Frísklig sitrus lemonada
Matur
Frísklig sitrus lemonada
Lemonada við leim og sitrón er ein tann frískligasti drykkurin – altíð eitt hitt hjá stórum og smáum gestum. 
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Myndir Amy Hansen 29.04.2022

Tilfar
3 vistfrøðiligar sitrónir
3 vistfrøðiligar leim
120 g av sukri
2,5 dl av vatni

Soleiðis gert tú
Pressa saftina úr sitrónunum og leimfruktunum
Rør sukrið saman við sitrussaftini
Tá sukrið er upployst, rør so vatnið í sitrussaftina og set kalt
Blanda við eitt sindur av køldum vatni, tá tú skalt servera lemonaduna. Pynta við leim- og sitrónflísum.

Prei
Blanda við brúsvatni í staðin fyri vanligum vatni; so fáa børnini eina milda sodavatn.




Viðkomandi greinar