Skal tað vera skjótt, lætt, heilsugott, stuttligt og eisini vælsmakkandi? So er at royna hesa lekkru pasta-útgávuna, sum børnini heilt vist eisini fara at elska. Serliga, um tey eru við í matgeringini.
TILFAR
til 4 fólk
2 súpiskeiðir av olivinolju
1 fíntskornan leyk
2 fíntskornar hvítleyksbátar
8 kúlur av frystum spinati
1 skvasj, skorið í smáar bitar
2,5 dl av róma
1dl av rivnum parmesanost
500 g av pastaskrúvum
Salt og pipar
Frískt basilikum
Lagbreyð ella annað breyð er lekkurt afturvið
SOLEIÐIS GERT TÚ
Kóka pastu í lættsaltaðum vatni. Hita olju á pannuni. Steik leykin og skvasjið í á leið 5 minuttir. Rør nú hvítleyk og spinat saman við. Stoyt síðani róman í og blenda alt tilfarið við einum stavblendara.
Vend pastu í sósini, smakka til við salti og pipari, stroy parmesanost og basilikum omaná og borðreið.
Uppskriftin er at finna í inspirerandi køksprátinum við Rebekku Jensen í Leirvík um passiónina fyri mat-, mentan og gleði og rokaliga familjulívinum. Greinin kann lesast í Kvinnu 6, sum er í sølubúðunum nú.