Heimagjørt Twix
Matur
Heimagjørt Twix
Vit kenna øll Twix, men hava tit roynt heimagjørt Tvix - tað kann viðmælast.
Eftir: Camilla Biesbjerg Markussen 27.12.2024

Tíð: 1 tími. Køling: 30 minuttir. Bakitíð: 15 minuttir. Frystitíð: 30 minuttir. 
Nøgd: 14-16 stykki. 

 

Keksabotnur
125 g av hveitimjøli
25 g av florsukri
1/2 tsk av vaniljusukri
1 dism av salti
70 g av køldum smøri
½ egg
2 ssk av køldum vatni 

 

Blanda mjøl, florsukur, vaniljusukur og salt í eini skál. Sker smør í smáar bitar og morla tað í mjølblandið. Samla deiggið við eggi og vatni uttan at elta tað ov nógv. Pakka deiggið inn í húsarhaldsfilm, og legg tað kalt í umleið 30 minuttir.
Set ovnin á 200 stig. Rulla deiggið út við eini køkurullu á mjølstroyddum borði til ein avlangan fýrkant, umleið 1/2 cm tjúkkan. Sker deiggið sundur í 14-16 avlong stykki, umleið 2x8 cm. Legg keksabotnarnar á eina bakiplátu við bakipappíri, og baka teir í ovninum í 15 minuttir, til teir eru lætt gyltir. Lat kólna á eini rist. 

 

Saltkaramell
200 g av  bleytum rómakaramellum, t.d. vaniljufudge ella Werther’s Original Soft
2 ssk av róma
1 dism av salti
ein sproytiposa við lítlari rundari túllu 

 

Smelta karamellurnar við lágum hita í eini lítlari grýtu saman við rómanum. Rør javnan, til blandið er flótandi og javnt. Rør salt í. Tak grýtuna av, og lat saltkaramellið kólna í grýtuni í 5 minuttir. 

Fyll saltkaramell í sproytuposan og sproyta eina strípu av karamelli á hvønn keksabotn. Set í frystiboks í umleið 30 minuttir. Forma karamellið eitt sindur, um tað er runnið. Set kalt, til sjokuláta skal á. 

 

Sjokulátuaklæðing
200 g av myrkari mjólkarsjokulátu 
Møguliga etiligt gulldust, er etandi 


Sjokulátuaklæðing: Smelta sjokulátuna í skál, sum tolir hita, yvir vatnbaði. Legg eitt keksastykki á ein gaffil yvir skálini við sjokulátu og stoyt við eini skeið yvir keksina, til hon er fjald av sjokulátu. Rist varisliga, so avlopssjokulátan dryppar av, og set keksirnar á eitt fat við bakipappíri. 
Stroy gulldust á, áðrenn sjokulátan storknar. Goym kalt. 




Viðkomandi greinar