Tað er ikki altíð so lætt at koma í renniskógvarnar ella venjingarklæðini og at fara avstað. Verðið hevur sanniliga eisini sína ávirkan. Hjá summum fellur tað natúrligt at íðka, men soleiðis er ikki hjá øllum. Poula í Frammistovu, kostráðgevi og persónligur venjari, gevur her 6 góð ráð til tín, sum hevur hug at røra teg, men manglar motivatiónina.
1 -Byrja Spakuliga og hav tol. Tú kemur ikki í form eftir bert eina viku, og tað tekur tíð at fáa góða konditión. Jú fyrr tú góðtekur, at eingin skjót loysn er, jú betri.
2 - Smá stig. Um tú leggur ov hart út og setur ov høg mál, er vandi fyri, at tú ikki klárar at liva upp til tey. Fyrimunurin við smáum broytingum er, at líkindini fyri, at tær eydnast, eru nógv størri, og tað er lættari at hava yvirlit yvir tær. Av tí sama fært tú fleiri góðar upplivingar og størri trúgv uppá, at tað fer at eydnast.
3 - Ger tær eina ætlan. Set tær greið mál, ger eina venjingarætlan og hong hana upp, har tú sært hana, so tað er greitt, hvat tú skalt hvønn dag. Legg til rættis hvørjar dagar og nær á degnum, tú ætlar at venja, so eru líkindini størri fyri, at tú gert tað.
4 - Set realistisk mál. Er málið ov stórt ella ov krevjandi, verður tað ógjørligt at røkka. Og hvørjum gagnar tað so? Tí er umráðandi, at málini eru realistisk og ikki alt ov krevjandi. Tí skalt tú seta tær smá, realistisk og tíðaravmarkað mál.
5 - Nýt onnur sum hjálp. Tú kanst til dømis fáa eina venjingarætlan frá einum persónligum venjara, og tað er eitt gott hugskot at siga við vinir og familju, at tú hevur sett tær nøkur mál. Tá tú gert tað, er ætlanin ikki bert í tínum egna høvdi, men onnur vita eisini av henni. Tað er eisini ein fyrimunur at finna tær eina vinkonu at venja saman við, so tað verður lættari at koma avstað.
6 - Hugsa jaligt. Lat ikki teir tankarnir vinna, sum fortelja tær, hvussu troytt tú ert, og hvussu strævin dagurin hevur verið. Hugsa um, hvussu glað og væl nøgd tú verður eftir venjingina.