Bretti við cæsarsalati
Matur
Bretti við cæsarsalati
Skalt tú hava veitslu, bindiklubba ella ætlar tú kanska at savna allar vinkonurnar til hugna í summar? Hvat við at borðreiða við einum lekkrum veitslubretti? Royn hetta cæsarsalatbretti.
Eftir: Uppskriftir Ranvá Eliasen og Tóra Effersøe Mortensen Myndir Amy Hansen  07.07.2024

Súltaður reyðleykur  
Kóka 3 dl av sukri og 3 dl av  ediki í einari grýtu, til sukrið er smeltað. Sker 2 reyðleykir í flísar. Legg leykin í eitt glas og stoyt lakan omanyvir. Lat standa í umleið 15 minuttir.

Høsnarungi 
Steik tríggjar høsnarungabringur á einari pannu við olju. Krydda við salti og nýmalnum pipari. Tá høsnarungin er stoktur, lat hann kólna og sker síðan í flísar.

Cæsardressingur 
1 dl av majonesu 
2 ansjósfløk í olju 
1 tsk av worcestershire sós 
30 g av rivnum parmesanosti 
1 bát av hvítleyki 
2 ssk av sitrónsaft 
Salt 
Nýmalið pipar

Blenda alt tilfarið til ein dressing – smakka til við salti, nýmalnum pipari og sitrónsaft

Krutongir 
Sker eina rest av hvítum breyði í terningar og vend í olju á einari pannu, til breyðið verður snerkt og fær lit. Hakka persillu fínt og stroy omanyvir saman við salti. Lat kólna.

Borðreið brettið 
Tú skalt brúka fimm bløð av romainesalati, tvey hjartasalat, tveir lógvar av parmesanosti í flísum, høsnarungabringu, reyðleyk, dressing og krutongir. Brúka myndina sum íblástur.




Viðkomandi greinar