12-15 stk
TILFAR
20 g av ger
75 ml av heitum vatni
175 ml av millummjólk
1 tsk av salti
50 g av sukri
75 g av bleytum smøri
435 g av hveitimjøli
1 litur av neutralari olju s.s. rasp-, sólblómu- ella maisolju
SOLEIÐIS GERT TÚ
Upploys gerina í vatni og mjólk, lat salt, sukur, smør og helvtina av mjølinum í og rør saman. Lat restina av mjølinum í deiggið og elt eina løtu. Tú kanst bæði gera tað við hond ella við eini køksmaskinu. Forma deiggið til ein stóran bolla og lat ganga á flógvum staði í hálvanannan tíma.
Stroy eitt lítið sindur av mjøli á borðið og rulla deiggið út, til tað er 1 cm tjúkt. Brúka tveir rundar formar at stinga donutsirnar út við. Ein skal vera 8 cm í tvørmáti, hin 1 cm í tvørmáti – tann seinni skal brúkast til at stinga holini í miðjuni út við. Lítlu kúluna av deiggi úr miðjuni kanst tú brúka til at kanna, um oljan er vorðin nóg heit.
Um tú ikki hevur formar, kanst tú brúka gløs ella annað, sum tú eigur.
Legg donutsirnar á eina bakiplátu við bakipappíri og lat ganga í ein hálvan tíma afturat.
Brúka eina stóra grýtu, har rúm er fyri 1 lituri av olju. Hita oljuna við miðal hita. Brúka eina lítla kúlu av deiggi fyri at vita, um oljan er nóg heit. Tað skal sjóða rundan um kúluna, sum brúnkast, men ikki ov nógv – skrúva síðani hitan eitt sindur niður.
Legg 2 donuts í grýtuna og vend teimum eftir uml. einum minutti og lata tær steikja liðugt á hinari síðuni. Tak tær upp og køl á eini rist.
Sjokulátuglasurur
TILFAR
300 g av mjólkarsjokulátu frá Callebaut
75 g av smøri
50 g av róma
SOLEIÐIS GERT TÚ
Smelta sjokulátu og smør í eini skál í mikroovninum, til tað er vorðið heitt og sjokulátan er smeltað. Lat kalda róman í og rør saman. Hita eitt sindur afturat, um glasusurin er vorðin ov kaldur. Dyppa donutsirnar í glasurin, og lat standa eina løtu, áðrenn tú fert at pynta.
PYNT
Vit hava brúkt alt okkara yndisgóðgæti at pynta við. Caramel, KitKat, Twix, Matador Mix, Haribo Multi Mix, Crunchie, Maltesers og Toms gullbarr. Mmmm….