Føstulávintsbollar við vaniljukremi og rabarbu
Matur
Føstulávintsbollar við vaniljukremi og rabarbu
Luftvorðnir bollar við frískligum rabarbukompotti og vaniljuprikkutum kremi til at njóta á føstulávint – men eisini einhvønn annan dag, tá familjan skal hjúklast um við onkrum søtum.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen Gjørdir í samstarvi við Røsku 11.02.2024

Uppskriftin er til 10-12 føstulávintsbollar

Krem

Tilfar
1 tsk av vaniljupastu ella eina vaniljustong
100 g av sukri
4 eggjablommur
4 dl av bóndamjólk frá Røsku
25 g av maizena (maisstívilsi)


3 dl av róma frá Røsku



Soleiðis gert tú
Rør vanilju, eggjablommur, bóndamjólk og maizena saman í einari grýtu. Hita tað varliga upp, til tað kókar, meðan tú rørir í grýtuni. Lat smákóka í nakrar minuttir, til kremið byrjar at blíva tjúkt. Rør í grýtuni alla tíðina og lat ikki kremið kóka ov hart, so tað brennur fast í botnin.

Stoyt kremið í eina skál og legg húsarhaldsfilm omaná, set síðan kalt í minsta lagi í 1,5 tíma.

Píska róman og rør kremið bleytt. Rør síðan varliga róman saman við kreminum. Koyr í ein sproytuposa.

Rabarbukompott
225 g av rabarbum (allarhelst vínrabarbur)
25 g av sukri 
1 tsk av vaniljusukri

Sker rabarburnar í smáar bitar. Legg tær í eina grýtu og rør sukrið og vaniljusukrið í.
Lat rabarburnar smákóka, meðan tú við jøvnum millumbili rørir í grýtuni. Tær eru lidnar, tá tær eru moyrar. Lat kólna.

Vatndeiggj
1 dl av mjólk
1,7 dl av vatni
135 g av smøri
1 strokin ssk av sukri
Eitt dism av salti
135 g av hveitimjøli
4 egg

Kóka mjólk, vatn, smør, sukur og salt upp í eini grýtu. 
Síla hveitimjølið í grýtuna, rør væl saman til eitt javnt deiggj. Tak av plátuni og lat standa í nakrar minuttir, til hitin er fallin eitt sindur.
Rør deiggið í rørimaskinu ella píska tað í eini skál við el-pískara. Píska eggini í – eitt í senn – til deiggið er javnt og slætt.
Fyll deiggið í ein sproytuposa og sproyta 10-12 toppar á eina bakiplátu við bakipappíri.
Baka í heitluftovni við 175 stigum í umleið 30 minuttir, til kakurnar eru gyltar. Lat endiliga ikki ovnshurðina upp, fyrr enn minst 25-30 minuttir eru farnir. Soleiðis tryggjar tú, at kakurnar ikki fella saman.
Lat kakurnar kólna eitt sindur, áðrenn tú sproytar kakukremið í.

Ger føstulávintsbollarnar
Sker toppin av bollanum. Legg eina súpiskeið av rabarbukompotti í botnin og sproyta síðan vaniljukrem á. Legg varliga toppin á aftur. Pynta við flormelisi og reyðum dusti. Njót beinanvegin.









Viðkomandi greinar