Skal tað vera skjótt og gott? Skal tað vera hugnaligt og eitt sindur meira? Ella skal tað yvirraska? Ja, hvat hevur tú hug til, tá tú skalt eta miðmála í Havn? Vit hjálpa tær á veg við einari guide við heili 17 matstovum og spennandi matarskráum, so tú heilt vist finnur ein betri bita um miðmálatíð.
Eftir: Tekstur og Myndir Anita Hentze Hardlei, Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen 23.04.2025
Hamsa eitur matstovan í Hoyvík, sum forkelar við heitum kryddurtum og smakkupplivingum, sum tú neyvan hevur roynt áður í Hoyvík. Hamsa er ein undirspæld perla, sum hvønn dag bjóðar eitt spennandi úrval av frokostrættum, sum spæla við smakkir, tú kanska ikki kennir frá tínum egna køki, her kanst tú av sonnum fara á ferð til heita og kryddaða indiska køkin, har kryddarí sum spískumman, gurkumaja, kumman, kanel og safran bæði geva lit og lekkran smakk til ymsu rættirnar. Her angar væl, og her smakkar maturin væl - so væl, at tú næstan mást royna fleiri rættir. Nógvir spennandi rættir eru á matarlepanum, og avslappaða huglagið á matstovuni leggur upp til, at tit væl kunnu deila og tí royna fleiri ymiskar rættir. Teirra butter chicken er blivin ein klassikari og pistaciu-pitsaðin er eisini eitt hitt, og so eru teirra pakoras við mintuchutney eitt mást - pakoras er gønmeti stokt í kikertradeiggi við urtum og kryddaríum - broyskið og eyka gott, tá tað verður dippað í mintuchutney, sum bæði er sterkt og frískligt. Hevur tú hug til ein frokost, sum spælir við nýggjar smakkir, har huglagið er heilt niðri á jørðini, so er at fara ein túr til Hoyvíkar saman við vinfólki ella familju, sum elska at forkela smakksansunum við nýggjum upplivingum.
Bryggjarí, matstað og barr í einum, har huglagið er bæði rátt, avslappað, niðri á jørðini og ógvuliga kul. Tað er tað, tú fært í OY ímillum stál, bryggiútgerð og ølkranar. Men OY er ikki bara eitt bryggjarí, har tú fært okkurt gott í glasið. Tað er eisini eitt fantastiskt matstað. Í OY verður ikki roynt at spæla fínt, men her verður borðreitt við mati, ið bæði hevur karakter og kvalitet. Vit smakkaðu eitt úrval av teirra lekkru, street food-inspireraðu rættum: kimchi-burgara við kipsi, ein burgara við broysknum høsnarunga, koreansk høsnarungalør, fisk og kips og saftigt skrætt svín. Tú bíleggur við diskin, og maturin verður borðreiddur á einum bakka. Tað er líka til, og tað riggar ótrúliga væl í hesum umhvørvinum. Drykkjuvørurnar eru – sjálvsagt – egið bryggj. Vit royndu eisini teirra alkoholfríu útgávur: 0,OY / Gul, 0,OY Hvít og 0,OY Pink, sum allar vóru frískar, væl balanseraðar og fullar av karakteri. Tað er ikki ofta, tú finnur handverksøl uttan alkohol, sum smakka so væl – men her hevur OY veruliga fingið tað at sita. OY er staðið, har tú bæði kanst njóta eitt gott máltíð, fáa nýbryggjað øl og bara vera – í einum ráum, kulum og hugnaligum umhvørvi, har alt hongur saman.
Mitt í rokanum í SMS finnur tú hesa altjóða sushi-ketuna, sum nú eisini er latin upp í Havn – og bjóðar bæði staðbundnum og ferðandi eina japanska uppliving við dygd. Maturin í Sushi Daily er lættur, lekkur og litríkur. Her kanst tú fáa tær ein skjótan miðmála, uttan at takka nei til góðskuna. Tú kanst seta teg niður og njóta matin inni í opnu matstovuni - ella taka hann við tær út ein góðveðurs dag. Vit royndu eitt úrval av rættum: ein djúpan tallerk við rísi og broysknum høsnarunga, eina poké bowl við rísi, laksi, edamame, mango, gularót og agurku, og – sjálvandi – sushi. Alt var frískt, væl samansett og vakurt. Tað, sum ger tað eyka lekkurt, er, at tú kanst fara upp og velja tær akkurát tað, tú ynskir, í tína poké bowl. Afturvið fingu vit japanskar sodavatnir, ið settu eitt kul, asiatiskt prikk yvir i-ið. Laksurin í Sushi Daily er frá Bakkafrosti, hann er heilur og verður skorin á staðnum. Tað merkist bæði í teksturinum og smakkinum. Tað er einfalt, gjørt við neyvleika og góðum hondverki – og tú sært alt verða matgjørt beint frammanfyri tær í opna køkinum. Huglagið er róligt, men nútímans. Interiørið er elegant og innbjóðandi – og starvsfólkini blíð og hjálpsom. Tú merkir, at hetta er ein matstovu-keta, ið sameinir atkomuligheit og dygd, so tú altíð kanst fáa tær gott sushi – eisini, tá tú bara vilt hava tær ein bita mitt á degi. Sushi Daily er eitt perfekt stað til ein skjótan, frískan og litríkan miðmála. Og um tú ikki longu hevur roynt teirra sushi ella eina poké bowl við laksi og mango – so veitst tú, hvat tú skalt næstu ferð, tú ert í SMS.
Við góðum útsýni yvir grønu Hoydalar liggur Hallartún - ein lekkur matstova við serligum dámi og stíli. Inni í Hilton Garden Inn kanst tú fáa ein miðmála, sum bæði kennist eksklusivur og heimligur – hetta er klassisk matgerð við føroyskum íblástri, kokkasnildum og góðum rávørunum. Tá tú stígur inn í Hallartún, fært tú beinanvegin eina nýmótans, opna og fjálga hotellkenslu. Har er bara lekkurt og lætt við arkitekturi og innrætting, sum ger, at tú kennir teg bæði vælkomna og eitt sindur “burtur frá øllum” - sum kanst tú flýggja úr gerandisdegnum eina løtu, hóast tú ert mitt í Havn. Matarskráin er livandi, og Hallartún broytir rættirnar av og á. Men tú kanst altíð vænta tær lekkrar, frískar og vælkomponeraðar rættir – alt frá sjógæti og salati til burgara, suppu ella steak. Tað, vit smakkaðu, vísti greitt, at í Hallartúni verður arbeitt við smakki, dygd og einari greiðari hugsan. Hallartún er eitt stað, tú fert, tá tú vilt njóta eitt sindur meira enn bara ein bita. Hetta er eitt sindur av París í Føroyum – og eitt perfekt val, tá tú ynskir tær eina avslappaða løtu við góðum mati, vøkrum umhvørvi og reinum stíli - og eitt sindur av luksus.
Eitt sindur burtur frá býnum, á Vestaru Bryggju, liggur Silo – ein ópretentiøs kantina við stórum gluggum og vøkrum útsýni yvir vágna og Tinganes. Har er gott huglag og gott pláss - eitt matstað, har tú kanst seta teg niður og fáa eina ordiliga máltíð mitt á degnum. Maturin er heimligur, mettandi og væl gjørdur – og prísurin er rímiligur, tú fært nakað fyri pengarnar. Í Silo verður borðreitt við dagsins máltíð, og matskráin broytist frá viku til viku, so tú kanst sum oftast vænta tær okkurt nýtt. Vit royndu oksasteik við rómaeplum og sós, og tað smakkaði sera væl - saftigt, vælsteikt og við einari heimligari sós, sum tú setur í samband við ein góðan heimagjørdan døgurða. Matur, sum bæði mettar og gleðir. Eisini vóru vit ovfarnar av, hvussu góð salatin var. Har er eitt salatborð við alskyns frískum grønmeti, pasta, høsnarunga og øðrum góðum, sum bæði smakkar og mettar. Um tú heldur tær til tað fríska og lætta – men kortini vilt hava nakað, sum heldur – so er hetta eitt gott boð til ein miðmála. Og tú kanst eisini velja eitt lekkurt smyrjibreyð, smurt við dygd og gjørt við ordiligum viðskera. Millum vitjandi er burgarin, ið verður borðreiddur hósdagar eisini sera væl umtóktur. Silo er verkamatur í besta týdningi av orðinum. Tað er fjálgt, líkatil, heimligt og við einum útsýni, sum ger upplivingina enn betri.
Tað eru ávís støð, har tú bara kennir teg vælkomna beinanvegin - og Hotel Brandan er eitt slíkt stað. Eitt hanagleiv frá meldrinum úr miðbýnum liggur hetta nýmótans hotellið. Her er rúmligt og væl innrættað - og huglagið er bæði róligt og innbjóðandi. Ein góðveðursdag kanst tú eisini sita úti á terrassuni og njóta góða útsýnið yvir býin, meðan tú njótir okkurt lekkurt úr mátarskránni. Tað er í Landmark Kafé & Barr, at tú fært miðmála – í einum ljósum og afslappaðum lounge-øki, har hotellgestir og havnarfólk hittast til eina avslappaða løtu í gerandisdegnum. Hóast matskráin ikki er so long, so eru rættirnir væl útvaldir og smakkfullir, og tú finnur heilt víst okkurt, tær dámar, líkamikið hvørjum slagi av mati tú ert til. Vit royndu ein vælsmakkandi burgara við kips og majonesu, eina fríska og lekkra cesar-salat og eitt vakurt bretti við ymiskum ostum, pylsum, mandlum og súltaðum agurkum. Omaná fingu vit eina frískliga sitróntertu og ein góðan kaffimunn – beint úr barristamaskinuni, sum bryggjar vistfrøðiligt og nýmalaðið. Landmark bjóðar eisini kokkteyls og vín úr egnum vínkjallara – so her ber eisini til at fáa sær eitt glas afturvið - um tú hevur hug til eitt sindur eyka. Hetta er eitt stað, har tú bæði kanst njóta ein stillan miðmála ella bara ein lekkran kaffimunn við køku afturvið. Mitt í Havn, men langt frá larminum. Hotel Brandan kennist nýmótans og dygdargott, men eisini fjálgt og ósnobbut. Her ert tú vælkomin – og tað merkist.
Hevur tú eina miðmáladate við vinkonuni, so er Umami kanska akkurát staðið. Her kunnu tit við lekkrum útsýni til hugnaliga umhvørvið í Vágsbotni sita á fremstu røð, so tit bæði kunnu njóta sjarmerandi huglagið og deiliga matin, sum borðreitt verður við á matstovuni Undir Bryggjubakka. Á Umami kanst tú vænta litríkan og frískan mat, sum forkelar bæði eygu og góma. Her fært tú eina lætta og lekkra máltíð, har lekkrir litir eru reyði tráðurin. Favorittarnir á matarlepanum eru teir lekkru bronsj-tallerkarnir, sum eisini hóska væl til ein lættan frokost - her fært tú ein tallerk við antin vafflu ella pannukøku, bolla og viðskera, eggi, frískum djúsi, frískari frukt o.s.fr. Tilber eisini at bíleggja aðrar rættir, sum til dømis eggjawrap ella ein sandwich - her verður hugsað um, at maturin er heilsugóður og orkugevandi. Tú mást eisini royna leskandi og frískt pressaða djúsið afturvið - okkara yndis var tann grøni, sum kallast Ginger. Nýtt á matarlepanum eru rugbreyðsstykkir við lekrum viðskera, sum bæði metta og smakka - okkara favorittur var bitin við laksi og eggi. Her er fjálgt, og tú hevur hug at blíva sitandi, og um stundir eru til tess, so fært tú eisini ein góðan kopp av kaffi við onkrum søtum afturvið.
Tú finnur Bitan mitt í Steinatúni - ein rúmlig og stílfull matstova, har huglagið er opið, ljóst og avslappandi. Her kanst tú seta teg niður og njóta ein bita við góðum útsýni yvir livandi gongugøtuna. Vit byrjaðu okkara miðmála við einari lemonadu, sum nærum fær sólrík lond at fløkja seg í tunguni: sitrón, bergamot, yuzu og grapefrukt – kryddað við tonka bønum. Ein ótrúliga frískligur drykkur, sum minnir okkum á, at várið stendur fyri durum. So komu rættirnir – hvør við sínum serliga karakteri og smakki. Vit fingu eina salat við royktum laksi og koreanskum agurksalati, og Birria tacos – uttan iva teir villastu tacos nakrantíð. Oksa short ribs, kilikrem, avokado, leykur, koriander og lime í stoktum tortillas – og við suppu at dippa í. Eisini fingu vit eina smakkmikla tvíflís við oksalundum, chilimayo og reyðleyki – við kipsi afturvið. Sum punktum omaná alt hetta fingu vit eina frískliga lime icebox-køku og ein deiligan kaffimunn. Nam! Og so vaknaðu og gleddust allir smakksansirnir! Vit elska, at Bitin bjóðar dygd, kreativitet og góðan smakk – uttan at gerast snobbut. Og vit mugu ikki gloyma at nevna eyðkenda smyrjibreyðið, sum ikki skuffar. Og so eitt sindur av góðum tíðindum: Í summar fer Bitin, sum vanliga hevur opið til kl. 15, at hava opið til nátturða, og hesir rættirnir, vit royndu, vera eisini á matarskránni tá. Perfekt - eisini til ein seinan miðmála.
Irish Pub liggur í Vágsbotni í Havn - ein klassisk pub við sál og søgu. Huglagið er heimligt og autentiskt - sum ein írsk pub eigur at vera - við myrkum viði, stórum gluggum og einum javnum streymi av gestum - bæði føroyingar og ferðafólk. Serliga til miðmála eru nógv vitjandi, og tað eru navnfræmu kotolettirnar, ið draga. Stórar, saftigar og ómetaliga væl umtóktar – við kipsi og piparsós, sum bara virkar. Tað fingu vit eisini – og tað er lætt at skilja, hví akkurát hesin rætturin er blivið ein pub-klassikari í Havn. Afturat kotolettunum royndu vit eisini ein burgara og klassiskan fisk og kips, sum var bæði lekkurt og broyskt. Portionirnar eru stórar, og hetta er veruligur pub-matur, sum mettar. Og úrvalið av drykkjuvørum hóskar til matin. Pubbin tekur sítt írska navn og tema í álvara við einum fjálgum og ópretentiøsum dámi. Irish Pub er eitt stað, har tú veitst, hvat tú fært – og tú fert ikki svang avstað aftur. Hetta er ein niður-á-jørðini uppliving við klassiskum pub mati, hugnaligum tónleiki - og vitjandi, sum koma aftur og aftur.
Tað finnast nøkur matstøð, sum á onkran hátt følast, sum ert tú farin á ferð - uttan at tú fert nakran veg. Suppugarðurin er eitt slíkt stað. Her fært tú eina ramen uppliving, sum er autentisk og so forfrískandi óføroysk, at tú nærum gloymir, at tú ert í hjartanum í Havnini. Staðið er lítið og snotiligt við træborðum og einum mjúkum anga av rávørum, kryddurtum og dampi, sum sveimar í luftini. Tú bíleggur við diskin, setur teg niður, og so verður rópt, tá maturin er klárur. Tað hóskar væl til stílin – avslappað, men gjørt við huga og hegni. Vit fingu tríggjar ymiskar ramen-suppur: eina Tom Yum við høsnarungasoði og sterkum, kremutum tom yum-kremi – perfekt til tín, sum dámar at merkja, at tú nú etur asiatiskt. Eina Goma við miso og gomasesam-smakki - rund og djúp. Og eina Shoyu, við einum klassiskum shoyu tare og væl kryddaðum høsnarungasoði. Alt var væl balanserað, væl samansett og ótrúliga lekkurt. Afturat tí royndu vit Gyoza – dampaðar og stoyktar dumplings við góðari fyllu – og edamame. Til hetta drukku vit stuttligar, japanskar sodavatn við litríkum etikettum – lekkurt og eitt sindur barnsligt og festligt. Suppugarðurin bjóðar nakað autentiskt: ramen, sum veruliga smakkar sum ramen. Tað er sterkt, um tú vil hava tað, mettandi uttan at tyngja, og so lekkurt, at tú hevur hug at sleikja skálina. Hetta er eitt stað, har tú eisini fært eina løtu burtur frá tí vanliga. Suppugarðurin er lítil og óformellur, men við stórum persónleika.
Í hjartanum í SMS liggur Hornið - kafein, ið er uppløgd at velja, tá ið tú skalt hvíla beinini, anda djúpt - og fáa tær ein bita. Kaféin er ljós og rúmlig, og við litføgru myndunum hjá Tróndi Paturssyni á veggjunum fær staðið ein sermerktan og vakran dám – hóast tú ert mitt í handilslívinum. Vit fingu okkum ein ordiliga góðan miðmála í Horninum – væl útgjørda matskráin bjóðar bæði søtar køkur og heitan mat, so tú kanst velja, hvat hóskar til dagin og løtuna. Vit royndu eina pitsu við pesto og serrano-skinku, sum var tunn, broyskin og smakkrík, ein búff við sós og kips, sum var væl steiktur og væl borðreiddur, og ein indiskan butter chicken við rísi og breyði – kryddað og mjúkt, og akkurát tað, vit høvdu hug til. Omaná fingu vit frískligar shakes og eina lekkra køku, sum rundaði løtuna so søtt av. Og við einum væl bryggjaðum koppi av kaffi ella einum góðum temunni afturvið, hevur tú alt, tú kanst ynskja tær á einum staði – uttan at skula leita víðari Hornið er perfekti steðgurin, tá ið tú gert ørindini í SMS – men eisini vilt njóta eina løtu fyri teg sjálva. Av tí, at tað er so ómakaleyst og lekkurt, er Hornið so væl egnað til ein frokost mitt á degnum: tú ert jú longu har, so tú skalt bara seta teg.
Á Áarvegnum mitt í Havnini og mitt í meldrinum liggur Kafé Kaspar. Her er kortini friðarligt, innbjóðandi og avslappandi, og setur tú teg við vindeygað, kanst tú eygleiða lívið uttanfyri, meðan tú njótir eina avslappaða løtu. Og hóast Kaspar er knýtt at Hotel Hafnia, so hevur staðið sín egna dám Vit vitjaðu Kaspar ein sólríkan várdag og fingu okkum ein átuligan miðmála. Ein crispy chicken-burgara við broysknum høsnarunga, osti, kips, avokado, reyðleyki, nachos og sitrón-dressingi, sum var lagdur í brioche-bolla og borðreiddur við heimagjørdum kipsi afturvið. Hesin var ómetaliga góður, sá gott út og mettaði væl. Eisini royndu vit teirra avokadosalat við føroyskum laksi – ein løtt og lekkur salat við reyðleyki, tomatum, vinaigrette og við breyði afturvið. Og eina Kasparbeyglu við høsnarunga, rómaosti, súltaðum reyðleyki og karrydressingi – ein lekkur og vælumtóktur klassikari, ið riggar líka væl til miðmála sum til nátturða. Omaná fingu vit okkum kakao við róma, ein fríksligan smoothie við jarðberum og tranaberdjúsi – og ein ostakøku shake, bara tí tað passaði so væl til stemningin. Tænastan var góð og starvsfólkini blíð og akomoderandi, og hóast nógv var at gera, tyktist alt væl skipað. Tað merkist eisini, at kafein er nýliga umvæld og størri enn fyrr – tað riggar væl, og rúmið hevur fingið ein bleytan, nútímans og hugnaligan dám. Kafé Kaspar er eitt perfekt stað, tá tú vilt hava tær ein bita mitt í býnum. Tað er lætt, tað er gott – og tað er ein lítil steðgur frá gerandisdegnum, har tú kanst njóta bæði matin og lívið, sum rørir seg uttanfyri vindeygað.
Mitt í Havn - beint yvir av Skansanum - liggur Angus Steakhouse, ein matstova við einum greiðum profili: góður matur, góð tænasta og dygdargóðir búffar og burgarar. Í Angus er hugnaligt og heimligt, og starvsfólkið er ógvuliga fyrikomandi. Í Angus fært tú døgurðatilboð gerandisdagar til kl. 15.00, og leygardagar og sunnudagar til kl. 16.00 – og tað er eitt tilboð, sum er vert at fara eftir. Okkara miðmáli byrjaði við einum ómetaliga lekkrum forrætti: royktur laksur við sitrus-súrróma dressing og djúptstoktar tempura rækjur við kryddaðari majones-sós. Smakkríkt, frískt og væl samansett – ein deilig byrjan uppá ein mettandi miðmála. Síðani fingu vit ein moyran búff við kipsi og sós, saftigan burgara við kipsi og frískum salati, áðrenn søta punktummið - nevniliga frískligu súreplatertuna við softice og bleytu sjokulátu-lavakøkuna. Alt afturvið einum góðum kaffimunni. Maturin var væl tilgjørdur, og hóast Angus heldur seg til tað einfalda, so er smakkurin og dygdin altíð spot-on. Tú veitst, hvat tú fært - og tú fert ikki svang avstað aftur. Staðið verður ofta samanborið við Jensens Bøfhus, men Angus hevur sína egnu sjarmu og dám – og her eru ofta nógvir gestir. Angus Steakhouse er staðið, har tú kanst fara til góða og mettandi miðmálan mitt í býnum, um tú ynskir góða tænastu, eitt smíl og ein búff, sum er steiktur akkurát soleiðis, sum tær dámar hann.
Orðið sushi merkir "sum smakkar súrt", og hóast upprunin er meira enn túsund ára gamal og úr fjarskotnum pørtum av heiminum, hevur sushi veruliga fingið fótafesti í Føroyum. Men Etika er ikki bara ein sushi-matstova. Etika er føroyskt-japanskt fusion við góðsku og einfaldum estetikki. Etika hevur tvær matstovur í Havn - eina í miðbýnum og eina á Sundsvegnum, har vit vitjaðu. Har er stásiligt og rúmligt við somu dygd og eyðkennum sum í miðbýnum. Vit settu okkum væl til rættis í róligu og innbjóðandi hølunum, har innrættingin er bæði dempað og nútímans. Vit bíløgdu á teldlinum - ein effektiv og ómakaleys loysn. Og løtu seinnu fingu vit vakra og smakkagóða miðmálan borðreiddan við svalandi vistfrøðiligari saft afturvið. Vit royndu eitt breitt úrval úr matarskránni. Hvør munnbiti var væl tilgjørdur við intensum smakki og lekkrum teksturi. Vit fingu sushi - bæði rullur og nigiri. Millum annað grøna og fríska vegetarrullu við asparagus, mango, agurku og avokado; eina ebi-rullu við broysknari rækju og frískari salat; eina kremutta krabbarullu við surimikrabba, agurku og avokado; eina laksarullu við ostakremi - og ymisk frísk og vøkur nigiri. Afturat máltíðini fingu vit eisini ristaðar edamamebønir við goma-dressingi og grønmetisdumplingar við góðum sterkum kili-dippi. Vakri maturin og estetikkurin var ein uppliving í sjálvum sær. Tað er nakað serligt við Etika. Tað er sushi, ja, men eisini eitt stað við sjálvsáliti – har tað kennist, sum fært tú ein smakk av Tokyo mitt í Havn.
Eta liggur í Vágsbotni og er eitt nútímans take away stað, sum ger tað lætt at fáa sær ein góðan bita, júst har tú ert. Eta hevur eitt sindur av sitiplássi, so tað er ikki neyðugt at taka matin við sær heim, um tú heldur vilt eta har, so kanst tú eisini tað. Tú kanst annaðhvørt seta teg við vindeygað ella taka matin við tær út í sólina og seta teg á trappuna í miðbýnum. Hetta er staðið, har tú fært einfalda og góða pitsu, sum smakkar, sum hon eigur - við avslappaðum huglagi afturvið. Tænastan í Eta var eisini góð og starvsfólkini ógvuliga fitt, og vit kendu okkum vælkomnar beinanvegin, Vit fingu tvær ymiskar pitsur, eina við epli og eina við kjøti og pepperoni, og eitt pitabreyð við kebabb. Alt var væl út hondum greitt, og tað smakkaði væl. Pitsabotnurin var tunnur, luftigur og væl bakaður, og pitabreyðið var saftigt og væl kryddað. Eta er jú ikki eitt stað, sum roynir at vera fínt - og tað er í veruleikanum akkurát tað, sum ger Eta so deiligt: tú veitst, hvat tú fært, og tú fært tað uttan hóvasták. Eta hevur bert opið til miðmála hósdag, fríggjadag og leygardag, so um tú ætlar tær ein bita haðani, mást tú hava tað í huga.
Tá ið tú snarar av Oyggjarvegnum oman í Kerjar, finnur tú Hotel Føroyar millum bø og brekkur - og í kjarnuni av hotellinum, við stórum gluggum og hugnaligum karmum, liggur kaffistovan og barrin 1933. Her sleppur tú niður í ferð og burtur úr meldrinum - og alt verður gjørt við stíli og vælveru í huga. Matarskráin er einføld men innbjóðandi. Tú kanst millum annað velja millum burgara, ein bita við rækjum ella suppu. Alt er vakurt borðreitt, og tað merkist, at tað verður hugsað um smálutirnar, tí tað er eins gott fyri eygað, sum tað er fyri góman. Vit vitjaðu 1933 ein dag mitt í viku og valdu okkum nónte, sum verður borðreitt hvønn dag millum klokkan 11 og 16. Eisini fingu vit væl smakkandi Jomfrúhummarabisque við toski & breyði og eitt snert súrdeiggjbreyð við rækjusalati. Ein fjálg løta mitt í einum friðsælum og vøkrum umhvørvi, sum gagnaðist væl. Nónte leggur upp til ein steðg frá gerandisdegnum, sum tú kanst njóta við einum góðum bita - ella kanska aftaná eina lekkra viðgerð í Ress Spa, sum er beint við síðuna av. Tað riggar ótrúliga væl saman. Tænastan í 1933 var góð og nærverandi - vit kendu okkum vælkomnar, men fingu samstundis frið at njóta løtuna. Og tað kann vera gull vert - serliga mitt í viku, har alt annars gongur við rúkandi ferð.
Tað er kanska ikki tað fyrsta, tú hugsar um, tá tú hugsar um miðmála í Havn – men No 12, sum liggur beint við Tórsvøll, leggur upp til ein lættan, vælsmakandi og heilsugóðan bita mitt á degnum. Í No 12 er huglagið avslappað - hetta er ein djús- og sportbarr, og tú kanst velja ímillum nógv ymisk sløg av nýgjørdum djúsi, shakes og tvíflísum – alt í einum rúmi, sum er bæði stílreint og óformelt. Tað kennist eitt sindur, sum ein sameining av einum kaffihúsi og einari ítróttarhøll, men á ein hátt, sum veruliga riggar. Vit vóru spentar og svangar, tá ið vit komu á gátt í No 12 ein fríggjadag um miðmála og fingu okkum eina góða máltíð. Tað smakkaði væl, var mettandi og frískligt uttan at kennast tungt ella av ov nógvum. Tú fært ikki kensluna av, at tú hevur etið ov nógv, men tú verður heldur ikki svong aftur ein tíma seinni. Tað er ein balansa, sum fá støð røkka. Tað er ómakaleyst at taka matin við sær, men tað er eisini hugnaligt at seta seg inni – har er gott pláss, hóast tú í veruleikanum ert í einum stadium, ið regluliga hýsir fótbóltsdreymum og stórum dystum. No 12 er eisini tann einasta djúsbarrin í býnum, og tað merkist, at her er fokusið eitt sindur øðrvísi: frískt, lætt og nútímans. Eitt gott boð, tá tú vilt njóta góðan mat til ein rímiligan prís.