Vatnbakkilsi
(12 stk)
250 g av vatni
125 g av smøri
125 g av hveitimjøli
3 stór, pískað egg
Soleiðis gert tú
Kóka vatn og smør og sálda mjølið í grýtuna og hita deiggið í 3-4 minuttir við eini sleiv. Deiggið er liðugt, tá tað fer at klikkja í. Deiggið skal ikki brúnkast! Stoyt alt í eina skál ella rørimaskinu. Píska eggini lætt saman. Lat deiggið kólna eitt sindur, og við deiggjkrókinum rørir tú við miðalferð, meðan tú letur eggini í so við og við, til deiggið samlar seg. Um tú ikki hevur eina rørimaskinu, kanst tú brúka eina sleiv og røra væl fyri at samla deiggið.
Síðani skal deiggið í ein sproytuposa við einum stjørnustrúti. Legg bakipappír á eina bakiplátu og sproyta síðani ein ring á uml. 5 cm í tvørmáti við deigginum við góðum millumrúmi ímillum hvønn ring. Hita ovnin til 175 stig við luft og set pláturnar inn. Skal baka í 30-35 minuttir.
GG! Tað er týdningarmikið, at tú ikki letur ovnin upp, meðan bakað verður, tí so fella vatnbakkilsini saman.
Lat tey kólna og sker í helvt.
Sitrónkrem
500 g av bóndamjólk
1 tsk av vaniljusukri
6 eggjareyðar ella 120 g av hitaviðgjørdum eggjareyðum
150 g av sukri
40 g av maisstívilsi
1 tsk av rivnum sitrónskali
1 spsk av sitrónsaft
Soleiðis gert tú
Kóka mjólk, vaniljusukur og helvtina av sukrinum í eini grýtu.
Píska reyðar, hina helvtina av sukrinum og maisstívilsi í einum bolla. Tá mjólkin kókar, stoytir tú helvtina av mjólkini í bollan. Rør tað saman og kvika tær at fáa tað aftur í grýtuna – píska til kremið tjúknar. Píska í uml. 2 minuttir afturat, so maizena smakkurin verður kókaður burtur.
Píska vanilju, sitrónskal og -saft í. Stoyt kremið í ein frystiposa ella eldfast fat og klæð við húsarhaldsfilmi, so ongin luft sleppur til. Set á køl.
Tá kremið er kólnað, pískar tú tað við pískirísi, áðrenn tú stoytir tað í ein sproytiposa. Sproyta kremið í miðjuna av vatnbakkilsunum.
Skúm við siroppi
300 g av róma
30 g av Lyle’s Golden Syrup
Soleiðis gert tú
Píska róma og siropp til luftvorðið skúm og sproyta ein ring rundanum kremið. Legg ovara helvtina á vatnbakkilsinum á.
Karamell-ganasj
80 g av róma
200 g Golden sjokolátu frá Callebaut
30 g av køldum smøri, skorið í smáar terningar
Soleiðis gert tú
Kóka róman upp og stoyt omaná sjokolátuna í einum bolla. Lat kalda smørið í og píska til tað verður til eitt javnt krem.
Lat ganasjið kólna, áðrenn tú smyr tað á vatnbakkilsini.
Spyr eina spísiskeið av ganasj omaná vatnbakkilsini og pynta við sitrónskali og etiligum gulldusti.
Ristaðar mandlur
150 g av mandlum
1 ssk av olivinolju
1 tsk av fínum salti
Soleiðis gert tú
Hita ovnin til 150 stig við luft. Blanda mandlur við salti og olju og hita mandlurnar í ovninum í uml. 30 minuttir, til tær hava fingið lit innan. Royn eina mandlu við at smakka um tær hava fingið góða ristaða smakkin. Um ikki, gev teimum 5 minuttir afturat.
Hakka mandlur til at leggja í botnin á glasinum og brúka restina at pynta við.