Til 4 fólk
Tilfar
600 g av lættsaltaðum toski
1 stóran reyðleyk
1 fet av hvítleyki
300 g av smáum tomatum
1 tsk av sinopi
0,5 dl av vatni
250 ml av róma
1 fiskabótarmola
1 sitrón
100 g av frískari spinat
500 g av pastu
Soleiðis gert tú
Hita ovnin á 200 stig.
Smyr eitt eldfast fat við einum sindri av olju og legg fiskin í.
Hakka reyðleykin og hvítleykin og sker tomatirnar í helvt.
Steik leyk og hvítleyk á einari pannu, tað skal ikki fáa lit.
Stoyt síðani tomatirnar í, og steik víðari í 2-3 min, ella til tomatirnar falla eitt sindur saman.
Rør síðani sinop, róma, bótarmolan og saftina av 1/2 sitrón í - lat tað kóka upp. Smakka til við salti og pipari
Vaska og turka spinati og vend tað í sósina til allarsíðst, stoyt sósina út yvir fiskin.
Set fatið við fiskarættinum í ovnin og baka í umleið 15-20 min.
Borðreið við nýkókaðari pastu.