Botnur
Tilfar
200 g av marsipani
250 g av sukri
250 g av bleytum smøri frá Røsku
5 egg
100 g av mjøli
1 dism av salti
Soleiðis gert tú
Smyr ein fýrkantaðan bakiform (33 x 23) við einum sindri av olju og legg eitt bakipappír í.
Rív marsipanið grovt. Píska marsipan saman við sukri og smøri.
Lat eitt egg í í senn og píska eitt sindur ímillum hvørt eggið.
Rør til síðst mjøl og salt í deiggið. Stoyt deiggið í bakiformin og baka í vanligum ovni á 175 stigum í umleið 30 minuttir.
Lat skuffukøkuna kólna – set allarhelst kalt.
Krem
Tilfar
1 tsk av vaniljupastu ella vaniljusukri
90 g av sukri
4 eggjablommur
3 dl av bóndamjólk frá Røsku
25 g av maizena (maisstívilsi)
2 dl av róma frá Røsku
Soleiðis gert tú
Rør vanilju, eggjablommur, bóndamjólk og maizena saman í einari grýtu. Hita tað varliga upp, til tað kókar, meðan tú rørir í grýtuni. Lat smákóka í nakrar minuttir, til kremið byrjar at blíva tjúkt. Rør í grýtuni alla tíðina og lat ikki kremið kóka ov hart, so tað brennur fast í botnin.
Stoyt kremið í eina skál og legg húsarhaldsfilm omaná, set síðan kalt í minsta lagi í 1,5 tíma.
Píska róman og rør kremið bleytt. Rør síðan varliga róman saman við kreminum.
Smyr kremið eitt sindur tilvildarligt oman á kakuna.
Prýð við ymsum berum. Vit hava brúkt ribs, hindber og jarðber til reyðu strípurnar og bromber og bláber til bláu strípurnar.