
Uppskriftin er til 6 fólk
Sitrónfromasja
4 límbløð
4 stór egg
150 g av ljósum rørsukri
Korn úr ½ vaniljustong
Rivið skal av 1 ósproytaðari sitrón
Saft úr 2½ sitrónum
3 dl av róma
Legg límbløðini á blot í eini skál við køldum vatni í 10 minuttir. Píska egg, rørsukur, vaniljukorn og fíntrivið sitrónskal saman til eitt ljóst og luftvorðið bland við pískara. Kroyst vatnið úr bloyttu límbløðunum og smelta tey í heitu sitrónsaftini. Rør, til límbløðini eru upployst. Lat sitrónsaftina kólna í 5 minuttir. Píska sitrónsaftina í eggjablandið – eitt sindur í senn. Píska róman til skúm við einum elpískara og vend honum varisliga í eggja-sitrónblandinum. Fyll í 6 dessertgløs ella eina stóra skál og set kalt í minst 4 tímar.
Karamelliserað hvít sjokuláta
150 g av hvítari sjokulátu til dømis frá Callebaut
Set ovnin á 120 stig. Hakka sjokulátuna grovt og legg í eitt eldfast fat. Baka sjokulátuna í ovninum í umleið 45 minuttir. Rør í henni 10. hvønn minutt. Sjokulátan smeltar, verður klumput og kornut, men verður at enda flótandi og gylt brún. Stoyt flótandi karamelliseraðu sjokulátuna á ein tallerk, klæddum við bakipappíri, og set kalt, til sjokulátan aftur stívnar. Hakka sjokulátuna grovt.
Afturvið
150 g av frískum blandaðum berum (td. hindber, bláber og rips)
Borðreið
Tak sitrónfromasjuna út úr køliskápinum 10 minuttir, áðrenn hon skal etast. Pynta við karamelliseraðari hvítari sjokulátu og berum.