"Vit mugu ikki gloyma at liva, meðan vit eru her. Vit kunnu gráta við klótuni, samstundis sum vit eru bjartskygd um framtíðina"
Lívsstílur
"Vit mugu ikki gloyma at liva, meðan vit eru her. Vit kunnu gráta við klótuni, samstundis sum vit eru bjartskygd um framtíðina"
Eftir: 06.02.2025

Barbara á Tjaldrafløtti hevur skrivað klummuna, hon starvast sum leiðari á stjórnarskrivstovuni hjá Betri. Hon býr í Havn saman við manninum og eigur tvey børn. Barbara er cand. scient. adm frá RUC og master í Etik frá universitetinum í Århus.  

 

Einaferð segði ein kvinna við meg:  “Tað er øgiligt sum tú flennir hart!” Ups, hugsaði eg, burdi eg ikki flent so hart ella hvat? Eg elski at flenna og soleiðis hava tað gott og stuttligt. Láturin útloysir endorfinur, sum skapa vælveru í kroppinum. Tá tú flennir, er tað næstan altíð, tí tú ert í góðum selskapi og kennir teg trygga. Men tað kunnu koma støður, har tað er so púrasta óhóskiligt at flenna. Tað kann vera, at tú uppfatar eitthvørt komiskt, sum er sagt í ramasta álvara. Tað er ein ræðulig støða at koma í.  

Havi einaferð upplivað eina tílíka støðu, tá eg saman við nøkrum vinkonum var í kirkju úti á bygd. Til hesa gudstænastuna var einki orgul, so klokkarin mátti syngja fyri. Um hann var fjálturstungin av uppgávuni, ella um hann bara ikki rakti tónan henda dagin, veit eg ikki. Men fyri hvørt sálmavers, sum sungið varð, hækkaði sálmasongurin ein hálvan til ein tóna. Og til síðst var tað heilt ómøguligt at syngja við. Hetta varð barasta so býtt. Vit fóru at flenna innantanna, so kroppurin ristist og darraði, meðan tárini pressaðu seg út í eygnakrókarnar og runnu niður á høkuna, alt meðan smáir skjálvtar kendust í kirkjubonkinum. Åh, den skítbýtta støða at vera komin í hjá vaksnum kvinnum. Alt bleiv bara so øvut, tí láturin eigur ikki at verða køvdur og svølgdur, nei, hann skal út sum ein forloysing; men við hvørt er hann ómøguligur at stýra.  

Eg minnist eisini væl, tá eg var barn, og mamma hevði bindiklubba. Tær komu um 19-tíðina í bindiklubba, menninir komu seinni til ein drekkamunn, og tá tey fóru heim og komu út í gongina at finna sær frakkan, var altíð ein rómur av nøgdsemi og gneggjandi látri. Vit, systkini, vaknaðu av larminum, men kundu leggja okkum aftur at sova, tí tað, vit hoyrdu, vóru gleðisljóð, og vit kundu fara smílandi og trygt aftur í dreymaverð. 

Men álvaratos, kann tað ikki blíva ov nógv av tí góða við hesum flennarínum – og kallast eitt ikki at vera “lalleglad” ella flenna fjákut og órógva hini? Og hava vit so øgiliga nógv at flenna at í dagsins samfelagi?    

Maðurin, saman við øðrum, hevur givið út lagið: “Hví grætur tú, elskaða klóta?”, sum er um, hvussu mannaættin í nógv áratíggju hevur dálkað jørðina. Klótan var føgur, fruktagóð og fín og er nú følin, bleik og broytt til ein køst, verður sungið.  

Havið verður dálkað alt meira, og serliga í landbúnaðarlondum skola kemikaliini út á sjógv dagliga. Onkuntíð havi eg hugsað um, hvørji spor sáputablettirnar, vit brúka í  uppvaskimaskinum, munnu seta niðri í fjøruni. Og um smáfiskar, tari og aðrar plantur upploysast og hvørva. Sápan er so effektiv, at hon upploysir næstan alt – so hví ikki?, men eg veit tað ikki. 

Men eg veit, at plantusløgini verða færri, eisini heima hjá okkum. Vit hoyra um skriðulop, glopraregn, skógareldar og turk. Ísurin bráðnar í einum heimsparti, meðan sólargeislarnir steikja aðrar partar av heiminum. Alt avleiðingar av, at vit menniskju ikki hava tikið fyrilit til náttúruna. Vit hava verið ov gramm og slúkin, meðan vit hava bygt upp okkara hypermodernaða samfelag. Har alt gongur skjótt, og jú skjótari, tess betri. Vit kenna ikki náttúruna longur og missa følingina við, hvat hon tolir. Og nú vakna vit til eina skerda náttúru, eina týnda verð og eina klótu, sum grætur.  

Tí hava vit uppfunnið grønu leiðina, burðardygga vinnulívið og umhvørvisvinarliga gerandisdagin. Vit bera í bøtuflaka fyri grammleikan. Bjargingarátøk verða sett á skrá allastaðni. Í ST eins og í okkara heimliga løgtingi. 

Spakuliga verða vit meira vís. Vit fara at eta grønt, keypa væl-nýtt (endurnýtt), uppfinna varandi orkuloysnir og skilja okkara burturkast. Seigliga skrúva vit niður fyri vandamikla útlátinum. 

Hetta eru treytirnar, vit liva undir í dag. Einhvør okkara er barn av sini tíð. Vit mugu ikki gloyma at liva, meðan vit eru her. Vit kunnu gráta við klótuni, samstundis sum vit eru bjartskygd um framtíðina. 

Eru vit góð við klótuna og hvønn annan, fer alt at bera til, og tá kunnu vit av hjarta aftur flenna – eisini øgiliga hart og við góðari samvitsku.