Eitt filmsligt meistaraverk – og ein kenslulig marra
Tað er ein frægd at hyggja at hesi røðini. Hvør partur er tikin upp í einum - ein "oner" sum tey kalla tað. Tað er ein long upptøka uttan klipping. Slíkar upptøkur krevja sjálvandi ómetaliga góðar førleikar, men akkurát í hesari røðini virkar tað ikki uppblást. Heldur dregur hesin upptøku hátturin okkum hyggjarar heilt inn í sama rúm sum Jamie og hansara familja. Vit sleppa ikki undan. Júst sum tey ikki sleppa undan. 

 

Tá Jamie verður handtikin og má lata seg úr klæðum til eina DNA roynd, sær kameraið einki av kroppinum – men ístaðin hvílir tað á andlitinum hjá pápanum, Eddie. Eitt andlit, merkt av skelki og stíðsvilja. Eingin klipping verjir okkum frá tí, vit síggja. Eingin stíling. Bara ein ófiltreraður veruleiki.

 

Ein brotin skipan – og eitt samfelag, ið svíkur
Hvør partur av røðini varpar ljós á ymiskar partar av søguni – og samstundis ymiskar samfelagsligar trupulleikar, sum sníkja seg inn. Í øðrum parti eru vit í skúlanum, har løgreglan roynir at finna útav, hvussu nakað so ræðuligt kundi henda millum børnini. Í skúlanum er ein bardagi millum allar næmingarnar. Teir syrgja. Teir eru forvirraðir. Teir flenna. Tað, sum røðin vísir - uttan at siga tað - er, hvussu illa fyrireikaðir skúlar eru til at taka sær av sálarligum kreppum.

 

Í triðja parti situr Jamie saman við sálarfrøðinginum, Briony, á stovninum, hann er afturhildin á, meðan hann bíðar eftir at sleppa fyri rættin. Samtalan millum tey bæði er syrgilig og hjartaskerandi. Hann roynir at forklára seg - roynir at kenna seg nóg góðan. Hann mutlar: “Eg eri ljótur.” Og seinni: “Dámar tær meg?” Tá merkist, at tað, ið Jamie tørvar, er ikki friður ella revsing. Tað er at verða sæddur.

 

Tað er 14 ára gamli, Owen Cooper, ið spælir leiklutin sum Jamie. Hetta er hansara fyrsti filmsleiklutur. Og tað, hann fær burturúr, er ótrúligt. Hann skiftir milllum tað barnsliga og tað áleypandi - og djúpa sálarkreppu. Kameraið fylgir honum, og tú gloymir ofta, at hetta bert er sjónvarp. 

 

 

Ræðandi aktuelt 
Adolescence snýr seg ikki bara um ein drong. Hon snýr seg um okkara dreingir. Um børn, sum vaksa upp í einum heimi, har tey, frá tí at tey eru smábørn, verða hálað inn í vaksnu verðina – við kroppum, tey ikki hava fingið fatan av enn, og hugmyndum um manndóm, sum eru so skeiklaðar, at tær eru oyðileggjandi. 

 

Vit síggja foreldrini hjá Jamie. Tey elska hann. Men tey hava ikki sæð hann. Hann gekk í skúla, hevði vinir, sá út til at hava tað gott. Men ta ávirkanina, hann hevur verið undir á netinum, hava tey ikki lagt merki til. Og tað gjørdu tey ov seint. 

 

Eingin vón - men eitt krav
Tá ið seinasti parturin av mini-røðini er liðugur, situr tú sum hyggjari eftir við tyngd. Ongin forloysing. Ongin loysn. Ongin vón. Katie er deyð. Jamie er sundurbrotin. Familjurnar báðar skulu liva við sárum, sum ongantíð lekja. Og tann mekanisman, sum er rótin til alt hetta, heldur á at koyra við sama lag.

 

Adolescence gevur okkum ikki falska troyst. Hon heldur okkum fast í óvissuni. Og spyr: Hvat fyri eitt samfelag loyvir sínum børnum at verða formað av eitrandi hugmyndum, inntil tey annaðhvørt brotna – ella brota onnur?

 

Hetta er ikki sjónvarp, tú hyggur at og gloymir. Hetta er sjónvarp, sum setur seg fast. Sum krevur, at tú hugsar. At tú spyrt. Og kanska – at tú hyggur einaferð afturat. Og so vendir tær til títt egna barn og spyrt, hvussu tað veruliga hevur tað.



***

Fleiri enn 6,45 milliónir hyggjarar hugdu at fyrsta partinum av Adolescence fyrstu vikuna, røðin lá á Netflix. Røðin setti harvið eisini nýtt stroymingsmet í Bretlandi. Eisini hevur røðin fingið ómetaliga nógva umrøðu í altjóða miðlum.