Heimagjørt sjokulátugranola
Matur
Heimagjørt sjokulátugranola
Ger eitt sindur eyka burturrúr morgunmatinum við heimagjørdum granola, tað er lætt at gera og smakkar væl - eisini sum ein lítil gloypibiti mitt á degnum.
Eftir: Uppskrift og mynd Tóra Effersøe Mortensen / Uppskriftin er gjørd í samstarvi við kondittarin.fo 29.11.2022

Tilfar
50 g av smøri
2 ssk av hunangi
200 g av grovvalsaðum havragrýni
100 g av mandlum
50 g av sesamfræi
1 dism av salti
175 g av myrkum sjokulátuknappum frá Callebaut - kunnu keypast her!
75 g av Gold sjokulátuknappum frá Callebaut - kunnu keypast her!

Soleiðis gert tú
Smelta smør og hunang í einari grýtu.

Hakka mandlurnar í størri bitar og blanda saman við havragrýni, salti og sesamfræi - blanda síðan saman við smeltaða smørinum og hunanginum.

Breið granola-blandið á eina bakarovnsplátu við bakipappíri.

Hita ovnin til 180 stig og snerk blandið í ovninum, til tað byrjar at fáa eitt sindur av liti – umleið 15-20 minuttir.

Stoyt myrku sjokulátuknapparnar í ein bolla og stoyt heitu granoluna beinleiðis frá ovninum í bollan, rør væl saman, so sjokulátan smeltar.




Viðkomandi greinar