Fiskapakkar við toski, eplum og leyki
Matur

Fiskapakkar við toski, eplum og leyki

Tjóðhild Patursson borreiðir lekkrum fiskapakkum, sum hon millum annað hevði á matarskránni hjá Gimburlombunum í Nólsoy.
Eftir: Tjóðhild Patursson 02.12.2020

Tú skalt brúka:
1 kg av toski
2 bátar av hvítleyki
1 sitrón
750 g av eplum
450 g av leyki
100 g av smøri
salt
6 bakipappír

Soleiðis gert tú:
Sker eplini í tunnar bitar. Flys og hakka leykin og hvítleykin. Sker somuleiðis helvtina av smørinum í terningar. Blanda epli, leyk, hvítleyk og smør saman og smakka til við salti. Legg bakipappírið út á eitt borð. Legg epla/ leyk blandingina út á tey 6 bakipappírsørkini - tað verða uml. 2 nevar á hvørt bakipappírið. Síðani leggur tú toskin omanyvir epla/leykblandingina - kanska mást tú skera toskin í smærri bitar. Salta toskin og legg síðani eina flýs av smøri og eina av sitrón omaná. Knýt bakipappírið saman til ein pakka.

Vit hava altíð grilla fiskapakkarnar - tá skulu teir hava uml 15 min við fullum hita. Men tað ber eisini til at seta teir í ovnin - uml 20 min á 225 hitastigum.




Viðkomandi greinar