Appilsinsalat við nøtuknasi
Matur
Appilsinsalat við nøtuknasi
Frískligt og summarsligt sitrussalat til bronsj- ella frokostborðið.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 17.07.2024

Nøtuknas
100 g av sukri
40 g av mandlum uttan skal
30 g av valnøtum
30 g av cashewnøtum

Soleiðis gert tú
Smelta sukrið við lágum hita. Tak skalið av mandlunum, hakka valnøtir og cashewnøtir. Stoyt nøtirnar í smeltaða sukrið og blanda tað væl saman. Lat kólna og hakka síðan nøtublandið.

Sitrussalat
2 blóðappilsinir
3 appilsinir
125 g av bláberum

Soleiðis gert tú
Sker dálar av appilsinunum. Og legg appilsinir, blóðappilsinir og bláber í eina skál. Toppa við nøtuknasi og frískari myntu.




Viðkomandi greinar