1.
½ dl av sitrónsaft er nokk til at nøkta tín dagliga tørv á c-vitamin, sum jú styrkir immunverjuna, ið verjir okkum móti bakterium og virusi.
2.
Sitrónir innihalda nógv kalium, sum er gott fyri heilan og okkara nervalag.
3.
Sitrónin er góð fyri okkara sodningarlag og hjálpir væl, um tú hevur lyndið til bróstsviða, at vera uppblást ella ropar nógv.
4.
Saftin hjálpir við at reinsa eiturevni úr kroppinum, tí sitrónin er fylt við antioxidantum, sum betra um virksemi hjá nýrunum og livrini
5.
Sitrón virkar móti ringum anda, men tann súrliga saftin fer illa við emaljuni á tonnunum. Tískil skalt tú busta tenninar, áðrenn tú drekkur saftina, ella skalt tú bíða til ein tíma aftaná. Annars smyrt tú bara sýruna út í alla munnholuna. Fyri at verja tenninar er gott at pressa eina sitrón í eitt glas av vatni, áðrenn tú drekkur tað. Tað verður ofta viðmælt, at vatnið skal vera flótt, men kalt er eisini fínt. Úrslitið er tó best, um tú drekkur tað heilt frá morgunstundini, 20 minuttir áðrenn tú etur morgunmat, so hevur kroppurin lættari við at upptaka alt tað góða innihaldið.