Dessertgløs við brownie, karamelskúmi og Mini eggum
Matur

Dessertgløs við brownie, karamelskúmi og Mini eggum

Kaffi í kannuni, gestir við borðið og sjálvandi ein góð dessert afturvið, tað er hugni, sum vit kunnu finna okkum í. Vit geva tær her eina lætta luksus dessert, sum gestirnir heilt víst fara at elska. Mini eggs, hindber, brownie og karamelskúmur – tað er gott til góman.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen / Mynd Tóra Effersøe Mortensen Uppskriftin er gjørd í samstarvi við Damfar 12.03.2022

Tú skalt brúka:

Brownie
150 g av smøri
2 dl av sukri
2 egg
2,5 dl av mjøli
1 tsk. av vaniljusukri
¼  tsk. av salti
4½ ssk. av Cadbury kakaopulvuri

Soleiðis gert tú brownie:
Smelta smørið og lat tað blíva kalt
Píska egg og sukur til tað er ljóst og luftigt
Rør restina av tilfarinum í deiggið
Stoyt deiggið í ein rundan form á uml. 22 cm
Baka í uml. 30 minuttir á 175 gradum
Set lidnu køkuna kalt.
Morla køldu køkuna sundur í bitar



Karamelskúmur
115 g av Dairy Milk Caramel
2 dl av róma
1 dism av salti

Soleiðis gert tú karamelskúm
Hita róman í einari grýtu til kókipunktið– men lat hann endiliga ikki kóka
Sker Caramel í bitar og legg í heita róman. Rør væl saman við einum deiggjskavara
Tá blandið er væl blandað saman, set so grýtuna í køliskápið í minsta lagi í 3 tímar
Píska kalda karamelblandið við einum pískara, inntil tað er luftvorðið karamelskúm


Fylla í glasið
2 dl róma
125 g av frískum hindberum
80 g av Cadbury mini eggum

Samla dessertina
Knús eitt sindur av Mini eggum – uml. 60 g
Píska róman
Finn fýra rúmlig gløs fram. Byrja við einum lagi av brownie-bitum. Legg nøkur hindber omaná.
Legg karamelskúm oman á, og síðani eitt sindur av knústum Mini eggum. Legg nú aftur eitt lag av brownie-bitum, nøkur hindber og mini egg. Enda við róma á toppinum.
Prýð við Mini eggum, brownie-bitum og hindberum.




Viðkomandi greinar