Vinkonubók: Herborg Torkilsdóttir
Vinkonubókin. Eitt nostalgiskt minni frá fólkaskúlanum. Loyndarmál, pínligar og stuttligar søgur, sum blivu deildar við tættastu vinkonurnar. Á Kvinnu vilja vit halda fast í stuttligu siðvenjuni, og hava tí gjørt okkara egnu vinkonubók. Vit spyrja sterkar, klókar og inspirerandi føroyskar kvinnur 23 spurningar um stórt og smátt. Les við í okkara vinkonubók og lær føroysku kvinnuna betur at kenna.
Kelinavn: HerbErg, “Hin flipputa við pannibandinum”, Herbie.
Aldur: 42.
Yndislitur: Allir brendir litir.
Um eg skuldi lýst meg sjálva við trimum orðum: (Alt for) impulsiv, kerlig og stuttlig :)
Lívrættur: Thaisuppa við nudlum og høsnarunga.
Yndisárstíð: Vár.
Besta bók, eg havi lisið: Lev stærkt, dø ung.
Filmur sum bergtók meg: “The Notebook”, tí filmurin minti meg um mína elskaðu ommu, sum doyði av Alzheimers <3
Yndissendirøð: Beint nú er tað : “Chicago Fire”, men annars eeelski eg “Grey´s Anatomy”
Tá eg var lítil vildi eg verða: Flogterna og sangari.
Eitt gott ráð til meg sjálva sum ung: Tú ert góð nokk, bíða bara <3
Mítt besta keyp: Ein feria til Turkaland í 2012 við øllum mínum fyri at feira eina lidna móðurmerkjakrabba sjúkugongd.
Eg eri góð til: At improvisera - við mati, hondarbeiði, tónleiki...
Eg vil verða betur til: At spæla guitar!
Eg eri eydnurík tá: Tá eg standi á einum palli og spæli mín tónleik saman við Rakul, ella tá eg eri í studio.
Mín ringasti vani: At handla áðrenn eg hugsi (hetta er tó samstundis ein av mínum bestu vanum, tí mann kemur ongan veg við at hugsa ov nógv og ov leingi!)
Yndisbýur: Mítt yndisstað er Nólsoy.
Sangur, sum altíð fær meg í gott lag: “Here comes the Hotstepper”, Ini Kamoze
Mítt yndisrúm í býlinum er: Stovan, har vit øll samlast.
Yndisplagg: Víðan niðurdeil niður til knæ, onkur fitt blusa til og svartar boots.
Eg blívi ill tá: Maðurin er irriterandi, og tað er ikki so sjáldan - “Can´t live with nore without him.”
Eg eri errin av: Mínum diddum <3 Eigi 4 deiligar gentur, sum eru 5, 9, 15 og 22 ára gamlar, og hvør fittari enn onnur.
Mítt besta lívsráð: Ikki hugsa so nógv um, hvat onnur hugsa. Hevur tú hug til at gera okkurt, so ger tað <3 (bara ikki vissi tað er nakað kriminelt!)