Matur
Espressomartini
Ein ísakaldur kaffikokkteylur, sum er sera trendy í løtuni. Hann er lættur at gera og eitt gott val, um tú fært kaffiglaðar gestir.
Tilfar
2 cl av espresso ella sterkum kaffi
2 cl av Kahlúa
2 cl av vodka
Ísterningar
Soleiðis gert tú
- Ger kaffið eitt sindur frammanundan og lat tað kólna.
- Blanda alt væl saman í einum shakara ella í einum bolla.
- Stoyt í martinigløs og toppa við trimum heilum kaffibønum.
Prei
Dámar tær ikki væl sterkt kaffi, kanst tú lata tveir sentilitrar av mjólk í drykkin. Tá verður hann eitt vet mildari.
Kaffiísterningar!
Ger ísterningar úr kaffileivdum í termokannuni. Tað er vakurt og ger, at drykkurin ikki verður vatnutur, tá ísurin bráðnar. Kaffiísterningar hóska eisini sera væl til ískaffi.